týsdagur 26. juli 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juli 2016 · Nr. 85
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
OLJUPRÍSIR
100 MILLIÓNIR
SELJA OLJU TIL
Eirikur Lindenskov
Tann vinnan, sum dugdi best at
fáa pengar burtur úr at selja til
føroyska brúkaran í 2015, er olju
søluvinnan. Tey bæði føroysku
oljusølufeløgini, Magn og Effo,
hava goldið sínum partaeigarum
út við 100 milliónir krónur í
vinningsbýti burtur úr júst alm
annakunngjørdu roknskapunum
fyri 2015. Seinastu 10 árini, hava
oljufeløgini goldið sínum parta
eigarum 194 milliónir krónur.
Verður
dugnaskapur
hjá
vinnulívsfólk
máldur
eftir,
hvussu nógv feløgini gjalda í
vinningsbýti til partaeigarar
nar, er leiðslan í oljufelagnum
Effo so nógv tann dugnaligasta
í Føroyum – tá vit ikki hugsa
um Bakkafrost, sum er í flokki
fyri seg, og vinnur sín pening á
heimsmarknaðinum uttan fyri
Føroyar.
Leiðslan í Effo hevur – bara í
fjør – megnað at givið partaeig
arunum í P/F Effo 86,7 milliónir
krónur í vinningsbýti. Tilsvar
andi vinningsbýti hjá P/F Magn
var 9 milliónir krónur – ella til
samans 95,7 milliónir krónur
hava eigararnir av teimum báð
um feløgunum, sum selja olju til
føroyska brúkaran, fingið í vinn
ingsbýti roknskaparárið 2015.
Fimm skrásettir eigarar eru
í P/F Effo, sum býta hesar 86,7
milliónir krónurnar sínamill
um, meðan tær níggju milliónir
krónurnar, sum P/F Magn lutaði
í vinningsbýti, fara allar til
íslendska eigaran, Skeljungur hf,
í Reykjavík í Íslandi.
Teir fimm skrásettu eigarar
nir í P/F Effo eru:
· Sp/f FramInvest á Toftum,
har Anfinnur Olsen er stjóri, og
sum hann eigur saman við ís
lendska Samherja
· GMT Holding Aps. í Hirts
hals, sum Gullak Madsen, før
oyskur reiðari í Hirtshals, eigur
· Sp/F Kolan í Tórshavn, hjá
P/F Palla hjá Mariannu (sum
Kristian
Martin
Rasmussen
og synir í Klaksvík eiga) og P/F
Tjaldur (sum Palli hjá Mariannu
P/f, Olaf Olsen, Kistil Sp/f v/Árna
Rasmussen, Grunnurin til minn
is um Zacharias Niclasen og Árni
Joensen eiga)
· Lív – lívs- og pensiónstrygg
ingarfelag P/f í Tórshavn, sum
Føroya Landsstýri og fakfeløg
eiga
· P/F Varðin, reiðaravirki í
Gøtu, sum 10 mans og ein kvinna
í Gøtu eiga: (Arni Hansen, Bogi
Jacobsen, Frits Thomsen, Jaspur
Hansen, Jógvan Dávid Jacobsen,
Jógvan Petur Hentze, John Jarn
skor, Kári Hansen, Malena Jac
obsen, Pól Øregaard Jacobsen og
Tummas Thomsen.
Tað var Statoil ASA í Stavang
er í Noreg, sum átti Effo (tá:
Statoil) fram til 31. desember í
2007. Síðan reiðararnir og Lív
keyptu Effo, hava tey fingið
vinningsbýti á hvørjum ári. Hesi
sjey árini hava tey fingið 136,8
milliónir krónur í vinningsbýti.
Eginognin er nú 97 milliónir
krónur. Hon var 88 milliónir
krónur í 2008, tá teir høvdu yvir
tikið felagið.
Roknskaparkøn meta hetta
at vera sera gott avkast. Vanliga
verður sagt, at klárar tú at
tvífalda
eginpeningin
eftir
sjey árum, ert tú millum tey
allarbestu og klárar teg sera væl.
Effo hevur tvífaldað eginognina
eftir sløkum fimm árum frá 2008
til 2013.
Magn hevur goldið sínum eig
ara 57,3 milliónir krónur sama
tíðarskeið.