hósdagur 21. juli 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016
SOSIALURIN 84
25
heilsølu. Eisini var Andreas meklari við
keyp og sølu av føstum ognum.
Hann var virkin í tí sokallaða adressu
málinum, og tað var hansara uppskot í 1917
at savna undirskriftir fyri einum kravi um
fría sigling til Amerika eftir vøru. Av hesum
stóðst stór gøla, men hetta endaði kortini
við, at tað varð gingið kravinum á møti
Í 1927 var hann við til at seta heima
virkisfelagið á stovn, og kom hann eisini
í nevndina saman við frægum fólki sum
Símun Paula í Konoy og Katrinu á Trølla
nesi. Á ólavsøku 1928 hevði felagið eina
framsýning av heimavirkaðum lutum.
Ziska legði dent á, at framsýningin ikki
bert skal sýna lutir, ið føroysk konufólk eru
før fyri at virka, men eisini lutir ið vístu,
hvat mannfólkið her á landi dugur at fáa
frá hondum. Henda framsýning var endur
tikin í Keypmannahavn í 1929, har sjálvur
Stauning var til staðar.
Gjørdi áhugaverda uppfinning
Andreas Ziska var borin í heim í Vági 30. juli
1883. 12 ára gamal fór hann við mammuni til
Canada, har pápin var farin frammanundan.
Eftir nøkrum árum komu tey øll heim aftur.
Eftir at hava gingið í realskúla, kom hann
at arbeiða í handli, fyrst hjá Skibsted og
síðani hjá Jacob Lützen. Seinni fór hann
á fútaskrivstovuna. Hann dugdi enskt frá
canadatíðini, tí var hann biðin til tolk, tá
brúk var fyri tí. Pápin druknaði í 1895 á
grindaferð.
Tá Havnar Ungmannafelag var í hægsta
blóma fyrst í 20. øld var hann næstformaður
í felagnum. Eisini stjórnaði hann nøkur
bløð. Tað gjørdu eisini kona hansara, Anna,
og beiggi hennara, Peter Alberg.
Andreas var ikki 20 ára gamal, tá ið hann
fyrstu ferð rættiliga koma at gera vart við
seg. Tingakrossur skrivar 3. Juni 1903, at ein
ferðamaður við Frederiksvaag, skipinum
hjá Restorff, var »den unge Ægpræservator
A. Ziska, hvis Opfindelsen, har faaet saa
megen Opmærksomhed«.
Hann hevði sent ein royndarkassa við egg
um niður til Danmarkar. Tá ið eggini vóru
kannað var víst tað fyrsta rotið, men hini vóru
av fínasta slag, bæði bleyttkókað, harðkókað
og steikt og smakkaðu av fínasta slag.
Tað varð tikið patent uppá uppfinningina,
men hvat víðari hendi við henni, er einki
frætt um.
Vildi hava havnina at
vera kommunala
Tað verður mett at vera eitt beinleiðis
avriksverk, at havnin í Havn gjørdist
kommunal og ikki ogn hjá statinum.
Her gekk Andreas Ziska aftur á odda.
Hann var orðstýrari á fólkafundinum, har
hetta krav varð sett fram.
Hann gav annars í 1940 og 1941 út tvær
bøkur við tilsamans meira enn 200 síðum,
har havnarmálið í Havn varð lýst.
Ítróttur, talv og annað
Andreas var skrivari í Færøernes Boldspil
Union, sum varð stovnað í 1913. Hetta felag
var undan Fótbóltsambandinum.
Hann var eisini virkin í talvfelagnum,
og hesin áhugin er farin í fleiri ættarlið.
Abbasynirnir Andreas, Suni og Bjarki hava
verið millum okkara fremstu telvararar og
so ikki at forgloyma langabbasonin, Helga
Dam Ziska, sum nú er í oddinum.
Hann var eisini yrkjari og millum hans
ara yrkingar var eisini ein kvøða til Havnar
Talvfelag á 10 ára degnum í 1933. Hann hevði
fleiri yrkingar í bløðunum, eisini í Varðan
um.
Aftaná kríggið tók Andreas Ziska eisini
stig til at stovna eitt felag, ið skuldi taka sær
av at gera Havnar bý hugnaligan. Eitt stig
var at royna at útvega spælipláss í býnum
og at fáa óruddið í býnum burtur.
Knút Wang skrivað í Dagblaðnumi, at
hóast undirtøkan ikki var so stór fyri felag
num, sum hon átti, so fara Havnar borgarar
seinni at byggja á tað grundarlag, sum Ziska
legði.
Tað kunnu vit sanna ikki minst í hesum
døgum.
Ov víðgongdur til nakran
politiskan flokk
Við so nógvum virksemi og hugskotum
er tað ikki so løgið, at Andreas eisini var
áhugaður í politikki. Hann luttók í mongum
almennum tiltøkum og fundum um politisk
evni, og altíð í fremstu røð.
Hann var eisini í fremstu røð at berjast
fyri føroyska Merkinum. Hann var ein teirri
sum saman við Hans Andr. Djurhuus íbirti
Føroya Flaggfelag, og teir skiftust um at
vera formaður.
