Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016 SOSIALURIN 84 20 Kári P. Højgaard 65 ár E g havi tað heilt fantastiskt. Tá eg hyggi aftur á lívið, so má eg bara ásanna, at tað hevur gingið skjótt. Tað sigur Kári P. Højgaard, løg­ tingsmaður, fyrrverandi lands- stýrismaður og fyrrverandi for­ maður fyri Nýtt Sjálvstýri, sum hós­dagin fylti 65 ár. Kári P. Højgaard hátíðarhelt dagin í Danmark, har familjan eigur eitt summarhús í Lolland. Tá Miðlahúsið ringdi fyri at ynskja hon­um tillukku við degnum, gledd­ ist hann yvir eitt eydnuríkt lív. – Eg havi verið ríkiliga signaður, bæði andaliga og tímiliga. Eg havi eina góða konu, seks børn, fimtan abbabørn og eitt gott starv. Eg kundi ikki ynskt mær meira, sigur Kári P. Højgaard. Flestu føroyingar munnu kenna Kári P. Højgaard frá hansara starvi sum løgtingsmaður. Hann kom fyrstur ferð á ting í 2001, tá hann tók sæti sum varamaður fyri Sámal Petur í Grund, ið tá var landsstýrismaður. Í 2002 varð Kári P. Højgaard valdur á ting, og hevur hann, fyriuttan tá hann sat sum landsstýrismaður í inn­ lendismálum frá 2011-2013, havt sæti síðan. Spurdur um hann hevur ætlanir um at halda fram í politikki, vil løg­ tingsmaðurin ikki sigur ov nógv. – Um hendan samgongan situr alt skeiðið, so verði er 68 ár til næsta løgtingsval. Pensjónsaldurin er 67 ár, so tað sigur seg sjálvt, at eg má umhugsa støðuna væl og virðiliga tá, sigur Kári P. Højgaard. Kári P. Højgaard var føddur 21. juli 1951 á Strondum og er sonur Meinhardt og Jenny Højgaard. Hann er giftur við Simonu Høj­ gaard og eiga tey børnini Maibritt, Jan, Anni, Bogi, Bárður og Heidi. Eftir lokið realprógv í 1967 sigldi Kári P. Højgaard í nøkur ár, áðrenn hann fekk starv sum avgreiðslupostboð í 1971. Í 1967 tók hann við sum yvirpostboð og helt fram í tí starvinum til 2001. Umframt at hava verið løg­ tings­limur og landsstýrismaður, so røkti Kári P. Højgaard eisini sessin sum býráðslimur í Runavíkar kommunu frá 1988 til 2008. NØVN Gudny í nýggja nevnd Gudny Langaard, fráfarni stjóri í Vodafone, hevur tikið við eini nýggjari avbjóðing. Krea boðar nevniliga frá, at Gudny Langgaard er nýggj í nevndini hjá felagnum. Talan er um fyrstu uppgávuna hjá Gudny Langgaard eftir, at Vodafone 10. mai í ár boðaði frá, at Gudny Langgaard fór frá sum stjóri í Vodafone. Tá segði Gudny Langgaard við in.fo, at hon ætlaði at vera heimagangandi næsta hálva árið. – Fyribils fari eg at vera heima­ gangandi í eitt hálvt ár, meðan eg leiti mær eftir nýggjum av­bjóð­ ingum. Men eg verði knýtt at Voda­ fone hesa tíðina, tó at eg ikki fari at vera á arbeiðsplássinum dagliga, sigur Gudny Langgaard. Hon legði tó eisini tá dent á, at hon ynskti at halda fram í sam­ skiftisvinnuni. – Eg trívist væl í samskiftis­ vinn­uni, men har eru størvini avmarkað. Mínar kvalifikatiónir eru leiðsla og marknaðarføring, og tað eru uppgávur, sum allar fyri­ tøkur hava tørv á. Gudny Langgaard hevur lisið MBA og BA í altjóða markn­aðar­ føring, umframt at hon hevur verið marknaðarleiðari á Sosialinum og sølu- og marknaðarstjóri á Vodafone. Tað eru brøðurnir hja Gudny Langgaard, Jaspur og Reimund Langgaard, ið eiga Krea. Fríggjadagin 17. juni fingu Heidi Sevdal, Runavík, og Hans Erik Danielsen, Toftir, eina dóttur. Hon vigaði 3.700 gr. og var 51 cm lang. Lítla fitta diddan eitur Anna Sofía Sevdal Danielsen, og er uppkallað eftir langommuni í Runavík. 12. juli fingu Dagny Hellisdal og Ragnar Alex Glyvradal, Norðskála, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4290 gr. 7. juli 2016 fingu Kathie og Heri Jacobsen í Klaksvík ein son. Hann vigaði 4690 gr og var 58 langur cm. Føðingar