Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016 SOSIALURIN 84 29 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 Ikki við: Atli Danielsen (venur fyri at koma fyri seg eftir skurðviðgerð í fótliðnum) Ikki við: Oliver Korch og Bogi Reinert Petersen (farnir av landinum) Nýggir: Elias Rasmussen (úr Víkingi) og Ingi Sørensen (úr ÍF Føroyum) og Heri Nesá (heima í summarfrí) Ikki við: Andri F. Bjørnsson skaddur (Knæskaði, 1-2 vikur), Gunnar Haraldsen skaddur (Lærkrikin, ógreitt hvussu leingi), Karstin Højgaard skaddur (Baklær, 2 vikur), Símun Samuelsen (Leikbann) Við aftur: Hervé Din Din (Farin av landinum) Nýggir: Casper Radza, Poul Ingason, Hanus Mortensen, Heine Mortensen, Aron Sørensen Nýggir: Rógvi E. Nielsen, Rasmus Andersson. brennur undir lokinum, og nú vóna vit, at spælararnir í Sarpugerði fara at vísa, at hetta er eitt heilt annað lið enn tað, sum tapti stórt í Klaksvík, sigur Trygvi Mortensen. Eitt heilt lið er burtur NSÍ-B68: KASPER MADSEN SUNNUDAGIN KL. 15.00 Oddur Olsen er nýggjur ábyrgdar­ maður á beinkinum, tá ið B68 sunnu­dagin fer stutta teinin inn á Mýrarnar at dystast við grannarnar. Dags­skráirnar eru heilt ymiskar. Hjá NSÍ snýr tað seg um at halda tørn um heiðurs­ merkja­plássið og vóna, at tað fer at styttast fram til toppin, meðan tað hjá B68 snýr seg um at vinna fyrsta sigurin í ár. Hjá B68 eru nígg ju av spælarunum, sum vóru við fyri summarsteðgin, ikki tøkir. Á Toftum vóna teir, at nýggi álopsspælarin, Damir Ibric Yuksel, verður tøkur. Í dag fæst greiða á, um pappírini eru komin í rættlag. Hjá NSÍ kemur tað væl við, at Einar Tróndargjógv nú er tøkur aftur, og at Betuel Hansen og Tobias Olesen eru komnir at hjálpa til. Sambært NSÍ heimasíðuni var ætlanin hjá báðum feløgunum, at granna­upp­gerðin skuldi vera í morgin, eftir at stóra sølu- og mentanartiltakið var liðugt. Nú er greitt, at dysturin verður sunnudagin. FSF vildi ikki geva loyvi til flytingina frá sunnudegi til leygardag, tí hetta varð mett at geva NSÍ fyrimun sammett við AB, sum skal spæla í Gøtu sunnudagin, og sum mikukvøldið eigur heimavøll ímóti NSÍ. HB hugburðurin er góður HB-SKÁLA: ALEX TROLEIS SUNNUDAGIN KL. 15.00 HB ætlaði sær at vinna seg víðari í europeisku kappingini, men tað miseydnaðist. HB venjarin Jan C. Dam staðfestir, at tað gekk ikki, men hann heldur, at hansara lið hevur vunnið royndir, sum spælararnir og liðið eiga at hava gagn av, nú landskappingin aftur er á skrá: – Nú eiga vit nógvir heimadystir, og vit ætla okkum at vinna og vinna og vinna. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur HB venjarin, sum fegnast um ungu menninar, ið nú av álvara eru við í kappingini um plássini á liðnum: – Í europeisku dystunum fall tað soleiðis, at teir fingu møguleika at vísa, hvør dugur er í teimum. Teir vístu framúr hugburð, og teir spældu væl. Tað er gott at vita, og teir fara sjálvandi at fáa møguleikar í landskappingardystunum, nú vit fram til hálvan august skulu spæla í Gundadali ímóti Skála, ÍF, TB og KÍ, sigur Jan C. Dam. Skálamenn arbeiða miðvíst fyri at varðveita plássið í bestu deildini. Higartil hevur tað hepnast væl, tí Skála er átta stig frá niðurflytingini. Tað verður roknað sum stórur styrkur og sera gott fyri venjingarnar, at Rógvi Egilstoft Nielsen og svenski Rasmus Andersson eru lagstir aftrat, og at tað harvið er størri kapping um plássini. Tá ið HB fyri einum fjórðings ári síðani vann 3-0 á Skála, var Øssur Dalbúð fyri fyrstu ferð á HB liðnum, og tað var vorðið sum fyrsti dystur, tí Øssur skoraði øll málini. Síðani hevur álopsspælarin verið eitt sindur darvaður av skaðum, men tað verður roknað við, at hann verður tøkur sunnudagin. Nógv nýtt á Tvøroyri TB-B36: LARS MÜLLER SUNNUDAGIN KL. 15.00 Meistararnir í B36 eru nú so mikið væl trimmaðir, at tað væl kann hugsast, at fleiri teirra, sum undan summarsteðginum vóru nógv á liðnum, ikki fáa boð at vera við í útidystinum ímóti TB. – Vit eru betri fyri, enn vit hava verið fyrr í ár. Í løtuni hugsa vit ikki um at endurvinna FM. Tað snýr seg um at vinna so nógv stig, sum tað ber til, og so fáa vit at síggja, hvussu langt vit røkka. Tvær tær fyrstu avbjóðingarnar eru rættiliga stórar, tí vit skulu til Tvøroyrar nú, og á ólavsøku skulu vit spæla ímóti Víkingi, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein. Tórður Thomsen er tøkur aftur, og nú er tað opin kapping millum Trygva Askham og Tórð um plássið millum stólparnar. TB og Sigfríður Clementsen hava fyrireikað seg væl til avbjóðingina, sum er at sleppa undan niðurflyting. Fimm úr bólkinum nýtt og gott gamalt eru lagstir aftrat í summarsteðginum umframt teir báðar ungu HB spælararnar, ið vóru við síðstu umførini fyri summarsteðgin. Harvið er størri kapping um plássini og størri intensitetur í venjingunum. KÍ ÍF AB TB SKÁLA Effo-deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 KÍ 16 12 2 2 33 11 +22 38 2 Víkingur 16 9 4 3 32 20 +12 31 3 NSÍ 16 10 0 6 36 26 +10 30 4 B36 16 7 5 4 25 16 +9 26 5 HB 16 7 4 5 26 18 +8 25 6 ÍF 16 6 4 6 26 31 -5 22 7 Skála 16 4 5 7 14 21 -7 17 8 TB 16 3 5 8 16 26 -10 14 9 AB 16 1 6 9 16 27 -11 9 10 B68 16 0 7 9 15 43 -28 7 MYND: ÁLVUR HARALDSEN 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur TB - B36 KÍ - ÍF NSÍ - B68 HB - Skála Víkingur - AB KENDI TIPPARIN Tróndur Vatnhamar Útvarpsvertur Kendi tipparin hesaferð: Seinast tippaði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways Hon hevði tríggjar rættar av fimm. Av teimum hevði hon sigrarnar hjá HB, TB og KÍ rættar, meðan hon tippaði skeivt í hinum. Jóhanna á Bergi tippaði: NSÍ-B36 (2) (2-1), HB-B68 (1) (6-1), TB-Víkingur (2) (0-2), Skála-ÍF (2) (1-0), KÍ-AB (1) (4-1)