Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016 SOSIALURIN 84 7 GAR SKULU DREKKA MINNI Neyvan øðrvísi í Føroyum Jón Klein Olsen sigur, at í Danmark er nýtslan 9,4 litrar í miðal fyri hvønn danskara yvir 15 ár og har eru fimm prosent av fólkinum frá­haldsfólk. Men hann vísir samstundis á, at í Danmark vísa kanningar, at í eini kommunu, har 50.000 fólk býr, doyggja 300 fólk um árið av sjúkum, sum eru elvdar av rús­ drekka. Afturat hesum skulu so leggjast tey, ið doyggja í ferðslu­ vanlukkum, og øðrum vanlukkum, har rúsdrekka var uppí. Samstundis brúkar hendan kommunan 70 milliónir upp á at viðgera fólk, sum eru bundin at rúsdrekka. Í hesi kommununi eru 1200 børn, sum hava foreldur, ið drekka so illa, at tey klára ikki at taka sær ordiliga av børnunum, og í 44 prosent av førunum, har børn verða tikin heiman í frá, er rús­ drekkamisnýtsla ein av høvuðs­ orsøkunum til tað. Afturat tí koma so útreiðslurnar í samband við hjúnaskilnað, al­ mannamál og annað, sum kemur í kjalar­vørrinum á ovurnýtslu av rús­drekka, umframt teir menn­ iskjansligir sorgarleikirnar, ovur­ nýtsla elvir til. Jón Klein Olsen vísir á, at ongi slík hagtøl eru um hetta í Føroyum, men eftir hansara tykki er tað tíverri ongin grund til at halda, at støðan er stórt øðrvísi í Føroyum og tí hevur tað týdning at fáa nýtsluna niður – ikki bara at menniskjansligum orsøkum, men eisini av figgjarligum orsøkum. »Fólkaheilsuráðið vil ikki vera ein stovnur, sum bara gongur runt við fremstrafingri á lofti« ÁKI BERTHOLDSEN – Eg taki avgjørt ikki undir við, at vit skulu gera hassj lógligt í Før­ oyum. Tað sigur Jón Klein Olsen, ný­ valdur limur í Fólkaheilsu­ráð­ num. Av og á eru røddir frammi um at gera hassj lógligt. Fyrimunurin við tí skal vera, at vit sleppa undan einum svørtum marknaði, sum als onki tamarhald er á. Samstundis kunnu vit fáa skipað viðurskifti á økinum, og fáa eina trygd fyri dygdini á tí hassjinum, sum verður til taks. Jón Klein Olsen heldur, at yvirskipað er tað betri at hava eina nýtslu, sum er undir eftirliti, heldur enn at hava viðurskifti, sum eru púra óskipað. Men akkurát hvat hassji við­ víkur, tekur hann ikki undir við at gera tað lógligt fyri at fáa størri gjøgnumskygni í. – Tað haldi eg bæði sum privat­ persónur, sum limur í Fólka­heilsu­ ráðnum og eftir 39 ára royndir sum løgreglumaður, sigur hann. –Vit síggja, hvørjar avleiðingar, misnýtsla av rúsevnum hevur við sær og tí kann eg ikki taka undir við at gera tey lóglig, leggur hann afturat. Hann vísir á, at ein vandi við hassji, sum annars er eitt lut­ falsliga milt rúsevni, er, at tað hópar seg upp í kroppinum. – Hvørja ferð, ein hevur roykt hassj, tekur tað átta dagar, áðrenn kroppurin er rúsfríur aftur, sigur hann. – Verður hassj roykt ofta, er avleiðingin sostatt, at meiri og meiri eiturevni hópar seg upp í kroppinum og at enda verður kroppurin so vanur við hassj, at tað virkar ikki longur. Og tískil verður næsta stigið tikið, og tað er at fara í holt við sterkari rúsevni, sum eru ómetaliga turvelvandi og ómetaliga skaðilig, leggur hann afturat. Annars saknar Jón Klein Olsen, at viðgerðarmøguleikarnir hjá teimum, sum eru illa bundin at hørðum rúsevnum, verða betri. Talan er mangan um viðgerðir, sum krevja heilt serliga vitan, og tí saknar hann, at avtalur í størri mun verða gjørdar við danskar viðgerarstovnar, har hendan servitanin er, akkurát sum tá ið vit annars í ávísium førum senda sjúklingar av landinum til serviðgerð. Hart ímóti at gera hassj lógligt í Føroyum