hósdagur 21. juli 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016
SOSIALURIN 84
28
Ikki við:
Robert Heðin Brockie
(langtíðarskaddur í knænum)
Ikki við:
Arnbjørn Hansen skaddur
(Knæskaði, langtíðarskaddur)
Ivasamur:
Øssur M. Dalbúð (Fótlið),
Christian R. Mouritsen (Baklær)
Ikki við:
Bárður J. Hansen (Skift felag)
Við aftur:
Hanus Jacobsen (Eftir
skaðasteðg)
Ikki við: Johan Jacobsen (farin av
landinum) Haraldur R. Højgaard
(mjødnin, langtíðarskaddur)
Andras Frederiksberg (lærkrikin,
langtíðarskaddur) Ivasamur:
Jann Benjaminsen (fótliðurin)
Við aftur: Einar Tróndargjógv
(heimafturkomin), Betuel Hansen
(nýggjur), Tobias Olesen (nýggjur)
Ikki við: Albert R. Johannesen, Evrard
Blé, Otto R. Petersen, Jóhannus Hansen
(Burturst.), Leivur Højgaard (Burturst.),
Kristian Anton Andreassen skaddur
(Skaða), Esmar Clementsen skaddur
(Skaða, Hákun Edmundsson (Skift
felag), Carlos Quintana Herrero (Givin í
felagnum) Ivasamur: Damir Ibric Yuksel
(Ivasamt við loyvunum), Við aftur: Jóhan
Dávur Højgaard (Eftir leikbann)
Nýggjur: Oddur Højgaard (Komin til
felagið)
JÓANNES HANSEN
E
ftir
longri
steðg
í
heimliga fótbóltinum
enn fleiri tey seinastu
árini verður tað lagt
til brots aftur sunnudagin. Á
jóansøku, fríggjakvøldið 24.
juni, var sekstanda umfar. Nú
verður eingin steðgur í føroyska
fótbóltinum fram til síðst í oktober.
Trý vikuskifti verður eingin
landskapping.
Leygardagin 27. august verður
steypafinalan, sunnudagin 4.
september verður ikki spælt í
landskappingini, tí tað verður
landsdystur á heimavølli ímóti
Ungarn týsdagin 6. september,
og tí U-21 landsliðið henda sama
týsdagin fer at spæla á útivølli
ímóti Aserbadjan.
Sunnudagin 9. oktober verður
frívikuskifti í landskappingini
orsaka av tveimum landsdystum.
Fríggjakvøldið 7. oktober verður
mótstøðuliðið Lettland á útivølli
og mánakvøldið 10. oktober vera
EM vinnararnir úr Portugal gestir
á Tórsvølli. 7. okober fer U-21
landsliðið at spæla á heimavølli
ímóti Eysturríki.
Kappingarárið heima á landi
endar um eitt fjórðingsár. Tvey tey
síðstu umførini í landskappingini
vera sunnudagin 16. oktober og
leygardagin 22. oktober.
Síðsti seymurin verður settur
í 2016 fótbóltsárið sunnudagin 13.
november, tá ið landsliðið fer at
spæla HM undankappingardyst í
Sveis.
KÍ er FM favorittur. Tað eru sjey
stig aftur til Víking, átta til NSÍ,
tólv til B36 og trettan til HB. Hesi
feløgini kappast við klaksvíkingar
um tey fýra plássini í europeisku
kappingunum næsta summar. Í
botninum fer TB at stríðast fyri at
halda AB og B68 aftanfyri seg. Tað
eru fimm stig frá AB og fram til TB.
Skulu halda
meistarakósina
KÍ-ÍF: RANSIN N. DJURHUUS
SUNNUDAGIN KL. 15.00
Í Klaksvík og kring allar Norð
oyggjar er fótbóltsfepurin hægri,
enn hann hevur verið í nógv ár.
Áskoðararnir telja niður til felagið
skal at vinna fyrstu steypafinaluna
og fyrsta FM heitið síðani 1999, tá
ið KÍ vann greipuna.
Hetta er vorðið sum avbjóðing
hjá Mikkjali Thomassen og
spælarunum. Hjá teimum ræður
um at halda fokus á rætta staðnum.
