hósdagur 21. juli 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016
SOSIALURIN 84
11
DANJAL AV RANA
Tað gekk væl at sløkkja eldin, sum var
í húsunum hjá AA á Tinghúsvegnum
mikukvøldið. Umleið hálvan tíma
eftir, at sløkkiliðið fekk fráboðanina
um eldin, var hann sløktur.
- Tað vóru serligar umstøður sum
gjørdu, at tað gekk so skjótt í kvøld.
Tangabilur okkara var longu í býnum
til eina spuliuppgávu, og koyrdi tí
beinleiðis oman og fekk hildið stand
til brandbilurin kom, sigur Hans
David Hansen, átaksleiðari.
Tó at tað gekk skjótt at sløkkja,
hava húsini fingið stóran skaða.
- Har er stórur skaði á húsunum,
bæði av eldi, royki og vatni. Tað er tó
ikki so, at eldur stóð upp gjøgnum
takið, sum fyrstu fráboðanirnar
søgdu. Eldur stóð út gjøgnum
vindeyguni á síðuni móti Ting
húsvegnum, og tað er á tí síðuni, at
størsti skaðin er hendur, sigur hann.
- Av tí at tangabilurin var í býnum
til aðra uppgávu, var neyðugt at
senda stigabilin eisini oman í býin
við bæði útgerð og fólki.
- Tað var bara ein maður í tanga
bilinum, og hann hevði ikki brand
drakt við sær, tí máttu vit senda
stigabilin eisini, hóast vit vistu,
at tørvur neyvan var á stiganum
sjálvum, greiðir átaksleiðarin frá.
Eingin var í húsunum, tá eldurin
kyknaði beint áðrenn klokkan 23.
Talan er um húsini hjá AA (Anon
ymum Alkoholikarum) á Tinghús
vegnum í Havn.
Vakthavandi á løgreglustøðini
váttar fyri in.fo, at eingin var í
húsunum, tá eldurin kyknaði.
Fyrranáttina var eldur settur
á tveir skutarar í urtagarðinum
rundan um somu hús.
ALT BRENDI
INNAN Í HÚSUNUM
Eini hús á Tinghúsvegnum fingu stóran
skaða í eldsbruna mikukvøldið
MYND: ANJA COLLIN