hósdagur 21. juli 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016
SOSIALURIN 84
16
SAMRØÐA
HÓTT AV BRO
Í MEKSIKO
ANN KRISTINA S. SIMONSEN
J
órun Nielsen úr Vestmanna hev
ur seinastu 5 árini verið búsit
andi í Meksiko, har hon lesur
til sálarfrøðing. Meksiko er eitt
fantastiskt land, við sera blíðum og vin
arligum fólkum, men tó skal man ansa
væl eftir, at man ikki kemur í samband
við tey skeivu fólkini, tí hetta kann fáa
álvarsamar avleiðingar. Tað sigur Jórun,
sum fyri trimum mánaðum síðani var
hótt av limum í meksikanska kartell
inum, meðan hon var í starvsvenjing sum
sálarfrøðingur.
Vildi okkurt øðrvísi
Kærleikin til Meksiko byrjaði av álvara
tá ið Jórun, á sínum øðrum árið á Fiski
vinnuskúlanum, var á námsferð í býnum
Cancun í Meksiko. Henni dámdi so væl
landið, og fólkið ið hon møtti har, at tá ið
hon kom aftur til Føroyar, gjørdi hon av at
fara at kanna møguleikarnir fyri at nema
sær útbúgving har.
- Tá eg kom aftur frá námsferðini,
var tað so myrkt og kalt her heima, at
eg beinanvegin longdist eftir at sleppa
yvir aftur. Eg hevði avgjørt at fara undir
hægri lestna, og vildi sleppa at royna
okkurt heilt øðrvísi og spennandi land,
við nógvari sól, sigur Jórun.
Tað var ikki bara sum at siga tað, at
fáa stýr á øllum sum skal fáast uppá
pláss áðrenn tú kanst fara avstað. Jórun
setti seg í samband við Studna, og fekk
at vita, at um útbúgvingin hon ynskti
varð góðkend av danska statinum, so
var eingin trupulleiki at fáa fíggjarligan
stuðul frá Studna til útbúgvingina. Tó
kann tað taka langa tíð at fáa í lag, tí tú
kanst millum annað ikki byrja at søkja inn
á útbúgvingar, um tær ikki eru góðkendar
av danska SU fyrst.
Stutt eftir námsferðina, fór Jórun tí í
holt við at kanna skúlar, og at søkja um
tey ymisku loyvini, ið neyðug vóru. Eitt
ár eftir hetta, var alt komi upp á pláss, og
Jórun var sloppin inn á lærda háskúlan í
Cancun, Meksiko, har hon skuldi lesa til
sálarfrøðing.
- Umframt hjálpina frá Studna, so
eru fólkini í Cancun eisini sera blíð og
hjálpsom, og har var nógv hjálp at heinta,
bæði við øllum pappírarbeiðinum, og tá
ið tað snúðið seg um at finna okkurt at
búgva í, eins og við øllum øðrum, ið skal
til, tá ið tú kemur til eitt nýtt stað, sigur
Jórun.
Leyp út í tað
Tann 23 juni 2011 er dagurin tá ið Jórun
varð liðug við sína miðnámsútbúgving
á Fiskivinnuskúlanum, og sama dagin
legði hon leiðina allan vegin til Cancun,
Meksiko. Har byrjaði hon nýggja lív sítt
við at fara á ein málskúla í sponskum.
Hesin skúlin vardi í tríggjar mánaðar,
og síðani byrjaði hon at lesa sálarfrøði á
lærda háskúlanum.
- Eg dugdi als ikki málið aðrenn eg fór,
men vildi bara royna okkurt heilt nýtt, og
nakað annað enn tað, ið øll hini gjørdu,
so eg leyp bara út í tað, sigur Jórun, ið sá
lestrartíðina sum ein møguleika at læra
landið og málið, ið hon var vorðin so
hugtikin av, betur at kenna.
Sjálvt um spanskt er móðurmálið í
Meksiko, so er Cancun ein feriubýur, og
tí duga tey allarflestu eisini at tosa enskt.
Hetta var ein stór hjálp, og eisini hjálpti
tað, at tær flestu uppgávurnar tað fyrsta
árið kundu lætast inn á enskum. Eftir hetta
var allur lesturin á sponskum, men tá var
Jórun vorðin so mikið trygg í sponskum,
at hetta als ikki var nakar trupulleiki. Nú,
– Har yviri fært tú ikki nakra ávaring frá teimum
kriminellu, um tey ætla sær at gera seg inn á teg, tí
tey drepa fyrst - og spyrja aftaná. Tað sigur Jórun
Nielsen, sum í blaðnum í dag greiðir frá bæði góðum
og minni góðum hendingum, hon hevur havt tey
seinastu 5 árini, hon hevur verið búsitandi í Meksiko