Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016 SOSIALURIN 84 13 Eitt av teimum kendastu og elstu, vit sum hava góðar keldur um, er hálendski eysturindiafarin Walcheren, sum fór á land norðan fyri Kvívík í septembur 1667. Walcheren var á veg heim úr Batavia á oynni Java, tað sum í dag er Indonesia. Walcheren var eitt stórt skip tá á døgum, ein tvídekkari, sum var 55 metrar langur, 12 metrar breiður og var 600 tons. 27. januar fór skipið úr Batavia, saman við 12 øðrum skipum. Skipafylgið kom á Kappan 9. mai og loysti haðani 8. juni. Á leiðini norðureftir hevur skipafylgið rent seg í ódnarveður og er komið nakað langt norður. Endin var, at Walcheren rendi á land norðan fyri Kvívík, meðan tvey onnur skip í fylginum vunnu inn á Vestmanna. Restin av fylginum kom til Hálands 9. oktobur. Ikki er heilt greitt, hvussu nógv fólk vóru við Walcheren, men søguligar keldur siga, at heilt nógv fólk druknaðu og lótu lív, tá skipið fór á land. Flotin var lastaður við klæðum, nelikari, japanskum kopari og pipari, samanlagt við einum virði av 3 milliónum hálendskum gyllin. Slík flutningsskip høvdu øll kanónir umborð, og mett verður, at eitt skip av hesi stødd man hava havt eini 30 kanónir. Júst um hetta mundi var tó kríggj millum Ongland og Holland og tí er sannlíkt, at Walcheren hevur verið sera væl útgjørdur, við væl fleiri kanónum enn teimum vanligu 30. Skipið fór á land við Skipahellu í Kvívík, men brotnaði í tvøran. Ein partur rak vestureftir og sakk undir Mykinesi, ein annar partur rak til Hvalbiar, meðan ein triðji rak suður eftir millum oyggjarnar. Maður fór av húsi at bjarga fólki og farmi og vøra frá Walcheren var vanlig millum fólk. Okkurt av tí, ið er tikið upp av hesum skipi, luktar av pipari og ber boð um farmin. Serliga Mykinesfólk fingu nógvan ágóða av vraklutum frá skipinum. Í 1979 vóru kavarar frá Tjaldrinum niðri á botni við Mykines og bjargaðu tveimum kanónum. Hildið verður, at tær stava frá Walcheren. Í 1871 hevði eitt skip, sum æt Lerkurin, bjargað tveimum øðrum kanónum á sama stað, sum væntandi eisini stava frá Walcheren. Tær vóru nakað størri enn tær, sum Tjaldrið dró upp. Av tí at Fornminnissavnið ikki hevði umstøður til at taka sær av kanónunum, og fyri so vítt framvegis ikki hevur umstøður til tess, vóru tær søktar í havið aftur og liggja nú út fyri hvalastøðina við Áir. Á Sjósavninum liggja í hesum døgum nakrir vraklutir, sum Ingi Sørensen hevur heintað við Skipahellu. Onkur heldur, at talan er um hjól frá kanónunum umborð á Walcheren, meðan onnur vænta, at talan er um taljur frá einum øðrum skipi, ið sakk har á leið seinast í 1800-talinum. Gjøgnum tíðirnar eru fleiri skip farin á land í Føroyum. Vrak og vraklutir eru ítøkilig minni um sambandið við umheimin. Vit hava kunnleika um nøkur fremmand skip, sum eru farin við Føroyar í eldri tíð. Umstøðurnar í føroyskum sjógvi hava kortini gjørt, at lítið er bjargað. Í 2004 samtykti Løgtingið lóg um vernd av fornlutum í havinum. Sambært lógini eru fornlutir í føroyskum sjóøki ogn landsins Skipsvrak runt Føroyar Fleiri onnur skip eru farin á land ella sokkin nær Føroyum. Svabo nevnir í 1781-1782, at nøkur ár frammanundan var eitt norskt skip farið á land á Sandoynni og í 1804 fórst eitt skip í Svínoy; Sildavaðið í Fuglakvæðinum sipar til hesa hending. Í 1847 rak bretska skipið Mar­ wood á land nærindis Viðareiði, á veg úr Afrika til Liverpool. Í 1895 rak Principia á land í Søltuvík á Sandoynni, á veg úr Dundee til USA. Í 1918 var danska skipið Casp­ er á veg úr Ibiza til Føroya við