Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016 SOSIALURIN 84 31 Fakta um Jóannes Bjartalíð Aldur: 20 Føðidato: 10-07-1996 Pláss á vøllinum: Álopssinnaður miðvallari Yndis felag: Manchester United og Valencia Yndis fótbóltsspælari: Fyrr David Villa, nú Antoine Griezmann Dystir í Effo-deildini: 43 Mál í Effo-deildini: 22 við vinmonnunum, hóast eg hevði fingið strangar ordrar frá venjaranum, at tað var forboðið, sigur Jóannes Bjartalíð. Í dag er Jóannes Bjartalíð nógv meira tilvitaður um sín lívsstíl. Hann heldur eisini at tað serliga er broytti lívsstílurin uttanfyri fótbóltsvøllin, sum hevur ment hann mest sum fótbóltsleikara. – Í dag leggi eg fulla orku í hvørja tí einastu venjing, har eg royni at fáa so nógv burturúr sum møguligt. Eisini venji eg nógv eyka, og fyri bert tveimum árum síðani var tað fullkomiliga óhugsandi at venja eyka viðsíðurnar av vanligu venjingini. – Eisini hava broyttu svøvn og kost­ vanarnir givið mær eitt yvirskot, sum eg als ikki hevði fyrr. Útfrá egnum royndum kann eg í øllum førum staðfesta, at tað hevur ótrúliga stóran týdning fyri ein fót­bólts­spælara. Ikki satsa uppá Jóannes Bjartalíð Tá Mikkjal Thomassen tók yvir sum venjari í KÍ, vóru tað fá sum høvdu tær stóru vónirnar til Jóannes Bjartalíð, sum fyri mong tyktist sum eitt spilt talent í KÍ. Jóannes Bjartalíð sigur eisini, at hann veit at Mikkjal Thomassen var ávaraður frá fólki rundanum KÍ, at Jóannes Bjartalíð ikki var ein leikari, sum hann skuldi satsa uppá sum KÍ venjari. – Eg veit at Mikkjal Thomassen var ávaraður frá fólki í Klaksvík um, at eg ikki var ein leikari sum hann skuldi trúgva og satsa uppá. Tíbetur sá hann tó nakað í mær, og valdi at geva mær ein møguleika afturat. Eg eri sjálvsagt ótrúliga takksamur fyri tað í dag. – Eg havi altíð vita at eg havi havt evnir at spæla fótbólt, tí eg havi búð á plenuni í Klaksvík frá tí at eg var 4 ára gamal. Men eftir at eg hevði vant við besta liðnum í nógv ár uttan at hava spælt ein einasta minutt, hevði eg næstan uppgivið at eg skuldi koma at spæla ein leiklut á besta liðnum hjá KÍ, sigur Jóannes Bjartalíð við Sosialin. Mikkjal Thomassen eigur størstu æruna Jóannes Bjartalíð sigur eisini, at núverandi KÍ venjarin, Mikkjal Thomassen, hevur verið vendi­punktið í hansara fót­bólts­karrieru. – Eg merkti beinavegin tá Mikkjal Thomassen bleiv venjari hjá KÍ, at hann vísti mær størri áhuga enn hvat nakar venjari hevði gjørt áðrenn. Mikkjal Thomassen trúði uppá meg, og var tann fyrsti sum av álvara gav mær møguleikan á besta liðnum hjá KÍ. – Hann fekk meg at leggja eyka uppá í fótbóltsspælinum. Hann vegleiddi meg um avgerðir á vøllinum, og fekk meg at gerast meira tilvitaður uttanfyri vøllin, har eg áðrenn a l s ikki hevði hugsað um lívsstílin. – Eg byrjaði knappliga at hugsa um at sova og at eta rætt, umframt at eg gavst at ganga í býnum. Eg merkti beinavegin at hetta hjálpti mær nógv á vøllinum, og seinastu tvey kappingarárini havi eg merkt týðilig framstig alla somlu tíðina. Sum heild hevur unga stjørnuskotið í KÍ, ótrúliga rósandi orð at bera KÍ venjaranum, Mikkjali Thomassen. Jóannes Bjartalíð heldur at Mikkjal Thomassen hevur broytt KÍ sum felag, og at tað ikki bert er besta liðið hjá felagnum sum er blivið betur, men alt felagið sum heild. – Framgongdin hjá besta liðnum talar fyri seg á