Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016 SOSIALURIN 84 22 FILMUR ÁRNI GREGERSEN Skapandi vinnur eru settar aftur á breddan, men longu í sjeyti- árunum vaknaði ein filmsvinna í Føroyum Teir tríggir Jens Pauli Hein­e­sen, rithøvundur, Eyð­un Johannesen, sjónleikari, og Roland Thomsen settu sær tá fyri at skapa ein film. Filmurin skuldi vera um tær nýmótans Føroyar. Hetta var í veuleikanum eitt móttrekk móti teimum filmum, sum útlendingar áður høvdu gjørt um Før­oyar. Allir hesir filmar – millum ann­ að tann svenski hjá Nord­ensjøld – lýstu Føroy­ar í gomlum døgum og vóru meira at siga ein romant­isk mynd av gomlu Føroyum. Teir tríggir føroyingar­nir høvdu sett sær fyri at gera ein film um Føroyar í sjeyti-árunum og royna at lýsa, hvørjar hugsanir føroying­ ar høvdu um seg sjálvan og um hvussu landið skuldi mennast í framtíðini. Framburður og hugburður Filmurin er gjørdur í 1975 og lýsir Føroyar tá. Politiskt var støðan í Før­oyum, at her var eitt lands­stýrið sum arbeiddi fram­eftir við yvirtøkum og sjálvbjargni í huga. Hesi árini vóru góð bú­ skap­arliga. Vit høvdu fing­ið stállínuskipini. Summi teira vóru bygd um til nótaskip og hendinga nýbygningar vóru gjørdir til nótaveiðu. Arbeiði var til allar hend­ur og flakavirki var á nærum hvørjum tanga – ella rættari sagt hvørjari bygd. Ein søga verður fortald um Norðís á Eiði. Eftir frásøgnini í film­inum, so hendi stórbroyting á Eiði, tá ið læknin Petur Reinert kom hagar at virka. Fólk vóru nógv sjúk, men læknin sá eisini skjótt, at tey ikki høvdu serliga nógv at gera. Hann staðfesti, at arb­eiðs­ loysi var ein partur av sjúk­unum, bygdarfólkið drógst við. Tí kallaði hann inn til ein borg­ arfund, har semja var um at byggja eitt flakavirki - Norðís. Hetta hendi miðskeiðis í seksti- arunum og tá ið filmurin var gjørdur, høvdu øll á Eiði nóg mikið at gera. Bátarnir í bygdini og út granna­ bygdini landaðu á Eiði og virkið tók ímóti 2300 tonsum av góðum fiski hvørt ár. Sólskinssøgan er, at fólk gjørd­ ust frískari, tá ið tey fingu arbeiði. Fór víða Tað var als ikki vanligt tá at gera føroyskar filmar, so tað skuldi okkurt serligt til at fáa hendan filmin upptiknan. Roland Thomsen var fram­ leiðarin: - Vit sum gjørdu filmin fingu onki fyri arbeiðið. Umframt stuðul til filmin, so lat landsstýrið eina trygd og skuldi gjalda møguligt und­irskot. Eg haldi meg minnast, at landsstýrið noyddist at gjalda um 20.000 krónur, sigur hann. Filmurin fekk annars stuð­ul frá landsstýrinum og norskum sjónvarpi. - Men sjálvt um eg onki fekk fyri at gera filmin, so slapp eg eina rundferð, har eg fekk víst og selt filmin í fleiri londum. Danskt, norskt, svenskt, finskt og ís­landskt sjónvarp keyptu film­in, sigur Roland Thom­sen. Hann luttók eisini á fleiri filmsstevnum við film­inum. Tá keyptu fleiri onn­ur lond filmin, Longu í 1975 var ein føroyskur filmur gjørdur, sum var sýndur kring alt Evropa FØROYSKUR FILMUR SÝNDUR Í EVROPA Í SJEYTIÁRUNUM