Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 27. juli 2016 · Nr. 85 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 OLJUPRÍSIR Vinningsbýti EFFO, 5 eigarar: Sp/f FramInvest GMT Holding Aps Sp/F Kolan Lív (Fakfeløgini) P/F Varðin Vinningsbýti 136,8 milliónir seinastu 10 árini 86,7 milliónir í 2015 Magn, 1 móttakari: Skeljungur hf Vinningsbýti 57,3 milliónir seinastu 10 árini 9 milliónir í 2015 (Yvirlitið byggir á roknskapartøl úr dátugrunninum hjá vinnuvitan.biz. Viðmerkjast skal, at allir roknskapir fyri 2015 ikki eru komnir í skipanina enn, og tí vita vit ikki enn, um okkurt annað felag, sum selur til føroyska brúkaran, hevur goldið meira í vinningsbýti, enn feløgini, sum selja olju – men higartil liggur Effo klárt á odda) FYRI AT FØROYINGAR Prísurin ikki ov høgur Stóra vinningsbýti hjá Effo í fjør kemst av, at eginpeningurin varð lækkaður fyri at tryggja skilabesta, handilsliga lutfallið millum eginpening og fremmandafígging, vísir stjórin í felagnum á Mortan Østerø Í frágreiðingini hjá Kapping­ar­ eftirlitinum í summar verður víst á, at oljufeløgini í Føroyum standa seg somikið væl, at rúm kundi verið fyri einum aktøri afturat teimum. Serliga oljuprísirnir kundu verið betur fyri brúkaran sam­bært Kappingareftirlitinum. Seinastu tíggju árini hevur Effo eisini goldið sínum partaeigarum 136 milliónir krónur í vinningsbýti, og bara í 2015 vórðu 86,7 milliónir goldnar út til eigararnar. Tá ið havt verður í huga frágreiðingina hjá Kappingareftirlitinum, tykist tað sum, at oljufeløgini í hvussu er eru sera dugnalig at tryggja eigarunum eitt gott vinningsbýti. Niels Juel Nattestad er tó ósamdur í, at tað eru órættvísir oljuprísir fyri føroyska brúkaran, sum tryggja eigarunum stóran vinning. - Nógv tann størsti parturin av søluni hjá okkum er gass til húsarhald og bátar – leysliga mett, svarar tað kanska til 80 pro­sent av allari søluni. Verða prísirnir í Føroyum samanbornir við Danmark, sær gott út, hóast danski marknaðurin er 100 ferðir størri enn tann føroyski. So sjálvum prísinum bila einki, sigur stjórin í Effo. Tá ið vinningsbýti var so stórt í 2015, stóðst tað av, at Effo lækkaði eginpeningin, vísir Niels Juel Nattestad á. - Í ársfrágreiðingini hjá okkum verður gjørt greitt, at javnin hjá okkum er minkaður, síðani fall­ andi oljuprísirnar í 2012-13. Til tess at tryggja okkum eitt gott rakst­ rarúrslit, mugu vit halda eyga við lutfallinum millum eginpening og fremmandafígging, tá ið marknaðurin flytur seg. Í stuttum taka vit størsta váðan á okkum, um eginpeningurin er ov høg­ ur, meðan tað er bíligari at økja um fremmandafíggingina. Tá verður minni peningur bundin í goymslunum, sigur hann. Stabilitetur lykilin Lutfallið millum eginpeningin og fremmandafígging hevur, við øðrum orðum, stóran týdning fyri rakstrarúrslitið hjá Effo, sambært Niels Juel Nattestad, og tað er nakað, sum verður ásett í samráð við peningastovnarnar. - Ynskja vit at minka um egin­ peningin, fara vit fyrst og fremst til peningastovnarnar, at vita eftir hvat er forsvarligt. Við ver­ andi gongd á marknaðinum var mett, at lutfallið kundi vera á leið 40 prosent í eginpeningi og 60 prosent av fremmandafígging. Tað framdu vit í fjør, og tískil varð nógvur peningur goldin út til partaeigararnar, sigur stjórin í Effo. Niels Juel Nattestad metir ikki, at man kann beinleiðis krevja, at leysi peningurin fer til at minka um liturprísin fyri olju, tí markn­ aðurin er ikki innrættaður á tann hátt. - Vit høvdu ikki havt møgu­leika fyri at minka um eginpeningin, var rakstrarúrslitið hjá okkum ikki stabilt. Somuleiðis, tá ið vit skulu til samráðingarborðini við reiðarí, eru roknskapartølini tað fyrsta tey hyggja eftir. Tess meira stabilitetur í roknskapinum, tess betri avtalu kunnu vit fáa og øvut. Á tann hátt kemur tað eisini brúkaranum til góðar, at vit hava møguleika at samráða okkum fram til betri avtalur, sigur hann.