salti, men fór á land á Lítlu Dímun. Lincoln City var bumbaður og sakk á redini í 1941 og sama ár fór Sauternes, eisini nevnt Jólaskipið, í Fugloyarfirði. Íslendski trolarin Goðanes fór á land í Skálafirði í 1957. Í 1977 fer skotski trolarin Scottish Princess á land á veg inn á Tvøroyri og í 1984 og 2007 sukku skip við Flesjarnar, fyrst Ólavur Gregersen hjá Skipa- felagnum Føroyar og síðani russ­ iski oljubáturin Olshana. Allarhelst eru enn fleiri, sum ongantíð bóru boð í bý, serliga frá gamlari tíð. Hvør veit, kanska okkurt av sjórænaraskipunum, sum herjaðu Føroyar í miðøld eisini fór á land, fulllastað við skattum og gulli. Onnur skip Í 1742 fórst eitt annað hálendskt skip, Westerbeek, á land und­ir bjørgunum sunnan fyri Loprans­ eiði. Westerbeek er kanska kend­ asta skipbrotið frá gamlari tíð. Hesin hálendski eysturindiafarin fór á land við Víkabyrgi, 2. sep­ tembur 1742. Ein vísa bleiv yrkt um hendingina og í 43 ørindum verður greitt frá, hvussu teir skipbrotnu bjargaðu sær og hvussu føroyingar hjálptu teim- um. Westerbeek var á stødd við Walcheren, 44 metrar langur og var 650 tons. Skipið varð bygt í 1722 í Amsterdam. Tað var á sínum sætta túri úr eysturindisku oyggjunum, í dag Indonesia, tá teir rendu seg í tjúkkan mjørka á veg heim. Í 11 dagar høvdu teir ikki sæð tekin til sól ella mána, tíansheldur stjørnur, so teir vistu ikki, hvar teir vóru. Ov seint sóu teir, at teir høvdu beina kós móti landi og sigldu á land sunnan fyri Lopranseiði. Farmurin hjá eysturindia- farunum var vanliga te, kaffi, pipar og annað krydd. Ferðin hjá eysturindiafarunum kundi taka tað mesta av einum ári hvønn vegin, og tí var ikki óvanligt at mans vóru fleiri ár heimanífrá. 11 mans lótu lív, meðan 80 fingu bjarging frá vágbingum. Teir klatraðu í land av skipinum eftir mastrini, sum lá brotin inn móti berginum. Teir sterkastu tóku síðani leiðina til Vágs, har teir funnu fólk í kirkjuni. Í bók síni um hendingina, Westerbeek, sum kom út í 2008, skrivar Mathias Lassen, at av teimum 80 sluppu einans 10 av landinum aftur hetta árið. Hinir 70 mátti allir liggja í Føroyum allan veturin. Føroya Fornminnissavn hevur eitt skrín frá Westerbeek í varðveitslu. Skrínið rak á land nær Sumba. Í 2008 var ein roynd gjørd at kava eftir vraklutum frá skipinum, men einki varð funnið. Metaldetektorar vístu tó, at okkurt liggur umleið ein metur undir havbotninum. Danski eysturindiafarin Norska Løva fór í 1707 á land í Lamba­ vík. Hon hevði 36 kanónir um­ borð. Norska løva fór úr Keyp­ mannahavn í 4. desembur. Hon rendi seg í ódnarveður og var rakt av toruni 18. desembur. 19. desembur valdi skiparin at høgga høvuðsmastrina niður, men misti í sama viðfangi hjámastina. Sama dag fekk hon ein ógvusligan sjógv, sum skolaði 14 mans í havið. Nýggjar­ársaftan sakk hon á Lamba­vík, men um 100 mans bjargaðu sær á land. Fólk fóru beinanvegin undir at bjarga tí, ið eftir var av skipinum, men eitt omanlop seinni um dagin fjaldi skipið. Tað sigst, at skipið var full­lastað av gulli, sum skuldi nýt­ast at gjalda fyri vørur í India. Klokkan úr skipinum var bjargað og hongur nú í Havnar Kirkju, har tað eisini hongur ein eftirgerð av Norsku Løvu. Ein stólur úr skipinum stendur í Blásastovu í Gøtu. Westerbeek Walcheren Norska Løva Hesi hjólini fann Ingi Sørensen 100 metrar úr landi í Kvívík. Tey stava møguliga frá Walcheren ella onkrum øðrum skipi, ið sakk á somu leið Endurgerð av Batavia, sum var systirskip hjá Westerbeek Ole Wich hevur teknað frímerki, sum Posta læt gera av klokkuni í Havnar kirkju