Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016 SOSIALURIN 84 24 Óli Jacobsen 100 ÁR SÍÐANI FYRSTA STIGIÐ TIL SKIPAFELAGIÐ FØROYAR Á Ólavsøku 1916 var fyrsta stig tikið til at stovna skipafelag, sum seinni gjørdist Skipafelagið Føroyar B yrjanin til Skipafelagið var, at undan Ólavsøku í 1916 varð lýst við fólkafundi í Nólsoy tann 30. juli til áminning um, at 150 ár vóru liðin, síðan Nólsoyar Páll var borin í heim. Talarar skuldu vera Jakob Jakobsen, dr. phil, J. Dahl, prestur, Jóannes bóndi Patursson, Símun Pauli úr Konoy, lærari og politikari og Andreas Ziska úr Havn. Motorbátar skuldu flyta fólk úr Havn, og tað skuldi vera hornblástur bæði undan og aftaná fundin. Men tað vildi so illa til, at veðrið gjørdist so vánaligt hendan dagin, at tað var ikki farandi um fjørðin. Tískil bleiv fund­urin hildin á Doktaragrund í Havn í staðin. Júst Nólsoyar Páll man hava givið Andre­ as Ziska hugskotið til í síni røðu at koma við uppskoti um at seta á stovn eitt partafelag, sum skuldi fara undir farmasigling á føroyskum kjøli. Andreas fylti 33 ár hendan dagin. Hesum bleiv væl tikið undir við, og longu í oktober var komið í samband við fólk um alt landið, sum skrivaðu undir eina áheitan á fólk um at tekna partapening. Andreas Ziska lá ikki á latu síðuni. Longu tann 6. september 1916 hevði hann eina grein á forsíðuni á Tingakrossi við yvir­ skrift­ini: Færøske Fragtskibe og færøske Lands­indtægter. Hann hevði í hesum sambandi fingið hendur á roknskapinum hjá íslendsku skip­unum, Gullfoss og Goðafoss, sum góvu fitt av avlopi. Hjá teimum blivu pengarnir ver­andi í landinum í Íslandi. Hetta var ein góð grundgeving fyri at gera tað sama í Før­ oyum. Fyrst í november varð í bløðunum heitt á fólk um at tekna pening í eitt partafelag, sum skuldi »eje en Fragtdamper, hvorved en stor Del af Fragtindtægterne for Sejlad­ sen paa vore Øer, kunde falde her i Landet«. Fólk tóku væl undir við áheitanini, og einar 130.000 krónur vórðu teknaður. Hetta var nógvur peningur tá, men krígstíð var, og tí var ikki nógv, ið kundi gerast beinanvegin. Skipafelagið stovnað Men tann 23. februar 1919 varð stovnandi aðal­fundur. Andreas Ziska greiddi frá fíggj­ ar­støðuni. Felagið fekk eftir uppskoti frá honum navnið Skipafelagið Føroyar. Nevnd varð vald, og Andreas gjørdist formaður. Farmagjøldini vóru høg um hesa tíðina, tí var tosað um í fyrsta umfari at fáa keypt eitt gamalt skip, sum kundi vinna pening til felagið. Síðan kundi farast undir eitt nýtt skip. Eisini var upp á tal at keypa skip sum var undir bygging í Hollandi, men henda ætl­an varð slept. Løgtingið fekk nú áhuga og samtykti at seta pening í felagið. Keyp­ menninir Johs. Lambaa, Jens í Dali, Hans undir Kletti og B.A. Samuelsen lovaðu at seta tann pening í sum restaði, fyri at felagið kundi koma í gongd. Nú kom fram tað hugskot, at fáa bygt eitt farmaskip, sum samstundis kundi hava 10- 12 koyggjur til fólk, ið vildu ferðast millum Føroyar og útheimin. Skipafelagið gjørdi sáttmála við eina svenska skipasmiðju um at byggja eitt farma- og ferðamannaskip, men skipasmiðjan fór á húsagang. Skipafelagið misti peningin, sum var goldin skipasmiðjuni. Hetta var sjálvsagt ein stórur smeitur, sum kundi beint fyri øllum ætlanum á hes­ um øki. Menn fullu tó ikki í fátt. Í staðin varð nú roynt at finna eitt farmaskip, og funnið var fram til eitt skip, sum var í góðum standi. Bretar høvdu tikið tað sum krígsfæ aftaná heimsbardagan. Skipið gjørdist Mýlingur. Hetta riggaði væl, í hvussu er í byrjanini. Fyrsta siglingin var við kolafarmi frá Newcastle til Spania. Haðani var farið til Portugals eftir tundur­ last til Írlands. Tað var so »heppið«, at stór­ ísur koma at liggja í Oyrasundi, so skip ikki kundu sigla. Tá sigldi Mýlingur millum Føroyar og Leith eftir útgerð til skipini, ið gjørdu seg út til várfiskiskap. Andreas Ziska, sum hevur greitt frá hesi søgu, skrivar, at hetta kom væl við hjá Skipafelagnum, lívið var tí lagað. Tá hann nøkur ár seinni kom heim við Tjaldrinum, skrivaði hann í ferðingarbókina við farnum trupulleikum í huga: Góður andi innanborða Fylgi skip og verki. Óhapp lat ei tykkum forða Undir Føroya merki. Andreas var merkismaður Tá ið 25 ár vóru liðin, síðan fyrsta stig varð tikið, sendi nevndin í Skipafelagnum tann 29.juli 1941 soljóðandi bræv til Andreas Ziska: Í dag (Ólavsøkudag) eru runnin 25 ár, síðan tygum sum fyrsti maður setti fram upp­skot um at stovna føroyskt farma­ siglingar­felag og harvið legði grundar­ stein­in undir tað arbeiðið, sum so fór fram í hesum fyri okkara land og fólk týdningar­ mikla máli. Sambært samtykt á aðalfundi í Skipa­ felagnum Føroyar 29. mai í ár loyvir nevndin sær felagsins vegna at bera tygum okkara bestu tøkk fyri tygara ídni og grundleggjandi starv í hesum máli. Við heilsu og hávirðing n.v. Edw. Mitens, Jens Pauli í Dali, Z. Heinesen Hetta bræv varð prentað í blaðnum Fríu Før­oyar, har Ziska var blaðstjóri, og hann takk­aði so hjartaliga fyri hesa viðurkenning. Virksamur á mongum økjum Andreas varð giftur við Onnu, dóttir Djóna í Geil. Beiggjar hennara vóru Petur Alberg, Kristin og Poul í Geil, sum allir so ella so eisini hava sett síni merki á Føroya søgu. Tað sama kann sigast um hansara mammu­ beiggjar Jens og Napoleon í Dali. Andreas og konan, Anna, byrjaðu í 1909 toyhandil í nýggju húsunum, tey høvdu bygt við Tinghúsvegin, har Havnar Arbeiðsmannafelag nú er. Tey seldu m.a. gardintoy, Tangens Gardiner. Í 1932 góvust tey við handlinum men hildu áfram við Siðsøga Søgan hjá Skipafelagnum byrjaði á Doktaragrund SIÐSØGA Fremsti íbirtarin var Andreas Ziska