hósdagur 21. juli 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016
SOSIALURIN 84
ÓSERIØSA
TALENTIÐ
GJØRDIST
PROFILURIN
Mikkjal Thomassen varð
ráddur frá at satsa uppá KÍ
talentið Jóannes Bjartalíð,
sum fleiri høvdu uppgivið
í fótbóltssamanhangi.
Allíkavæl fekk evnaríki
spælarin ein møguleika
afturat. Í dag er Jóannes
Bjartalíð millum størstu
profilarnar í Effo-deildini
og ein av lyklaorsøkunum
til, at KÍ í løtuni er suverent
oddalið í Føroyum
ANDRÉ OLSEN
Fyri fyrstu ferð í nærum 20 ár er KÍ í ár
av álvara partur av oddastríðnum í bestu
føroysku deildini. Ongantíð síðani 1999
hevur tað eydnast KÍ at vunnið FM-heiti í
bestu føroysku deildini, har felagið enntá eitt
skifti var eitt rend niðri í næstbestu deildini,
áðrenn felagið av álvara byrjaði av nýggjum.
Í løtuni liggur KÍ heili sjey stig á odda í
Effo-deildini nú skjótt tveir triðingar av
deildini eru spældir, umframt at felagið
seinni í ár eisini verður partur av finaluni
um Løgmanssteypið.
Ein av heilt stóru profilunum á KÍ-liðnum
í ár, er 20 ára gamli Jóannes Bjartalíð, sum
í fjør var ársins stjørnuskot í føroyskum
fótbólti. Aftaná góða kappingarárið í fjør
hevur Jóannes Bjartalíð sostatt megnað at
bygt á í mun til árið í fjør, har tað annars
fyrr er sæð í føroyskum fótbólti, at ársins
stjørnuskot frá árinum fyri er fallið í støðið
árið eftir.
Í sínum 16 dystum fyri KÍ í ár, hevur
Jóannes Bjartalíð ikki skotið færri enn 14
mál, umframt at hann eisini hevur lagt upp
til nógv mál.
Hugsaði ikki um lívsstílin
Men tað hevur ikki altíð ligið í kortunum, at
Jóannes Bjartalíð skuldi gerast ein so stórur
profilur á liðnum hjá KÍ.
Fyri fáum árum síðani ivaðist Jóannes
Bjartalíð stórliga, um hann ætlaði sær nakað
við fótbóltinum. Eftir at hava vant við besta
liðnum hjá KÍ í nøkur ár, uttan at hava spælt
nakrar minuttir, fór hann av álvara at seta
spurnartekin við fótbóltin. Jóannes Bjartalíð
viðurkennir eisini, at hann ikki gjørdi tað
serliga lætt fyri seg sjálvan.
– Eg byrjaði at venja við besta liðnum tá
Páll Guðlaugsson var venjari. Eg vandi sostatt
undir bæði honum og Eyðun Klakstein, uttan
at eg spældi nakrar minuttir. Eg var sjálvandi
nakað ungur tá, men eg minnist, at eg legði
nógv minni orku í tað tá, í mun til hvat eg
geri nú.
– Eg vildi nógv heldur bara hugna mær
saman við vinmonnunum á næstbesta
liðnum, enn at geva tað eyka sum skuldi
til, fyri at koma á besta liðið. Eg gjørdi
ongantíð meira enn neyðugt til venjing, og
vandi ongantíð eyka aftaná venjing. Eisini
uttanfyri vøllin, livdi eg meira óseriøst.
Legði ikki stóran dent á svøvn og kost, og
kundi gott finna uppá at fara ein túr í býin
30
ÍTRÓTTUR