hósdagur 21. juli 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016
SOSIALURIN 84
10
FILMSVINNA
ÁRNI GREGERSEN
Í Føroyum arbeiðir ein hóp
ur av fólki í skapandi vinn
unum, men ivasamt er um
samfelagið fær nóg mikið
burtur úr hesum vinnum.
Ivasamt er eisini um tær
verða nóg væl stuðlaðar.
Tí eigur ein nýskapanar
depil at setast á stovn.
Hann skal savna allar
stuðulsumsitingar, almennu
fíggingarstovnarnar og ser
frøðingarnar, sum veita
ráðgeving til skapandi
vinnurnar.
Arbeiðsbólkurin, sum
mælir til, hvussu vit skipa
okkum við skapandi vinn
unum heldur, at vit eiga
at samskipa alt í einum
nýskapanardepli, men sam
stundis tryggja, at hesar
vinnurnar, sum ofta ikki
eru serliga vælskipaðar,
varðveita so stóran part av
sínum sjálvræði, sum til ber.
Eitt annað tilmæli er,
at vit skjótast møguligt
seta eina kanning í verk av
hesum vinnum, so vit meira
nágreiniliga vita, hvat tosað
verður um.
Í Íslandi var ein slík
kanning jørd fyri nøkrum
árum síðani. Hon hevði
stóra ávirkan á hugburðin,
sum vanligi borgarin hevur
til skapandi vinnurnar og
skapandi búskapin.
Mælt verður til sum skjót
ast at gera kortlegging, sum
við dømum og hagtølum
lýsir vavið og týdningin av
føroyska skapandi búskap
inum.
Mælt verður til, at støð
ið verður tikið í íslendsku
greiningini frá 2011.
Kannast skal, um grein
ingin kann verða gjørd
sum ein bíløgd ph.d-verk
ætlan, (vinnu-ph.d.) í sam
starvi við Hagstovuna og
Fróðskaparsetrið.
Endamálið við hesum er
at byggja upp akademiska
vitan um skapandi búskapin
í Føroyum og at menna ein
leist til at fylgja gongdini í
skapandi vinnunum.
Ein ph.d. verkætlan fer
at kosta umleið 1,5 milljónir
krónur.
Alt kostar
Sum við øllum øðrum, sum
skal gerast, so kostar tað í
fyrstu atløgu.
Umframt at tað kostar,
so setir tað sum oftast eis
ini krøv til nýggjar fígging
armøguleikar.
Um skapandi vinnur
nar verður sagt, at fígging
armøguleikarnir eru sera
avmarkaðir.
Ein orsøk er helst, at
íleggjarar og lánistovnar
kenna lítið til skapandi vinn
ur, og tí eru serliga varnir.
Ein onnur orsøk er, at
lánistovnar ofta krevja
trygd í føstum veð, og tí hava
trupult við at fíggja íløgur í
skapandi framleiðslur, har
tað ofta er minni parturin av
íløgunum, sum skal nýtast
til rakstrartól og bygningar.
Samstundis mennast
aðrir fíggingarhættir kring
um í heiminum so sum
crowdfunding, har ið fólk
kunnu stuðla verkætlanum
ella keypa vørur sum skap
andi fólk ætla at menna og
crowd equity, har ið vanlig
fólk kunnu gera íløgur í
nýggjar fyritøkur.
Hesir fíggingarhættir
eru eisini viðkomandi fyri
skapandi vinnur í Føroy
um, men tað eru fleiri av
bjóðingar.
Millum annað finst hetta
slag av fíging bert í ávísum
londum, og tí mugu før
oyskir myndugleikar ansa
eftir, at teir ikki eggja før
oysku skapandi vinnuni at
fara av landinum.
Eisini er talan um skatta
tekniskar forðingar við hes
um slag av fígging.
- Føroyar kunnu gerast
eitt sera gott umhvørvi
fyri
skapandi
vinnur,
men skulu veruligar før
oyskar eydnusøgur spyrj
ast burtur úr hesum, er
alneyðugt at menna fígg
ingarmøguleikar fyri nýggj
ar skapandi fyritøkur. Før
oysku og norðurlendsku
grunnarnir, sum eru gjørdir
fyri at menna og fjøltátta
vinnulívið, eiga at ganga
undan at lýsa og at royna
nýggjar fíggingarleistir,
skrivar føroyski bólkurin,
sum hevur arbeitt við at
skapa ein politikk fyri skap
andi vinnurnar.
DEPIL AT SAMSKIPA
OG STÝRA ØLLUM
SKAPANDI VINNUNUM
Fyri at fáa meira burturúr skapandi vinnunum er
neyðugt at samskipa viðurskiftini munandi betur
Tað almenna
eigur at skipa ein
Nýskapanardepil,
sum kann umsita og
fáa til vega fígging.
Sparingar eiga at
gdeva eyka pening
Skattatekniskar forðingar
kunnu vera fyri, at vit
fáa gjørt eina alternativa
útlendska fígging til
skapandi vinnurnar