hósdagur 21. juli 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016
SOSIALURIN 84
4
RÚSEVNI
ÁKI BERTHOLDSEN
H
igartil í ár hevur støðan
verið tann, at vit leggja
hald á størri nøgdir av
summum sløgum av
rúsevnum, enn vit gjørdu í fjør.
Tað staðfestir Jón Klein Olsen
úr Fólkaheilsuráðnum, nú eitt
kvøldið, hann helt fyrilestur fyri
teimum í ungmannafelagnum hjá
Miðflokkinum um støðuna við
rúsevnum í Føroyum.
Umframt at vera limur í Fólka
heilsuráðnum, hevur hann eisini
drúgvar royndir sum løgreglu
maður eftir 39 ár í starvi hjá
løgregluni og nú er hann politi
inspektørur og leiðari kann
ingardeildini, sum áður nevndist
kriminaldeildin.
Men hann leggur kortini dent
á, at fyri tað, um hald verður lagt
á størri nøgdir rúsevni, er tað ikki
vist, at tað merkir, at misbrúkið í
Føroyum er veksandi.
– Tað kann vera eitt úrslit av, at
vit leggja rættiliga stóra orku í at
basa smuglingini og sostatt leggja
hald á størri part av tí, sum verður
smuglað, heldur hann.
Hann vísir samstundis á, at
tølini í Føroyum eru lutfalsliga
smá og tískil eru tey eisini rættiliga
ymisk frá ári til ár.
Men hann leggur afturat, at í
royndunum at basa smuglingini,
er samstarvið ímillum tollvald og
løgreglu heilt fyrimyndarligt.
Hann sigur, at løgregla og toll
vald í Føroyum hava eisini gott
samstarv við myndugleikarnar í
øðrum londum.
Gera nógvar kanningar
Jón Klein Olsen sigur, at tey leggja
nógva orku í at vera á flogvøllinum,
tá ið flogfør koma, og á ferjuleguni,
tá ið Norrøna kemur.
– Og vit gera eisini nógv burtur
úr at kanna postin, sum kemur til
landið, sigur Jón Klein Olsen.
Hinvegin er framferðin ein
onnur, tá ið talan er um vanlig skip,
fiskiskip, veitingarskip, farmaskip
og stuttleikabátar, sum koma til
Føroya.
– Vit fylgja væl við, hvaðani tey
koma. Okkara royndir siga okkum,
at vit skulu hava vakið eyga við
skipum úr Kanada og úr Grønlandi,
tí har er vandi fyri smugling.
– Í slíkum førum kanna vit
málið, longu áðrenn skipið leggur
frá landi í Kanada, ella í Grønlandi,
ella hvaðani tey koma, fyri at vita
um tað er sannlíkt, at rúsevni
kunnu vera farin umborð.
Hann sigur, at ein mátistokkur,
løgreglan brúkar at meta um,
hvussu nógv er til av rúsevnum í
Føroyum, er prísurin.
– Vanliga kostar eitt gramm av
hassji 250 krónur á svarta markn
aðinum í Føroyum, men vit hava
eisini tíðarskeið, har tað kostar
1000 krónur grammið. Tað kundi
Tað er vónleyst at meta um, hvussu álvarslig misnýtslan av rúsevnum
er í Føroyum, men viðhvørt síggja vit, at prísurin á svarta marknaðinum
fleirfaldast, og tað kann vera eitt tekin um, at útboðið er lítið
»Misnýtsla av
rúsevnunum
í Føroyum
kundi kundi
verið eitt gott
granskingar
evni, kanska
hjá onkrum á
Setrinum«
– Tað eru ongar ábendingar um, at smuglingin av rúsevnum til Føroya, er so øgiliga skipað.
Hinvegin er tað verri enn so bara tannáringar, sum smugla rúsevni, sigur Jón Klein Olsen
FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016
SOSIALURIN 84
Jón Klein Olsen
VÓNLEYST
AT META UM
MISNÝTSLUNA
Í FØROYUM