Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016 SOSIALURIN 84 5 Fyri fyrstu ferð í fleiri ár, er hald lagt á heroin í Føroyum Meiri hassj og heroin funnið í ár verið ein ábending um, at prísurin er trýstur upp eftir, tí at tað er ov lítið til á svarta marknaðinum. Í Danmark kostar tað eitt gramm av hassji einar 35–50 krón­ ur grammið, so vinningurin er rættiliga stórur og tað freistar uttan iva onkran at royna seg sum smuglara. Hinvegin kostar eitt gramm av kokain einar 3000 krónur fyri grammi á svarta marknaðinum í Føroyum. Hinvegin er tað heldur ikki óvanligt, at Føroyar verða brúktar sum millumstøð, tí tað eru fá, sum hava áhugað fyri skipum og flogførum, sum koma úr Føroyum. – Tað hevur eisini meiri enn so hent seg, at vit hava funnið rús­evni í Føroyum, sum er ætlað marknaðinum í øðrum londum. Órógvandi Men Jón Klein OIsen sigur, at eitt rák, sum hevur tikið seg upp seinastu árini, og sum órógvar tey, er, at tað sær út til, at misnýtslan av heilivági er farin at vinda upp á seg. – Tað eru óvanliga nógv, sum fáa staðfest ADHD. Men hann heldur, at ein partur av forkláringini upp á tað, er, at misbrúkarar, ella tey, sum selja rúsevni, lesa seg út í æsir til á internetinum, hvussu sjúkueyðkennini eru, og soleiðis eydnast tað teimum at fáa læknan, at skriva teimum heilivág. – Men læknin hevur neyvan nakað væl, tá ið sjúklingum hevur øll tey røttu sjúkueyðkennini, legg­ ur hann afturat. Eitt annað rák, sum hevur tikið seg upp, er at tey, um fáast við rúsevni, eru farin at planta sjálvi og at vinna rúsevni burtur úr. Mangla gransking Samanumtikið er Jón Klein Olsen sannførdur um, at tað eydnast bara at leggja hald á eini brotpart av tí, sum verður smuglað. – Av tí, at talan er um eina smugl­aravøru, sum alt verður gjørt fyri at fjala, og av tí at viðurskiftini eru so smá, at tað er so stórt sveiggj í hagtølunum, er tað hopleyst at siga nakað um, hvussu gongdin er á hesum øki, sigur hann. Men hann sigur samstundis, at tey kundu væl hugsað sær at fingið eina betri mynd av støðuni. Og hann heldur, at ein máti at fáa tað, er at fara undir veruliga gransking á økinum. – Misnýtsla av rúsevnunum í Føroyum kundi kundi verið eitt gott granskingarevni, kanska hjá onkrum á setrinum, heldur Jón Klein Olsen. Hann heldur, at tað kundi givið myndugleikunum eina nógv betri mynd av støðuni og tað kundi givið myndugleikunum eina nógv betri fatan av, hvørji tiltøk áttu at verðið sett í verk. Hann heldur, at tað kundi verið eitt tiltak, politiski myndugleikin, og kanska Setrið, kundu samstarva um fyri at lýst støðuna betri enn hon er í dag. Útholað Lukas evangeliið Jón Klein Olsen ásannar sam­stund­ is, at hugflogið hjá smuglarum er markleyst. – Ein máti at smugla rúsevni upp á, sum verður vanligari og van­ ligari, er at fjala tað innvortis, antin við at stinga tað upp í seg, ella við at svølgja tað. Men hann sigur, at narko­hund­ arnir, tey hava hava, eru so góðir, at teir duga eisini at finna rúsevni, sum fólk smugla innvortis. – Men vit hava eisini funnið eina Bíbliu, har Lukas evageliið varð útholað og ístaðin var rúsevni fylt í, sigur hann fyri at lýsa, hvussu út­spekuleraðir, smuglarar