stigatalvuni, men eg haldi ikki bara at tað er besta liðið hjá KÍ sum er blivið betur undir Mikkjali Thomassen. – Sum heild er felagið blivið nógv betri strukturerað. Bæði venjarar og leikarar í felagnum kenna sínar uppgávur. Og har eigur Mikkjal Thomassen eina øgiliga stóra ávirkan. Eg haldi eisini at orkan sum hann leggur í felagið, smittar av á vøllinum, har í øllum førum leikararnir á besta liðnum geva somu orku aftur í dystunum, sigur Jóannes Bjartalíð. Málsetingurin er framvegis topp fýra Hóast at KÍ í løtuni liggur langt fremst í Effo- deildini og eisini er partur av finaluni um Løgmanssteypið seinni í ár, eru úttalilsini frá øllum rundanum KÍ framvegis, at felagið hevur sum málsetning at enda í topp 4, har eingin enn hevur úttala seg um at málsetningurin nú er at vinna FM. Tá Jóannes Bjartalíð verður spurdur um málsetningin hjá KÍ í ár, svarar hann eisini sum allir aðrir KÍ leikarar, ið hava stilla upp til samrøðu. – Málsetnigurin er framvegis at enda á einum plássi sum gevur evropeiska luttøku komandi kappingarár, og støðugt at gera KÍ til eitt oddalið í føroyskum fótbólti aftur. So tað er málsetningurin. Allíkavæl viðurkennir Jóannes Bjartalíð tó, at hann sum støðan er í løtuni, verður skuffaður um felagið tildømis endar á einum fjórða plássi í Effo- deildini og eisini tapur finaluna um Løgmanssteypið. – Tá tú spyrt soleiðis, verið eg sjálvandi skuffaður tá, soleiðis sum støðan er nú. Men málsetningurin undan árinum var at enda í topp 4, og tí er tað framvegis málsetningurin hjá okkum. Vit hava ikki klárað topp 4 enn. Ætlar sær uttanlands Jóannes Bjartalíð hevur síðani í fjør verið fastur partur av U-21 landsliðnum hjá Føroyum, har hann eisini í komandi undankapping hevur aldur til at vera við. Góðu avrikini hjá Jóannesi Bjartalíð í Effo- deildini seinastu tvey kappingarárini hava eisini fingið fleiri fótbóltsfólk í Føroyum til at siga, at Jóannes Bjartalíð eigur pláss longur uppi í landsliðshøpi, tí at hann hoyrir heima á føroyska a-landsliðnum. Jóannes Bjartalíð sjálvur hugsar ikki so nógv um a-landsliðið enn. – Sjálvsagt havi eg ein mál­setning um at koma á a-lands­liðið, og er tað dreymurin hjá einum og hvørjum fót­bólts­spælara í Føroyum. Men tað er ikki nakað sum fyllir nógv í løtuni. Í løtuni er fokus bara á at arbeiða líka hart sum nú til venjing, og at avrika so væl sum gjørligt til dystirnar. Haldi eg fram við at gera tað, skal tað nokk eydnast mær einaferð at verða úttikin á a-landsliðið. Jóannes Bjartalíð sigur, at hann eisini hevur ein málsetning um at royna seg uttanfyri landoddarnar, um rætti møguleikin skuldi stungið seg upp. – Eg tori væl at viðurkenna at eg havi ein dreym í búkinum um at spæla uttanlands sum full­tíðar­professionellur, um rætti møgu­leikin skuldi stungið seg upp. Droymir ikki um annað føroyskt felag enn KÍ Tó dugir hann ikki at ímynda sær, at hann kundi umboða nakað annað felag í Føroyum enn KÍ. – Í Føroyum havi eg ikki nakran mál­ setning um at umboða nakað annað felag enn KÍ. Eg stórtrívist í KÍ, og KÍ hevur verið mítt hjarta­felag síðani eg byrjaði at spæla fót­bólt. So eg tori næstan at siga við fullari vissu, at eg ongantíð komi at spæla fyri nakað annað felag í Føroyum enn KÍ. Jóannes Bjartalíð og KÍ byrja um vikuskiftið Effo-deildina aftur, tá teir á heimavølli spæla móti ÍF. MYNDIR: EYDBII MYNDIR