Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016 SOSIALURIN 84 9 ÁRNI GREGERSEN - Tað er munur á list og skapandi vinnu. Tað heldur forkvinnan í LISA, Guðrið Poulsen, keramikari. -Vit halda sjálvandi at tað er gott, at ljós verður varpað á korini hjá skap­andi vinnuni, men vit halda ikki, at list er ein beinleiðis part­ur av hesum, sigur hon. Guðrið Poulsen vísir á andsøgnina millum list og vinnu. List verður ikki gjørd við vinnuligum endamáli, men verður gjørt av huga, meðani tann parturin, sum verður nevndur skapandi vinna, hevur eitt annað endamál. - Vit vita væl, at ein sjónleikur kann kasta pen­ing av sær, men tá er talan um spin-off. Sjónleikurin verður ikki spældur fyri at vinna pening, men heldur av áhuga. Tí er ikki talan um eina vinnu í slíkum føri, sigur hon. Gusðrið Poulsen vísir á, at filmsvinnan er tættari knýtt at hugatakinum “skapandi vinna” enn so nógv annað. -Men sjálvandi halda vit tað er gott, at politiska skip­anin vísir áhuga fyri gesum partinum av vinnu í samfelagnum, men grund­leggjandi er tað, sum vit fáast við, ikki vinna, men list, leggur hon afturat. Tað var undanfarna lands­stýrið, sum setti ein bólk at orða ein politikk fyri før­oysku skapandi vinnuna. Munur á vinnu og skapandi listini UR GEVA BÚSKAPIN ARBEIÐSBÓLKURIN Oyvindur av Skarði formaður Elisabeth F. Rasmussen uttanríkis- og vinnumálaráðið Alda Joensen mentamálaráðið Johannes Pauli Poulsen fíggjarmálaráðið Guðrið Poulsen er forkvinna í Listassambandi Føroya tøkni og handverk, miðlar, bóka­ søvn, byggilist, sniðgeving, skap­ andi talgildar vinnur, matgerð, út­gávur festivalar, møtir og ráð­ stevnur og fleiri onnur ting. Uttast verður víst til, at burtur úr hes­um kemur ein upplivingar­ vinna og ein ferðavinna. Mest átrokandi átøkini fyri at menna skapandi vinnur í Føroy­ um metir bólkurin vera at menna undirstøðukervið og at sam­skipa og styrkja ráðgeving, fígging, mark­ nað­arføring og at røkja netverk utt­anlands. Á øðrum økjum, serliga inn­an arkitektur og design, gastron­omi og matvørumenning, er fyrst og fremst tørvur á vinnu­greina­ pol­itikk­um, ið kunnu elva til ein stimbr­andi atburð hjá mynd­ug­ leikum og borgarum og soleiðis vaksa um grundarlagið fyri skap­ andi framleiðslu. Her kann nevnast, at tað hevur alstóran týdning at hava sum útgangsstøði í so stóran mun sum gjørligt at velja føroyskar loysn­ir og veitarar fram um útlendsk­ar loysnir. Pengar og arbeiðspláss Fyri føroyska búskapin sum heild, er tað avgerandi at nýggj arbeiðspláss verða skapt. Allar framskrivingar vísa, at vit ger­ast alt fleiri eldri og at vanligu arb­eiðs­plássini verða færri og færri. Altjóða kanningar vísa eisini, at við tí tøkniligu menning,s um er, so gerast vanlig arbeiðspláss, har flestu fólk arbeiða eisini mun­ andi færri. Við øðrum orðum er neyð­ugt at skapa onnur sløg av arb­eiðs­ plássum, sum ikki verða yvir­tik­in av tøkni og tólmennum. Og júst her er tað skapandi vinnurnar koma inn. Tað er nevnt, at ongi tøl og ongar kanningar finnast av hes­ um í Føroyum, men kanningar í Norðurlondum vísa, at í Danmark til dømis eru trý prosent av arbeiðsstyrkini í hesi vinnuni – í Íslandi heili 6,5 prosent. Flyta vit hesi tøl til føroyar og brúka støði í Danmark, har trý prosent av arbeiðsstyrkini eru í hesi vinnuni, so fáa vit eisini stór tøl í Føroyum. So fáa vit 450 milljónir krónur burturúr hesi vinnuni og eini 800 fólk virka í skapandi vinnuni. Hendan staðfestingin fær bólkin til at koma við tilmælum til átøk av ymiskum slag, men fyri at hetta skal virka, so krevur tað eina savnandi eind og eina politiska skipan, sum vil hettar.