hósdagur 21. juli 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016
SOSIALURIN 84
8
ÁRNI GREGERSEN
A
llar uppgerðir í okkara
grannalondum vísa, at
skapandi vinnan gevur
eitt munandi íkast til
landsbúskapin.
Kanningar vísa, at millum trý
og seks prosent av BTÚ kemur
frá hesi vinnu í londunum í
Norðurevropa, men í Føroyum
hava vit ongi tøl fyri, hvat skapandi
vinnan gevur.
Landsstýrið, sum legði frá sær
í september í fjør, setti ein bólk at
arbeiða við hesum spurningum.
Bólkurin skuldi eisini orða ein
politikk á økinum.
Bólkurin staðfestir, at torført
er at siga, hvussu stórur partur av
føroysku vinnuni, skapandi vinnan
er. Tað ber heldur ikki til at siga, um
hetta er ein vinna í menning og um
hon kastar meira og meira av sær
til føroyska búskapin.
Tí er høvuðsniðurstøðan, at tað
er avgerandi neyðugt at gera eina
kaning, sum staðfestir, hvussu
støðan er í løtuni og staðfestir hvør
gongdin er.
Politikkurin
Politikkurin skal vera eitt amboð
til at skapa fortreytir fyri, at
skapandi vinnurnar verða eitt
enn størri vakstrardriv í føroyska
samfelagnum, enn tær eru í dag.
Málið er, at politikkurin við at
varpa ljós á skapandi vinnurnar
er við til at skapa størri tilvit um
týdningin av at hugsa fjøltáttað og
holistiskt um list, skapan, vinnu,
búskap og samfelag.
Hetta er eisini galdandi fyri
hugburðin til okkara egnu megi,
og hvat føroyskt vinnulív megnar.
Hvørja ferð ein almennur stovn
ur ella ein fyritøka velur eina
føroyska loysn ella keypir eina
føroyska tænastu, ávirkar tað
møguleikarnar fyri framhaldandi
menning, vøkstri og trivnaði.
Bólkurin, sum hevur arbeitt við
orðingunum hevur verið í sam
band við felagsskapir í skapandi
vinnu ni, men tey hava eisini tosað
við einstøk fólk, sum dagliga arb
eiða í júst skapandi vinnuni.
Spurningurin um hvat er skap
andi vinnur, er svaraður í útlendsk
um kanningum.
Í fyrstu atløgu er talan um skap
andi kjarnuna, sum er list. List er
bókmentir, filmur, tónleikur, lista
handverk og myndatøka.
Eitt sindur longur úti eru skap
andi vinnurnar og mentannar
vinnurnar.
Í hesum verður roknað lista
FILMSVINNA
Hóast vit hava nógv fólk í Føroyum, sum arbeiða við
skapandi vinnum, finst onki yvirlit yvir, hvussu nógv
tey gera, og hvat tað tilførir føroyska búskapinum
SKAPANDI VINN
STÓRT ÍKAST TIL
Filmsvinnan er partur av skapandi vinnun