Hann stillaði fleiri ferðir upp uttan fyri
flokkarnar, sum vóru ov trongir fyri hann.
Fyrstu ferð var í 1928, tá ið hann stillaði
upp á Suðurstreymoyar kandidatlista, lista
D.
Skráin var í sjey punktum. Sum tað skilst
var hetta at kalla ein føroyskur javnaðar
flokkur, sum mótsett Javnaðarflokkinum
annars ikki vildi hava danskan stuðul.
Hesir vórðu tveittir úr Javnaðarflokkinum,
og stillaðu upp sum teir Føroysku Sosial
demokratarnir við Andreas Ziska á odda.
Men teir komu ikki á ting.
Í 1932 stillaði Ziska aftur upp í Suður
streymoy saman við Magnus Skæling. Hesa
ferð var fyrsta punkt á valskránni »Forboð
móti rúsdrekka«. Hildið varð, at rúsdrekka
framvegis var so stórur trupulleiki, at hetta
er einasta loysnin. Víst kom hetta at minka
um inntøkurnar hjá landskassanum, men
hetta er lítið ímóti tí skaða, sum hesin løgur
veitir. Hetta var um somu tíð, at USA royndi
at basa rúsdrekkanýtsluni við forboði. Men
hesum góvust teir við í 1933.
Annars var skráin at starvast fyri, at
føroyingar skuldu kunna vera fíggjarliga
sjálvbjargnir.
Í 1940 stillar hann upp aftur til løgtings
valið saman við m.ø. Andreu Árting og
Sverra Patursson.
Nú er tað loysing frá Danmark, »eitt frítt
og sjálvstýrandi Føroyar«, sum er høvuðs
málið.
Føroyar kunnu saktans klára seg sjálvar
fíggjarliga og meira enn tað. Hesum vísti
Ziska á í sínum riti »Færøernes finansielle
Stilling«, sum greiddi frá, hvussu nógv
ið Danmark hevði vunnið uppá Føroyar.
Hetta var lutvíst yvirskotið av kongaliga
einahandlinum, og lutvíst tann leiga, sum
bøndurnir høvdu goldið til danska statin.
Hetta er alt roknað við rentu og renturs
rentu.
Bara í tíðarskeiðnum 1538-1845 hava
danir brandskattað føroyingar fyri 89 milli
ardir krónur!
Hetta var í 1935-krónum, tá tímalønin
var 50 oyru!
Hetta sannførdi tó ikki veljararnar, og
Ziska og hansara valevni komu ikki á ting.
Men Ziska helt áfram at stríðast fyri
sínum sjónarmiðið. Hetta førdi til kanska
einasta politiska dóm í Føroyum. Á
tingfundi aftaná bardagan hevði hann frá
áskoðaraplássinum lagt tingmenn undir at
vera landasvíkjarar. Her hugsaði hann um
umsitingina av teirri stóru pengaogn, sum
føroyingar áttu eftir kríggið.
Hetta førdi til sakarmál, har Ziska í
fyrsta umfari fekk 60 dagar at sita. Men so
langt kom tað tó ongantíð.
Tórshavn lív og vøkstur
Seinasta avrikið hjá Andreas Ziska var, at
hann í 1959, árið fyri at hann doyði, gav út
bókina Tórshavn Lív og Vøkstur. Hetta er
ein frálík bók, sum stutt og greitt greiðir frá
søguni hjá Havnini. Umframt eru nógvar
frálíkar myndir.
Henda bók fæst ikki longur. Hon kundi
saktans verið endurprentað, kanska við eitt
sindur greiðari uppseting.
Knút Wang gav Andreasi tað eftirmæli,
at »eg vil minnist hann sum hin bjartskygda
hugsjónarmannin, sum ongantíð misti
trúnna uppá, at føroyingar skuldu seta føtur
undir egið borð og eg trúgvi at framtíðar
føroyingar fara at geva Andreas Ziska ta
viðurkenning, sum samtíðin ongantíð gav
honum til fulnar«.
Tað kann vera hóskandi at geva Ziska
hesa viðurkenning, nú 100 ár eru liðin síðan
hansara framskygda uppskot um føroyskt
farmaskipa- og seinni eisini ferðamanna
skip varð lagt fram í 1916.
Komandi partur
Í komandi part aftaná Ólavsøku verður
hildið áfram við frásøgnini hjá Jørgen
Frants Jacobsen
Í brúnu húsunum vinstru megin var fyrsta
skrivstovan hjá Skipafelagnum. Málningur
hjá Christian Paula Ziska, son Andreas
Fyrsta Tjaldrið
Mýlingur, fyrsta skipið hjá Skipafelagnum
Fiskimenn í Gaza:
Ískoyti til seinasta part
Menakhem Ben-Yami greiðir frá, at
fiskimenn í Gaza kunnu senda veið
una tvørtur um Ísrael til Vestara Áar
bakka.
Her hava teir eisini fiskaaling og
vinnu, sum er grundað á fisk úr Gaza,
og sum er stuðlað av ísraelskari ser
frøði og handilssambondum.
Tískil vinna vinnuáhugamál tí
betur á politiskum ósemjum.