hósdagur 21. juli 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016
SOSIALURIN 84
17
OTSMONNUM
eftir at hava verið búsitandi har í fimm ár,
tosar Jórun flótandi spanskt, og følir tað
næstan eins og lætt sum at tosa móður
mál sítt.
Fann kærleikan í Meksiko
Hóast Jórun fór einsamøll avstað, so
kendi hon seg ikki einsamalla leingi.
– Eg møtti fleiri har yviri, tá ið eg var á
námsferð, ið eg enn hevði tætt samband
við, og eisini møtti eg skjótt nógvum
nýggjum fólki ígjøgnum málskúlan
og lærda háskúlan, so eg var ikki heilt
einsamøll, sigur Jórun.
Ein av teimum, ið Jórun møtti á náms
ferðini, var 33 ára gamli Sergio Martínez
Muñoz, ið er tónleikari, og spælur og syng
ur við einum rokkbólki í Cancun. Tey
gjørdist vinfólk beinanvegin, og nakrir
mánaðar eftir at Jórun flutti yvir har
at lesa, gjørdust tey par og eiga nú 2 ára
gomlu Emmu Sofíu saman. Spurd um, um
tað ikki er torført at liva saman við einum,
ið kemur frá einari aðrari mentan enn hon
sjálv, sigur Jórun, at hetta als ikki hevur
elvt til trupulleikar hjá teimum, av tí at
Sergio og hon hava sera nógv til felags.
- Hóast vit koma frá tveimum ymiskum
upprunum og mentanum, so eru vit øgiliga
lík. Tað er faktiskt eingin munur á í okk
ara føri, tí at hugsunarhátturin hjá Sergio
líkjast nógv tí hjá tí vanliga føroyinginum.
Hóast Meksiko er eitt katólskt land, og
fólkið sum heild er rættiliga religiøst, so
er Sergio ikki ein av teimum, so tað hevur
ongantíð verið nakar trupulleiki ímillum
okkum av hesum, sigur Jórun.
Studningurin røkkur langt
Eftir at hava verið í Meksiko í 5 ár, er
Jórun liðug við tað, ið svarar til eina
bachelor her heima. Hon, Sergio og dótt
urin Emma Sofía búgva í einum tvey
planshúsum í einum miðal kvarteri, og
eftir summarferiuna, fer Jórun í holt við
at taka sína master har yviri.
- Tá ið tú ert lesandi við føroyskum
studningi, so livir tú sera væl, tí pening
urin røkkur meira enn dupult so langt
í Meksiko, enn hann ger har heima. Tú
kanst tí búgva og liva øgiliga væl í mun
til tey, ið eitt nú lesa í norðanlondum,
sigur Jórun.
Hótt av limum í Kartelli í Mexico
Ein partur av lestnaðinum hjá Jórun
var starvsvenjing innan sálarfrøði, og
hesa starvsvenjing tók Jórun í einum
fólkaskúla í tí fátækara partinum av
Cancun. Har skuldi hon starvast sum
sálarfrøðingur, soleiðis at næmingarnar
á skúlanum kundu koma at tosa við hana,
um tey høvdu tørv á tí.
- Ein av teimum, ið kom at tosa við meg,
var ein 14 ára gomul genta. Hon byrjaði
at práta við meg um sínar trupulleik
ar, og fortaldi mær alt sum gekk fyri seg
heima hjá teimum, og við pápanum. Tað
vísti seg at hendan gentan var dóttir ein
mann, ið hevur høgan status innan kartelli
í Meksiko. Dagin eftir kom mamman hjá
hesari gentini til mín og var í øðini. Hon
vildi hava at vita alt, sum dótturin hevði
sagt mær, og tá eg segði henni, at eg vegna
tagnarskyldu ikki kundi siga henni nakað,
hótti hon meg og segði, at um pápi hennara
fann útav at gentan hevði verið har og tosa
við meg, so kundi hon ikki garantera fyri
hvat fór at henda mær, sigur Jórun, ið
gjørdist mikið ørkymla av hesum.
Tað fyrsta í Jórun gjørdi, var at fara
aftur til lærda háskúlan, at greiða frá
hesum, tí hon visti ikki rættiliga hvussu
hon skuldi bera seg at.
- Har yviri fært tú ikki nakra ávaring
frá teimum kriminellu, um tey ætla sær
at gera seg inná teg, tí tey drepa fyrst,
og spyrja aftána. Tí var eg rættiliga ótta
Eg havi verið bangin av mær, og
nervøs fyri at eg varð eygleidd
ella forfylgd, sigur Jórun Nielsen
MYND: SIGMAR MØRKØRE
- Hóast vit koma frá tveimum ymiskum upprunum og mentanum, so eru vit øgiliga lík,
sigur Jórun Nielsen um Sergio, ið hon eigur eina dóttir saman við
PRIVATMYND