hósdagur 21. juli 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016
SOSIALURIN 84
21
62N
nýggjan stjóra
Ferðaskrivstovan 62N fær nýggjan
stjóra 1. august. Tað er Bergur
Thomsen, sum áður hevur starvast
sum sølu- og marknaðarleiðari í
traveldeildini í 62N, sum tekur við
starvinum.
Bergur Thomsen er 32 ára
gamal. Hann er giftur og hevur
eina dóttur. Hann hevur seinasta
tíðina starvast á Sansum.
Heidi Petersen hevur verið stjóri
í fyritøkuni síðani hon og maðurin,
Tummas Christophersen, keyptu
allan partapeningin í fyritøkuni í
2014. Talan er um Flogfelag Føroya,
sum í 2007 skifti navn til 62N.
Oliver verður 70
Í
morgin, leygardagin 23.
juli, verður Oliver Joensen,
blaðstjóri á Norðlýsinum, í
Klaksvík 70 ár. Føðingardagin
er hann saman við konuni og dygga
stuðli sínum Elsu í Skotlandi.
Eingin hevur so stútt og støðugt
seinastu knøppu hálvu øldina
profilerað Klaksvík og Norðoyggjar
so nógv sum føðingardagsbarnið,
sum í morgin røkkur dustsins
árum. Síðani fyrst í sjeyti árunum
hevur hann mest sum út í eitt
staðið á odda fyri Norðlýsinum.
Aftur og aftur hevur hann mint á,
at setningurin er tann sami, sum
hann var, tá ið hugsjónarmenn
fyri stívliga hundrað árum síðani
tóku seg saman at geva blað út,
sum skuldi vera ein rødd hjá norð
oyingum og ein verja ímóti tí, sum
varð og verður roknað at vera
ágangur aðra staðni frá.
Oliver hevur verið ótroyttiligur
við penninum og ikki minni við
fototólinum. Norðlýsið fekk tíð
liga fatur á týdninginum, sum
digitala síðan av miðlanini hevur,
og á netinum hevur nordlysid.
fo eina rúgvu av fínari mynda
dokumentatión av øllum møgu-lig
um støðum og tiltøkum. Fyrst og
fremst í Klaksvík og Norðoyggjum
og har, sum klaksvíkingar eru
uppí, men síðstu tíggju árini –
síðani tunnilin læt upp – hevur
málið eisini verið at dekka eystara
partin av Eysturoy og Skálafjørðin
alt meiri.
At reka blað og miðlar í Føroyum
er stór avbjóðing. Um alt arbeiðið
skal gerast sambært sáttmála
og við gjaldi fyri yvirtíð og viku
skiftisarbeiði og dupultari løn, so
høvdu bløð og heimasíður langt
síðani verið burtur. Tað veit eingin
betri enn Oliver. Høvuðsorsøkin til,
at arbeiðið, sum hann fór undir fyri
skjótt hálvari øld síðani, framvegis
er við sítt fríska lív, er, at hetta
er eitt familjuprojekt. Konan og
børnini hava verið og eru uppií.
Elsa og Oliver eiga fýra børn.
John William lærdi til prentara
og hevur í nógv ár rikið Norðlýsið
saman við pápanum. Hannefía
arbeiðir á Norðlýsinum, og Jastrid
var eitt skifti uppí. Nú rekur hon
saman við manninum egið virkið
innan miðlar og annað, sum er
tengt at tí. Jacobina býr í Reykjavík.
Oliver er klaksvíkingur um
ein háls. Foreldrini, Hannefía og
John William, vóru klaksvíkingar.
Tað lá kanska í kortunum, at føð
ingardagsbarnið fór at verða
sjómaður og skipari. Abbarnir
vóru báðir skiparar – Oliver í
Gøtu á Polarfarinum og Dávur úr
Gerðum á Skálanesi. Oliver royndi
sjólívið, men hann valdi at útbúgva
seg innan skrivstovuyrkið, og hann
var í Keypmannahavn og las víðari.
Longsulin eftir føðistaðnum og
heimliga umhvørvinum var orsøk
til, at hann flutti heim aftur.
Náttúran fyllir nógv. Oliveri
dámar væl at flóta og veiða úr
sjónum og luftini, hann er ofta
við síla- og laksatráðuni á vøtnum
og víkum, vágum og firðum kring
landið, túrarnir í fjøllunum eru
nógvir, og ferðirnar til Selatraðar,
har konan hevur røtur, hava verið
nógvar.
Arbeiðið á Norðlýsinum hevur
borið so mangt annað við sær,
sum føðingardagsbarnið sjálvur
og saman við øðrum hevur fingið
á glið. Hann var stjóri á kunningar
stovuni og skipaði fyri rundferðum
kring oyggjarnar við Smyrli. Hann
eigur stóran leiklut í sjómanna
degnum og kópakonuni, og soleiðis
kundu vit hildið fram.
Vit takka fyri gott samstarv við
fryntliga og fyrikomandi nú 70 ára
gamla unglingan í øll hesi árini, og
vit vóna, at tað fer at halda fram.
Hjartaliga til lukku og blíðan
byr ynskja vit Elsu, tær, børnunum,
verbørnunum, abbabørnunum - og
Norðlýsinum!
Sosialurin
MYND: SÍMUN Á HØVDANUM
MYND: SÍMUN Á HØVDANUM
PRIVAT MYND