– Vit hava fyrireikað okkum væl,
og vit savna okkum nú um heima
dystin ímóti ÍF. Steypafinalan
verður ikki fyrr enn 27. august.
Tað bíða nógvar avbjóðingar,
áðrenn vit fara at savna okkum um
finaluna, segði Mikkjal Thomassen
í vikuni í áhugaverdari samrøðu
við skilagóða ítróttarskrivaran á
Norðlýsinum Jákup Ósá.
Fyrr í summar hevur KÍ
vunnið tvær ferðir 4-0 í Fuglafirði
– í landskappingini og steypa
kappingini.
Annar av ÍF venjarunum, Jákup
Mikkelsen, ásannar, at avbjóðingin
í Klaksvík verður stór, men hann
roknar við, at tað fer at ganga
betri hjá ÍF, enn tað gjørdi tær
báðar ferðirnar á heimavølli fyrr
í summar:
– Verjuspælið verður vónandi
betri skipað. Hóast vit nú fara
at spæla ímóti besta liðnum
í Føroyum, so fara vit ikki at
leggja okkum langt aftur á
vøllin. Tað liggur ikki til okkara
spælara. Dygdirnar eru bestar í
álopspartinum. Hóast KÍ verjan
er stinn, so rokni eg við, at okkara
framrættaðu hava møguleika at
skjóta mál, sigur ÍF venjarin Jákup
Mikkelsen.
Elias Rasmussen er nýggjur
málverji í Fuglafirði:
– Hann hevur sitið nógv á
beinkinum í Gøtu. Nú fær hann
møguleika at spæla hjá okkum.
Evnini eru góð, og vit vóna, at hann
fer at vísa seg at vera styrkur, sigur
Jákup Mikkelsen
Tað er trýst í báðum legum
VÍKINGUR-AB: RÚNI GAARDBO
SUNNUDAGIN KL. 15.00
Dagsskráirnar eru ymiskar, men
felags er, at trýstið er stórt. Hjá
Víkingi snýr tað seg um at hanga
í, so fjarstøðan fram til oddaliðið
ikki verður størri, og hjá AB snýr
tað seg um at skava stig saman, so
fjarstøðan fram til áttanda plássið
verður minni og harvið fyritreytin
betri at sleppa undan niðurflyting.
Hetta er fyrsti landskappingar
dysturin hjá Víkingi, síðani lands
liðspælarin á høgra vongverja,
Bárður J. Hansen, flutti úr
Sarpugerði og til Fremad Amager.
– Vit hava eitt gott lið, og
við rætta hugburðinum kunnu
vit røkka langt, sigur Víkinga
venjarin Sámal Erik Hentze, sum
hevur fingið sínar menn at gloyma
vónbrotið, ið tað var, tá ið Víkingur
ikki megnaði at spæla seg víðari í
europeisku kappingini.
Tá ið Víkingur fyri einum
fjórðingsári síðani var á Argjum,
endaði tað 2-2. Víkingur var tvær
ferðir á odda, men við síðsta spark
inum av øllum javnaði innskifti
Árni G. Nielsen fyri AB.
Sammett við fyri summar
steðgin hava nógvir gamlir
kenningar verið við í fyrireikingun
um á Argjum. Onkrir eru ikki tøkir
orsaka av skaðum og leikbannum,
og AB venjarin sær við stórum
álvara upp á uppgávuna:
– Í síðsta dystinum fyri summar
steðgin taptu vit 5-1 í Klaksvík. Tað
er einasta ferðin, at vit hava tapt
við meiri enn einum máli. Tað
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
VÍKINGUR
NSÍ
B68
FÓTBÓLTUR Fótbólturin fer aftur á rull sunnudagin, og
so verður ikki helmað í aftur fyrr enn síðst í oktober, tá ið
spurningurin verður svaraður, um tað fer at eydnast KÍ at
vinna bæði fyrsta FM og fyrstu steypafinaluna í seytjan ár
Upptakt
ÍTRÓTTUR
FÝRA FELØG
RENNA
AFTAN Á KÍ