Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 20. juli 2016 · Nr. 83 Sosialurin Longur uppi í Jútlandi spæla eisini trígg­ir aðrir føroyingar. Teir eru René Shaki Joensen, Meinhard E. Olsen og Hák­un Edmundsson sum spæla fyri Vendsyssel FF. Teir hava eins og í Vejle ein mestsum spildurnýggjan hóp í mun til seinasta kappingarár, tá felagið legði ótrúliga stóra orku í at flyta upp í Superliguni, sum tó av álvara kiksaði í vár. Stóra útskiftin í summar hevur borið við sær, at tveir føroyingar sum spældu við í vár, nú spæla í Superliguni. Teir eru Hallur Hansson og Brandur Hendriksson Olsen, sum spæla fyri ávikavist AC Horsens og Randers FC. Teir eru avloystir av fleiri nýggjum leikarum. Millum annað Hákun Edmundsson, sum er komin til felagið úr B68 í Føroyum. Hákun Edmunds­son sigur, at hann er fall­in væl til í nýggja danska felagnum, har hann er blivin sera væl mót­ tikin. Eisini hevur tað hjálpt honum væl, at René Shaki Joensen og Meinhard E. Olsen hava verið í felag­num frammanundan. - Eg eri fallin ótrúliga væl til, og eri væl mó­ttik­in í felagnum. Leikararnir og fólkini hava verið sera fyri­komandi, so tí hevur tað ikki verið trupult at fallið til. Har hava René og Meinhard eisini spælt ein stóran leiklut, tí teir hava hjálpt mær við at fella til í hópinum, og hava eisini hjálpt mær við tí praktiska uttanfyri vøllin. Hákun Edmundsson sigur, at tað er stórur mun­ur á ferðini á at spæla í næstbestu donsku deild­ini, í mun til at spæla við B68, sum í fyrru hálvu spældi í niðaru hálvu av Effo-deildini. - Størsta avbjóðingin higartil hevur ver­ið at venj­ing­armongdin er hægri enn í Føroy­um, og at tað verður spælt og vant á nógv hægri støð­ið enn í Føroyum. Tað hevur gingið okay hjá mær í byrjanini, men eg skal líka venja meg við tey bæði tingini, sum kann koma at taka eitt sindur av tíð. Eg eri tó heilt vísur í, at tað fer at eydnast, sigur Hákun Edmundsson við Sosialin. Hinir báðir føroyingarnir, René Shaki Joen­ sen og Mein­hard E. Olsen, spældu báðir eisini í fjør við Vendsyssel. Av teimum báðum spældi René nógv inni á liðnum, har hann skeyt fleiri mál. Tó átti hann sum oftast leiklutin sum innskiftari, men tað hevur hann ætlanir um at broyta uppá í ár. - Sjálvsagt ætli eg at broyta tað í ár, soleiðis at eg komi at fáa ein meira týðandi leiklut á liðnum, og tað arbeiði eg eisini knallhart hvønn dag fram ímóti. Men eg tími ikki at vænta ov nógv, tí tað vísir seg at vera lættasti máti at blíva skuffaður uppá. Eg kappist í løtuni við einum øðrum um plássi á høgra bakki, og eg haldi sjálvur at eg væl klári at vinna tí kappingina, sigur René Shaki Joen­ sen við Sosi­al­in. Eisini Meinhard E. Olsen, sum í fjør spældi fyri tað mesta við eykaliðnum hjá Vendsyssel, ætlar sær ein størri leiklut liðnum hjá Vendsyssel í ár, enn í fjør. Meinhard hevur tó verið óheppin í uppstartinum, har hann hevur meitt sær fótin so mikið illa, at hann hevur muga sita uttanfyri við skaða. - Eg bæði vóni og vænti, at eg komi at fáa ein størri leiklut á liðnum í ár enn í fjør. Árið kundi tí næstan ikki byrja verri, har eg fekk ein skaða í tí fyrstu vikuni av uppstartinum av eini takkling, sum hevur hildið mær uttan­ fyri í tvær vikur. Eg vænti tó at vera klárur aftur móti endanum av hesum mánaðinum, og persónliga málið hjá mær er sjálvsagt at spæla so nógvar minuttir sum gjørligt, og at gerast part­ur av fyrstu 11 hjá Vendsyssel, sigur Meinhard E. Olsen. Hava ein kappingarføran hóp Hóast stóru útskiftingina í hópinum, heldur René Shaki Joensen ikki, at hópurin hjá Vend­ syssel er so nógv viknaður í mun til seinasta kappingarár. - Vit hava sjálvandi mist nógvar profilar í mun til í fjør, og tað merkist eitt sindur á liðnum. Men eg haldi at hópurin í ár er rættuliga sterkur. Eisini tykist tað sum um at liðið er nógv betri samanspælt, har nýggi venjarin dugir betur at fáa tað besta burtur­úr øll­um leikarunum. Og persón­liga dámar mær øgiliga væl, at hann fyri­trekk­ir høgt press spæl, tí tað liggur væl til mín. Lítið man tí vera at ivast í, at liðið hjá Vendsyssel kann hava dygd til at flyta upp í Superliguna í ár, hóast trýstið ikki kemur at vera líka stórt hetta komandi kappingar­ár­ ið sum tað var í seinasta kappingarárinum, og hóast teir ikki koma at teljast millum favorittarnar til at flyta upp. Samanumtikið verður tað upp­ aftur meira spennandi at fylgja við næstbestu donsku deildini hetta komandi kappingarárið, um man hyggur við føroyskum brillum. Eins og við føroyingunum í bestu donsku deildini er væntandi at allir føroysku leikararnir í næst­bestu deildini koma at spæla týðandi leiklutir á sínum liðum. Hetta er eitt greitt tekin um, at føroyskur fótbóltur hevur flutt seg nógv hesi seinastu árini. Fyri fáum árum síðani vóru tað fáir leikarar ið spældu uttan­ fyri landoddarnar, har fleiri av teim­um sum spældu uttanfyri Fø­ roy­ar, fyri tað mesta sótu á bonk­ inum í næstbestu donsku deild­ini. Undan kappingarbyrjanini higartil í ár, sær tað ikki út til at vera støðan. Hóast fleiri ikki eru heilt tryggir um støðuna hjá sær viðvíkj­andi spælitíð, eru góð útlit fyri, at all­ir føroyingarnir í næstbestu donsku deildini, koma at fáa nógva spæli­ tíð í komandi kappingar­árið. Og tað er júst slíkt ið er við til at lyfta um støðið á føroyska lands­liðnum, har gáttin fyri at sleppa við, kemur at vera hægri enn hon onkuntíð áður hevur verið. Sjálv kappingin í næstbestu donsku deildini byrjar sunnu­dagin. Tá spæla Viljormur Dav­idsen og Vejle á heimavølli móti Fremad Amager, sum hevur Heina Vatnsdal og Bárður J. Hansen í hópinum, meðan Vendsyssel við sínum trimum føroyingum eis­ini skal spæla á heimavølli ímóti HB Køge. Báðir teir dystirnir byrja klokkan 12:45 føroyska tíð. Av teimum báðum verður dystur­in millum Vejle og Fremad Amager vístur beinleiðis á Tv3Sport1 á televarpinum. Gáttin verður hægri Allir ætla sær spælitíð í Vendsyssel Hák­un Edmundsson René Shaki Joensen Meinhard E. Olsen