Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016 SOSIALURIN 84 14 DANJAL AV RANA I ngi Sørensen heldur, at føroyingar áttu at gjørt meiri burtur úr at søkt bátar og skip til kavarar at nýta. Talið á frítíðarkavarum er nógv økt seinastu árini, men møguleikarnir hjá teimum at kava niður á skips­ vrak eru sera avmarkaðir, av tí at flestu teirra liggja á ov stórum dýpi. Tí halda Ingi Sørensen og onn­ur, at føroyingar áttu at søkt skip á grynri støðum, har frítíðarkavarar eisini kunnu náa niður. – Vit hava nógvan sandbotn í Føroyum, har lítil gróður er. Tá skip verða søkt, er tað sum at leggja spíran til ein urtagarð. Fyrst kemur tari, síðani kemur lív, og tað verður næstan sum eitt korallriv. Tað er heilt fantastiskt, fult av lívi eitt stað, har tað fyrr bara var sandur, sigur Ingi Sørensen. Hann heldur, at hetta eru atlit sum mugu takast við í rokni­stykk­ inum, tá tosað verður um, hvussu dálkandi tað er at søkkja skip. – Hetta verður gjørt alla aðra­ staðni. Sunnanfyri, í Danmark og í USA hava teir enntá søkt eitt tanga­skip, fyri at skapa lív á hav­ botninum, og spenning fyri kav-ar­ arnar. Hetta kundi gjørst ein veru­ lig attraksjón í Føroyum, sigur Ingi Sørensen Klaksvíkingar keyptu sær fýra bátar, sum ætlanin var at søkkja á Borðoyavík, men tá til stykkis kom, fingu teir einans loyvi til at søkkja ein frá landsmyndugleikunum. – Um klaksvíkingar høvdu fingið loyvi at søkt allar fýra bátarnar, høvdu kavarar úr øllum landinum komið norður at kava. Teir høvdu gjørt ein hyggetúr burtur úr at farið norður leygardagar og sunnudagar at kava í forvitnisligu vrøkunum á Borðoyavík. Tað týdningarmesta er at skapa trivnað, eisini fyri kavararnar, sigur hann. – Hetta manglar til kavingina í Føroyum. Vit mangla støð at kava nið­ur til. Hugsa um Flesjarnar. Tað hevði verið ideelt at søkt fleiri skip har, sigur Ingi Sørensen, sum harm­ast um, at Olshana, sum rendi á Flesj­arnar í 2007, var søkt á 75 metra dýpi. – Eg var niðri og kannaði botnin á Olshanu. Eg hugsaði við mær sjálvum, at tað hevði verið fínasta slag, um teir søktu hana beint har, á umleið 25 metra dýpi. Tað hevði verið fantastiskt. So kundi man farið niður og tikið alla oljuna upp, uttan at tað kostaði tað stóra, og so kundi vrakið ligið eftir og prýtt um sum eitt fantastiskt frítíðarítriv í fleiri hundrað ár. Í staðin drógu teir hana út á 75 metrar og søktu hana, og so liggur hon har sum ein umhvørvisbumba, full av olju, sigur hann. – Skálafjørðurin er eitt móru­ dýki, hann er steindeyður, burtsæð frá nøkrum fáum hummarum, sum liva í móruni. Søkkir man nøkur skip, so skapar tað lív. Tari fer at veksa og fiskur kemur til, tað verður spennandi hjá kavarunum, tað er bara jaligt, sigur Ingi Søren­ sen. – Sjálvandi skulu vrakini tømast fyri olju og øðrum vandamiklum, men so kundi restin verið søkt. Vit mugu ikki taka alt úr skipinum, allar maskinur og slíkt, og so bara søkkja eitt tómt hylki. Tað hevði verið ov lítið áhugavert. Eisini er neyðugt at søkkja ordilig skip og ikki bara útróðrarbátar úr træ, sigur hann. – Tað líkist ongum, at almennir myndugleikar bremsa hesum ætl­ anunum og ikki taka atlit at tí lívið, sum slík sokkin skip skapa, sigur Ingi Sørensen. SKIPSVRAK Reynsmúli er fyrsta royndin Leygardagin 9. juli varð fyrsta skipið sokkið við tí endamáli, at geva kavarunum eitt undirvatns spælipláss. Talan er um út­róðrar­ bátin Reynsmúli KG 587, sum varð sokkin á Borðoyavík. Tað eru Norðlýsið, Faroe Dive, JT-Kaving og Mekanor, sum hava samstarvað um hesa ætlanina saman við Umhvørvisstovuni. Upprunaliga varð søkt um loyvi at søkkja fýra skip, men av tí at hetta var fyrstu ferð, slíkt varð roynt, varð loyvi einans givið til ein bát. Av tí at hetta er fyrstu ferð, hevur arbeiðið eisini tikið nógv longri tíð enn ætlað. SOKKIN SKIP KUNNU GERAST OKKARA KORALLRIV – Skipsvrakini gerast til fantastisk riv, full av lívi, sigur Ingi Sørensen, sum er sannførdur um, at Føroyar kunnu gerast eitt paradís fyri frítíðarkavarar MYND: INGI SØRENSEN Búmerki hjá Skipafelagnum sæst á skorsteininum hjá Ólavi Gregersen MYND: INGI SØRENSEN Ólavur Gregersen hjá Skipafelagnum Føroyar rendi á Flesjarnar í 1984 og liggur nú á 24m dýpi MYND: INGI SØRENSEN Ingi Sørensen