Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016 SOSIALURIN 84 6 ÁKI BERTHOLDSEN – Endamálið er at at fáa føroyingar at drekka eitt sindur minni enn teir gera nú. Tað sigur Jón Klein Olsen, sum er limur í Fólkaheilsuráðnum. Umframt at vera nývaldur limur í Fólkaheilsuráðnum, hevur hann eisini verið politistur í 39 ár og hann er nú politiinspektørur og leiðari á kanningardeildini, ið fyrr nevndist kriminaldeildin. Sostatt hevur hann serligt inn­ lit í misnýtsluna av rúsevnum og rús­drekka, og nú eitt kvøldið fekk ungmannafelagið hjá Mið­flokk­ inum hann at siga sína hugsan um støðun viðvíkjandi rúsdrekka og rúsevnum í Føroyum. Jón Klein Olsen vísti á, at í løt­ uni er drekkur hvør føroyingur yv­ir 15 ár 6,4 litrar av rúsdrekka í miðal. Men nýtslan hevur verið spaki­ liga, men støðugt minkandi hesi sein­astu árini. Og tað heldur Jón Klein Olsen er á einum góðtakiligum stigi, tá ið hugsað verður um støðuna fyri nøkrum árum síðani, tí fyri 10 árum síðani var nýtslan einar sjey litrar í miðal fyri hvønn føroying yvir 15 ár. Sjálvur heldur hann, at Rúsan eigur ein part av heiðrinum fyri, at nýtslan er tálmað. Eitt úrslit av Rúsuni er, at vit eru sloppin undan kassamentanini, tí nú kunnu keypa okkum eina fløsku, so hvørt tørvur er á tí, ístaðin fyri sum fyrr, tá ið tað var vanligt at keypa heilar kassar. – Eg havi havt eina aðra mein­ ing, men í dag haldi eg, at skipanin við Rúsuni er gagnlig. Eg haldi, at serliga tey yngru, sum ikki kenna til annað enn Rúsuna, hava fingið ein sámiligari hugburð til rúsdrekka, og nú á døgum sært tú ikki ungdóm válandi eftir gøtuni við ølkassa ímillum sín, sum var van­lig sjón fyrr, sigur Jón Klein Olsen. – Tú sær heldur ikki bilar við fullum viðførisrúmi av rúsdrekka, leggur hann afturat. Vilja hava nýtsluna niður Jón Klein Olsen staðfestir sam­ stundis, at kanningar vísa, at 20 pro­sent av føroyingum er frá­ halds­fólk. Men tað merkir so, at hini drekka lutfalsliga meiri, og tað er hjá teimum, at vit síggja heilsu­ligu avleiðingarnar av rús- drekkanýtsluni. Samstundis er onki fullfíggjað yvirlit fyri tað, føroyingar keypa tollfrítt, so í roynd og veru er nýtsl­ an av rúsdrekka í Føroyum helst hægri enn hagtølini vísa. Hann leggur kortini aftur­at, at eftir almenna rúsdrekka­poli­ tikkinum er endamálið at fáa nýtsl­una enn longur niður, ella nið­ ur á seks litrar í miðal fyri hvønn før­oy­ing yvir 15 ár. Tað verður mett at vera nøkt­ andi og hann sigur, at tað skal ger­ ast við upplýsing, tí Fólka­heilsu­ ráðið vil ikki vera ein stovn­ur, sum bara gongur runt við fremstra­ fingri á lofti. Hann sigur, at ein partur av teirri upplýsingarherferðini verður við faldarum, bæði til ung, men ikki minst til foreldrini, sum eru tey, ið hava ábyrgdina av børnunum. Ein partur av upplýsingini verð­ ur eisini í SSP, sum er eitt samstarv ímillum skúla, løgreglu og sosialu myndugleikarnar. Hann leggur afturat, at Fólka­ heilsuráðið arbeiðir eisini við at gera appir til fartelefonir við yms­ u­m upplysingum, soleiðis at fólk altíð, at kalla hava upplýsandi fald­ ararnar í lummanum. Og samstundis skal haldast fast um skipanina við einkarsølu, soleiðis at atkoman til rúsdrekka er eitt sindur avmarkað og har­ aftur­at skal haldast fram við ein­ um príspolitikki, har prísurin er so passaliga høvur, at at tað er við til at tálma nýtsluna. – Eg haldi, at serliga tey yngru, sum bara kenna til Rúsuna, hava fingið ein sámiligari hugburð til rúsdrekka, sigur Jón Klein Olsen, nývaldur nevndarlimur í Fólkaheilsuráðnum FØROYING FÁAST AT Jón Klein Olsen Rúsdrekkanýtslan skal niður, men tað skal gerast við upplýsing og ikki við at hava fremstafingur á lofti ÁKI BERTHOLDSEN Tað er ikki ókent, at tey, sum eru bundin at rúsevnum, leggja nógv fyri í royndunum at fáa fatur á rúsevnum. Eitt nýtt rák, sum hevur tikið seg upp seinastu tíðina, er at bróta inn til djóralæknar eftir heilivági. Jón Klein Olsen, limur í Fólka­heilsuráðnum, og leið­ari á kanningardeildini hjá løg­ regluni, sigur, at seinastu tíðina hava tey fingið fleiri fáboðanir um, at innbrot hevur verið hjá djóralæknum, har heilivágur er stolin. Men Jón Klein Olsen sigur, at hetta er serstakliga vandamikil leikur, tí heilivágurin, djóra- læknar liggja inni við, er ætlaður dýrum og ikki menniskjum. Djóralæknar hava eisini morfin og onnur evni. Men tey eru altso ætlað djórum og sumt av tí er blandað til ross, neyt, og onnur stórdýr. – Ein skamtur av heilivági, sum er ætlaður at viðgera ross við, kann vera lívshættisligur hjá einum menniskja, sum er nógv minni og lættari enn eitt ross, sigur Jón Klein Olsen. Eitt annað nýtt rák, sum hevur tikið seg upp ímillum ung á festivalum uttanlands, er at taka eitt ávíst slag av heilivági, sum er lívshættisligt, tá ið tað ikki er undir strongum eftirliti. Talan er ikki um heilvág, sum hevur verið at finna í føroyska rúsevnaumhvørvinum enn, og tí vil Jón Klein Olsen heldur ikki siga, hvat slag av heilivági, talan er um. – Talan er um heilivág, sum fólk fáa fyri sterkari pínu, men fólk, sum eru frísk, tola tað als ikki, og tey kunnu steindoyggja av tí. Jón Klein Olsen sigur, at myndugleikarnir í Føroyum hava fingið upplýsingar úr Svø­ ríki um, at har eru fleiri ungfólk deyð av hesum heiliváginum. Rúsa seg við heilivági til dýr Misnýtarar spæla við lívið