Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016 SOSIALURIN 84 15 TÍÐINDI DANJAL AV RANA F øroyar hava eina sera stóra serliga tilbúgving í mun til talið á løgreglufólkum í Føroyum. Heili 20 mans, svarandi til ein fimtapart av allari fjøldini, eru knýttir at tilbúgvingarliðnum hjá løgregluni. Fleiri løgreglufólk hava givið til kennar, at tey halda, at tað er ov nógv og kostnaðarmikið hjá føroysku løgregluni, men hesum er Niels Erik Nymark Jensen, chefs­politiinspektørur, ikki samd­ ur við. – Føroyar eru 18 oyggjar. Tá yvirgangur kann raka Utøya, kann hann eisini raka okkum, og so skulu vit vera til reiðar at klára okkum sjálvi, inntil eykastyrkin frá Danmark røkkur fram. Ein góðan dag, tá vindur og veður eru til vildar, tekur tað tríggjar tímar. Vit kunnu tó eisini vera avskorin í longri tíð, sigur hann. Hann vísir tí til hendingina í Myki­nesi her fyri, tá ein maður hótti fólk og løgreglan var boð­ send. Tríggjar smáar tímar seinni var tamarhald á støðuni og mað­ urin handtikin. – Hendan hendingin vísir, hvussu týdningarmikið tað er, at vit kunnu klára okkum sjálvi í spentum støðum. Líkamikið hvar í Føroyum, okkurt hendir, ella nær, sigur hann. Tí heldur hann, at hóast Før­ oyar eru eitt av friðaligastu sam­ feløgum í heiminum, so er tørvur á einum tilbúgvingarliðið í Føroy­ um. MUGU HAVA TERROR- TILBÚGVING Í FØROYUM Tríggir bil­før­ arar rendu á sama seyði í mjørkanum mikudagin Tað var kolasvart í mjørka mikudagin, og av tí sama komu onkrir bilførarar illa fyri. Ein bilførari til løgregl­ una og boðaði frá, at hann hevði koyrt á ein seyð á vegnum beint norðanfyri Hundsarabotn. Men tað vísti seg, at seyðurin var longu ákoyrdur stutt frammanundan, men tann fyrri bilførarin, sum koyrdi á hann, er bara rýmd­ ur av staðnum og hevur latið seyðin liggja á vegnum. Tann seinni bilførarin, sum koyrdi á seyðin, fekk skaða á bilin. Tey fluttu seyð­in til viks, men kortini rakti ein triði bilførari sama seyð, so tilsamans varð sami seyður ákoyrdur tríggjar ferðir. – Tað sigur eitt sindur um, hvussu svart tað hevur verið, sigur løgreglan. Men tey halda samstund­ is, at tað er rættiliga ábyrgd­arleyst av tí fyrsta bilføraranum, sum koyrdi á seyðin, at rýma av staðnum, uttan at siga frá. – Tann bilførarin átti at hugsa um tey, sum komu koyrandi aftan á, at hann var farin, og at ein seyður, sum liggur á vegnum er til stóran vanda fyri ferðslutrygdina, serliga í so ringum sýni. Sami seyður árendur tríggjar ferðir Watson verjir njósnarar í Føroyum Tá yvirgangur kann raka Utøya, kann hann eisini raka Føroyar. Tí mugu vit hava eina tilbúgving klára, sigur Niels Erik Nymark Jensen, politiovasti í Føroyum – Tá yvirgangur kann raka Utøya, kann hann eisini raka okkum, og so skulu vit vera til reiðar at klára okkum sjálvi, sigur politiovastin Sea Shepherd hevur njósnarar í Føroyum Paul Watson ger púra greitt, at hann hevur ongar ætlanir um at svara spurninginum, ið nógvir føroyingar hava undrast yvir. – Hvør er tað, ið umsetur før­ oyskar greinar fyri Sea Shepherd? Tað er fleiri ferðir komið fyri, at Sea Shepherd kann endurgeva akutellar tíðindagreinar úr før­ oyskum miðlum. Tí hava fólk undrast á, hvør tað er, sum hjálpir Sea Shepherd við hesum. – Tað er eitt loyndarmál, men tað hoyrir til njósnara, at teirra samleiki er duldur. Tað er eingin grund at hava loynilig sambond, um fólkini, ið tú njósnast móti, vita hvørji tey eru, skrivar Paul Watson. Nú er tað ikki júst óvæntað, at Paul Watson ikki er sinnaður at avdúka, hvør tað er, ið um­setur greinar fyri hann, og tað nevnir hann eisini fleiri ferðir í dag­før­ ingini. Í dagføringini leggur hann eisini dent á, at teir føroyingar, ið stuðla Sea Shepherd, ikki hava nakað at skammast yvir, men stuðla í veru­ leikanum grindahvalunum. – Tað tykist ikki sum at nak­ ar hevur ein ringan smakk í munninum, men tað er tí, at eing- in teirra etur eitraða grind og delfin­tvøst. Eg havi ikki gagn av hesum, men hetta er til gagns fyri hvalirnar, hvørs lív verða ofrað í navninum hjá eini fornari siðvenju, ið ikki hoyrir til í 21. øld, skrivar Paul Watson. Nýskipan dregur út Arbeiðsnevndin, ið hevur fingið til uppgávu at gera ein nýtt uppskot til fiskivinnulóggávu, verður ikki liðugt til tíðina. Tað veit Kring­ varpið at siga. Eftir ætlan skuldi arbeiðs­ nevndin vera liðug við sítt arbeiði 1. august í ár, men við Kringvarpið sigur Johnny í Grótinum, formaður í bólkinum, at nevndin hevur heitt á Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um at leingja freistina Tað er óvist um ynskið hjá nevnd­ini verður eftirlíkað, tí sjálvur hevur landsstýrismaðurin ong-ar viðmerkingar til umbønina. Við Kringvarpið sigur hann, at hann fyrst má síggja, hvat nevnd­ in biður um, áðrenn hann kann úttala seg.