Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016 SOSIALURIN 84 18 full, og fekk eisini at vita frá lærda há­skúlanum, at eg ikki skuldi vísa meg aftur á tí skúlanum, men gera starvsvenjingina lidna aðrastaðni, sigur Jórun, sum tó einki hevur merkt til hóttan­ina eftir hetta. Nú eru tað tríggjar mánaðir síðani at hetta fór fram, og hóast Jórun einki hevur merkt til, at hóttanin gjørdist veruleiki, so hev­ ur hendingin fylgt nógv í tonk­um hennara. - Síðani hetta havi eg verið nokk so paranoid, tí Cancun er ikki nakar stórur býur, og sjálv eri eg hvít við ljósum hári, og skilji meg tí lætt burturúr mongd­ ini. Eg havi verið bangin av mær, og nervøs fyri at eg varð eygleidd ella forfylgd, sigur Jórun. Hon leggur afturat, at nú, eftir at fleiri mánaðar eru farnir aftur um bak síðan hendingina, so heldur hon ikki at tað er nakað at óttast, men sigur tó, at tað eitt nú er tílíkt sum ger at hon umhugsar at flyta heim aftur til Føroyar. Ætlanir um at flyta heim Tað er serliga veðurlagið, ið Jór­un dámar betur við at búgva í Meksiko, heldur enn í Føroyum. Eisini trívist hon sera væl við at ein hevur lættari við at verða anonymur, og at fólk eru meira opin, og lættari at koma í prát við, enn tey eru í Føroyum. Hó­ ast hetta, so kann hon til tíðir sakna bæði tað kaldara verðið í Føroyum, og at man kemur hvørj­um øðrum meira við. Tey fyrstu árini hugsaði Jór­un als ikki um at koma heim aftur til Føroyar at búgva, men eftir at dótturin er komin til verð­ina, hevur hon spælt sær meira og meira við tankan um at koma heim aftur á klettarnar. Hetta kemst av, at hóast tað er nógv við lívinum í Meksiko, ið Jórun er sera glað fyri, so er tað eisini nógv, ið er minni gott har, ið man ser­liga bítur merki við, tá ið man hev­ur fingið sína egnu familju, og tí hevur børn at hugsa um. - Sum nú er tosa vit nógv um at flyta heim aftur tá ið eg eri liðug at lesa, og tað vil eg fegin, tí eg føli meg nógv tryggari í Føroy­ um. Eg vildi ikki sagt at eg bein­ leiðis havi verið í vanda, men eg havi lært, at man má ansa sera væl eftir har yviri, tí har er nógv­ ur harðskapur, og stórur ótrygg­ leiki í landinum. Eitt nú, má man helst ikki fara einsamøll til handils um kvøldarnar, og ansa væl eftir hvønn man kemur í samband við, og hvørjum man bjóðar inn til sín, sigur Jórun. Hon greiður frá at kriminal­ itet­urin er nógv ógvusligari har enn her heima, og tað er als ikki óvanligt at børn verða rænd frá foreldrunum, ið sjálvsagt hevur fylt nógv í tonkunum síðani Jórun fekk Emmu Sofíu. Umframt tryggleikan við­víkj­ andi kriminaliteti, so er tað eisini annað ið ávirka tankar­nir um at flyta heim. Skúlaskipan­in og heilsuverkið er á einum nógv hægri støði í Føroyum, og eisini hava vit nógv fleiri rættindi her heima, um nú okkurt er, ið ikki gongur eftir ætlan. - Um okkurt gongur gali, so er so nógv sum kann lofta tær her heima, meðan tú als onga hjálp fært har yviri, sigur Jórun. Viðmælir øllum at royna sínar veingir Hóast Jórun hevur haft bæði góð­ ar og minni góðar royndir í Meks­ iko, so hevði hon als ikki vilja verið hesar fyri uttan. - Mær dámar øgiliga væl í Can­ cun, og eg vil ráða øllum til at taka av møguleikunum at uppliva eitt annað land og eina heilt aðra ment­ an enn okkara egnu. Tú lær­ir nógv meira um menn­iskja og um hvussu menniskja livir, og hendan lær­dóm kanst tú ikki fáa, við bert at vera her heim. Eg hev­ði ikki broytt tað fyri nakað, og eri øgiliga glað fyri at verða har yviri, sigur Jórun og leggur afturat, at hon gleðir seg til at koma yvir aftur til Meksiko, og at fara í holt við tey seinastu tvey árini av lestnaðinum. - Mær dámar øgiliga væl í Cancun, og eg vil ráða øllum til at taka av møguleikunum at uppliva eitt annað land og eina heilt aðra mentan enn okkara egnu, sigur Jórun Nielsen úr Vestmanna   PRIVATMYND Familjan á strond í Cancun  PRIVATMYND