hósdagur 21. juli 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016
SOSIALURIN 84
12
SKIPSVRAK
HVØRJIR DULDIR
SKATTIR LIGGJA
Á HAVSINS BOTNI?
DANJAL AV RANA
N
orðuratlantshavið
kann vera karrátt, sum
ein hvør, sum hevur
siglt, veit um. Dagsins
skip eru væl útgjørd við nútímans
tólum, men fyri 200 árum síðani
var støðan ein heilt onnur. Vit
vita um mong skip, ið eru farin á
land, eysturindiafarar, fulllastaðir
við vørum og gulli, men eingin ivi
er um, at umframt hesar eru fleiri
skip sokkin, sum vit ikki vita nakað
um.
– Kanska onkrar skattakistur
liggja frá sjórænaraskipum, sum
eru rikin á land. Sjálvandi liggur
okkurt her, bæði gull, silvur og
annað, men vita vita bara ikki
hvar. Men tað er tað, sum ger tað
spennandi at fara at leita, sigur Ingi
Sørensen, sum er millum ídnastu
kavararnar í Føroyum.
Fleiri av vrakunum hava ligið
í frið í mong harrans ár. Roynt
var ofta at bjarga tí, ið bjargast
kundi, men í mong førum var tað
torført. Vørur frá skipsvrakunum
róku tó á land og komu í mongum
førum føroyingum til góðar, og
manga staðni runt í landinum eru
vraklutir, millum annað í Stokka
stovu í Kirkjubø, í Blásastovu í
Gøtu og í kirkjuni í Viðareiði er
silvurgávan, sum viðingar fingu
frá bretsku stjórnini, tá teir hjálptu
til at bjarga bretska farinum Mar
wood, sum fór á land nærindis
Viðareiði í 1847.
Sandurin argar
Ein av avbjóðingunum, tá tað
kemur til at finna vraklutir er, at
manga staðni er tað sandbotnur.
– Sandbotnurin livir eitt sindur.
Onkuntíð er hann høgur, meðan
aðrar tíðir er hann fleiri metrar
lægri. Ein dagin kann okkurt stinga
upp úr botninum, men næsta dagin
er tað burtur, fjalt undir sandinum.
Tað kann søkka fleiri metrar niður
í sandin. Eisini kann vøkstur á
havbotninum órógva nógv, eins
og at æti í sjónum órógvar sýnið,
sigur Ingi Sørensen, kavari.
– Eg var einaferð í Sørvági og
leitaði eftir mjólkarbátinum Rutt,
sum fór á land sunnan fyri Bø og
síðani sakk í Sørvágsfirði. Fyrru
ferðina fann eg einki, men seinnu
ferðina meini eg meg hava funnið
hana. Tað var tó so lítið, sum stakk
upp úr sandinum, at eg kann ikki
siga tað við vissu, men eg eri
rímiliga vísur. Men tá man fer at
grava í sandinum, verður sýnið í
sjónum beinanvegin so vánaligt, so
eg fekk ikki gjørt tað stóra hendan
dagin, sigur Ingi Sørensen.
Ein onnur avbjóðing er, at sjó
økið í Føroyum er so stórt. Sjálvt
har vit vita, at skip eru sokkin,
kann vera torført at finna aftur
á rætta staðið. Hóast Føroyar eru
smáar, so eru sjóøkið stórt. Tað
krevur nógva tíð og orku at leita á
havsins botni, serliga um ein ikki
veit, júst hvar ein skal leita.
– Eg havi til dømis fleiri ferðir
verið í Lambavík, (har norska løva
sakk, blaðm), men eg havi eingi
tekin sæð til nakað. Tað er so stórt
økið, at tað tekur nógva tíð at leita
alt ígjøgnum, sigur Ingi Sørensen.
– Tað hevði verið stuttligt og
spennandi at farið eina ekspeditión
at leita eftir slíkum vrakum, men
tað hevði næstan kravt útlendskan
kapital at farið undir nakað slíkt.
So kundi nakrir kavarar farið runt
um oyggjarnar og leita. Hetta
verður tó bara ein dreymur. Hóast
Føroyar er eitt lítið land, so hava
vit eina langa strandalinju, og tað
hevði kravt eitt heilt lív at kava
runt um allar oyggjarnar á leitan
eftir skipsvrakum.
Skatturin er har
Ingi Sørensen ivast ikki í, at
mangir duldir skattir liggja runt
Føroyar. Spurningurin er tó, um
teir nakrantíð verða funnir.
– Hevði ein gjørt meiri við tað,
er tað heilt víst, at ein kundi funnið
nógv meiri. Tað er heilt sikkurt, at
gjøgnum allar hesar mongu øld
irnar eru tað mong skip, sum eru
sokkin í havinum um Føroyar,
eisini sum vit ikki vita um. Skip
kunnu vera komin á náttartíð, í
ódnarveðri, og eru soraði móti
klettunum og sokkin. Onkur reka
viður, okkurt lík er komið á land,
uttan at tað er gjørligt at siga,
hvaðani tað er komið. Tað er heilt
sikkurt, at tað liggja nógv vrak,
nógvar restir runt umkring, sigur
Ingi Sørensen og nevnir serliga
Suðuroynna, sum eitt stað, har skip
møguliga eru farin á land.
Meðan nútímans skip hava
nógva hátøkniliga útgerð, máttu
skiparar í gomlum døgum nýta
sól og stjørnur at stýra eftir. Tá
var skjótt at koma av kós, um
ódnarveður var ella ein rendi seg í
tjúkkan mjørka. Bæði Walcheren,
ið fór á land á Skipahellu í Kvívík í
1667 og Westerbeek, sum fór á land
við Lopranseiði í 1742, vóru á veg úr
dagsins Indonesia til Hollands, men
endaðu altso í Føroyum. Marwood,
sum fór á land við Viðareiði í 1847,
var á veg úr Afrika til Liverpool.
– Vit vita um fleiri skip, sum
eru farin á land í Føroyum, men eg
ivist ikki í, at har liggja mong, sum
vit ikki vita um. Vit vita, at skipini
ofta fóru langt av kós og viltust í
ódnarveðri, sigur hann.
Ingi Sørensen heldur, at ferða
vinnan kundi gjørt sær dælt av
hesum, at Føroyar eru so lítið
kannaðar undir havyvirflatuni.
– Útlendingar kundu koma til
Føroya og kava og vita við vissu,
at eingin nakrantíð hevur verið
har fyrr. Hvør veit, hvat tey tá
kunnu finna. Harumframt eiga
vit at søkkja nøkur skip á grynri
vatni til frítíðarkavarar, sigur Ingi
Sørensen.
MYND: INGI SØRENSEN