kunnu vera. Tað hevur onkuntíð verið róð fram undir, at rúsevnasmuglingin til Føroya er rættiliga skipað, og at tað eru ávísir persónar, ella bólkar, sum stýra handlinum við rúsevnum í Føroyum. Tað hev­ ur eisini verið nevnt, at tað eru fe­lags­skapir av rokkarum, sum Hell's Angels, sum skipa fyri rús­ evna­smuglingina til Føroya. Men tað heldur Jón Klein Olsen ikki. – Vit hava ongar ábendingar um, at smuglingin til Føroya er so øgiliga skipað, sigur hann. Hinvegin sigur hann, at tað eru verri enn so bara tannáringar, sum smugla, tí tað er ikki so langt síðani, at ein 60 ára gamal maður varð tikin á flogvøllinum fyri at smugla tvey kilo av hassji til Føroya. »Samstarvið ímillum toll­ vald og løgreglu er heilt fyri­ myndarligt« At hald er lagt á meiri av hørðum rúsevnum, skal ikki tulkast sum um at tað nú er meiri til av hørðum rúsevnunum í Føroyum, enn tað hevur verið, sigur Jón Klein Olsen, limur í Fólkaheilsuráðnum FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016 SOSIALURIN 84 ÁKI BERTHOLDSEN Tað er ógvuliga ymiskt, hvat løg­reglan leggur hald á av rús­ evnum frá ári til ár. Viðurskiftini eru smá og tí er stórt sveiggj í tølunum frá ári til ár, bæði hvat í nøgdum, og sløgum, viðvíkur. Men eitt, sum kortini er ser­ merkt fyri árið í ár, og partvís í fjør, er, at nú hevur løgreglan aftur lagt hald á ávísar mongdir av hørðum rúsevnum, eftir at onki hevur verið at sæð til tey í fleiri ár. Jón Klein Olsen, limur í Fólka­heilsuráðnum, og leið­ ari á Kanningardeildini hjá løg­regluni, vísir á, at hesi sein­ astu árini hava løgregla og tollvald ikki lagt hald á heroin yvirhøvur, men higartil í ár hava tey so aftur lagt hald á 10,8 gramm av heroini. Í fjør varð hald lagt á 2,2 kilo av hassji, men bara higartil í ár hava tey lagt hald á sløk 4,6 kilo av hassji. Morfin hevur heldur ikki verið at sæð í Føroyum, men í fjør varð aftur hald lagt á morfin, 20 millilitur, og aftur í ár hava tey fingið fatur á 10 tablettir. Higartil í ár er hald eisini lagt á 20,5 gramm av kokain, og tað er væl meiri enn undanfarin ár. Óvist Jón Klein Olsen sigur, at hetta skal ikki tulkast sum um at tað nú er meiri til av hørðum rús­ evnunum í Føroyum, enn tað hevur verið. – Hetta kann vera eitt úrslit av eftirlitsarbeiðnum hjá løg­ regluni og tollvaldinum, at vit eru komin fram á hesi evnini, sigur hann. Hinvegin varð hald ofta lagt á ecstasy fyrr, men tað hevur verið lítið av tí at finna seinastu árini, uttan í fjør, tá ið hald aftur varð lagt á 40 tablettir. – Ecstasy verður ikki so nógv brúkt longur, tí at onnur evni eru komin ístaðin. Eitt lutfalsliga nýtt evni er MDMA, ella Metamfetamin, sum fyrstu ferð varð funnið í Føroyum fyri fáum árum síðani. Fyrstu ferð, hald varð lagt á tað, var nevniliga í 2012, tá ið hald varð lagt á 123,8 gramm og í fjør varð so aftur hald lagt á 45 gramm. – Metamfetamin verður tynt til tað verður til amfetamin. Men tað er eitt evni, vit hava eitt vakið eyga við, tí tað er krút­ sterkt, og ógvuliga vanda­mikið. Annars hava myndug­leik­ arnir eisini lagt hald á eitt gott kilo av marihuana í ár, eftir at onki hevur verið at sæð til hetta evnið nú í fleiri ár.