týsdagur 26. juli 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 27. juli 2016 · Nr. 85
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
OLJUPRÍSIR
Mortan Østerø
Eftir at Kappingareftirlitið legði fram sína
frágreiðing í juni mánaði, vóru formenninir
í føroysku oljufeløgunum skjótir at svara
aftur í fjølmiðlunum. Sambært teimum bera
príssamanberingarnar í kanningini ikki til,
og vísa tískil ikki eina rættvísa mynd. Tá ið
Kappingareftirlitið síðani legði fram fleiri
príssamanberingar afturat frágreiðingini,
minnir tað um eina herferð, heldur Hendrik
Egholm, stjórin í Magn.
- Vit hava víst á, at greiningarháttalagið
í kanningini er út av lagi vánaligt. Bæði
brutto og netto tøl verða samanborin, sam
stundis sum mátin teir greina tølini ikki er
rættur. Harafturat veit eg als ikki, hvørt teir
hava tikið neyðugu kanningarfyrivarnini
við. Oljuprísurin í einum landi kann ikki
samanberast tvørturum landamørk, uttan
at onnur samfelagslig fyrilit verða tikin
við. Fakfelagskrøv, livistøði, lønarlag og so
framvegis mugu vigast upp móti hvørjum
øðrum, áðrenn man veruliga kann gera sam
anberingar, sigur Hendrik Egholm.
- Hesi fyrivarnini hevur høvuðskeldan
hjá Kappingareftirlitinum eisini víst á í
frágreiðingini, men nú farið verður út í
fjølmiðlarnar at greiða frá prísmuninum,
hoyrist ikki nógv til fyrivarnini. Vit gjørdu
eisini vart við tað sama í hoyringarsvarinum,
men tað tykist ikki sum, at hoyringarsvarini
hava verið tikin til eftirtektar. Tað haldi eg
vera harmiligt, sigur stjórin í Magn.
Herferð
Hendrik Egholm sigur seg virða Kapping
areftirlitið, og metir tað vera ein neyðugan
stovn at hava í samfelagnum, men samstund
is heldur hann ikki, at Kappingareftirlitið er
farið virðiliga fram í seinastuni.
- Tá ið Kappingareftirlitið brádliga leggur
fram nýggjar samanberingar – hesiferð við
Ytru Hebridur og Isle of Man – tykist tað sum
um tey kanska ikki hava rætt, men ynskja at
hava rætt. Er tað objektivur framferðarháttur
ella góður fyrisitingarsiður? Eg vænti tað
vera eindømi í Føroyum, at ein óheftur
stovnur so áhaldandi fer út í fjølmiðlarnar.
Kappingareftirlitið er allarhelst lopið fram
av – serliga, tá ið hugsað verður um, at
høvuðskeldan ávarar um samanberingar, og
nógv av tí, í frágreiðingini kann afturvísast.
Tí minnir tað um eitt slag av eini herferð,
sigur stjórin í Magn, sum eisini heldur tað
vera keðiligt hjá fólkum, sum starvast í
vinnuni.
- Tað eru fleiri 100 fólk, sum arbeiða í
vinnuni, ið eisini ávirkast av páhaldunum,
og skulu brádliga verja sítt yrki hvørja ferð
tey hitta vinum, kenningum og familju. Tað
kann man ikki bjóða teimum, sigur Hendrik
Egholm.
Ynskja at vinna pening
Seinastu 10 árini hevur Magn goldið ís
lendska eigaranum um 57 milliónir krónur í
vinningsbýti, og í fjør var vinningsbýti slakar
níggju milliónir krónur.
- Vit vilja tjena pengar, og tað er ikki nak
að vit dylja fyri. Nýggju eigararnir hava sett
nógv harðari krøv um effektivisering, og
seinastu árini hava vit megnað at økja um
søluna til útlandi, umframt, at raksturin er
vorðin betri. At eigarin síðani fær okkurt
afturfyri at átaka sær váða, haldi eg vera
fínt, men tað er altso talan um raksturin,
sum lønar seg, heldur enn, at brúkarin í
Føroyum rindar órímiligan prís fyri oljuna,
sigur Hendrik Egholm.
Mortan Østerø
Síðsta ár býtti Effo 86,7 milliónir
krónur út til sínar fimm eigarar.
Millum teir fimm eigararnar í
Effo, er tryggingarfelagið, Lív. P/F
Fakfelag, ið fevnir um 17 fakfeløg,
hevur ognarpart í Lív, og fær
sostatt ágóða av vinningsbýtinum
hjá Effo. Partabrøvini eru tó ikki
handað teimum enn, og tískil kann
Pætur Niclasen, talsmaður vegna
P/F Fakfelag, ikki siga stórvegis
um viðurskiftini og vinningsbýti.
- Vit hava ikki tikið vinningsbýt
ið upp á nøkrum fundum, og vit
kenna heldur ikki tøl fyri møguligt
avkast fyrr enn fyrsta september,
tá ið vit endaliga gerast eigarar.
Tá koma vit heldur ikki at síggja
neyvt útgreinað tøl fyri hvaðani,
og hvussu avlopið er vunnið, men
bert sjálva upphæddina. Tí er
ógvuliga trupult, at úttala seg um
tað yvirhøvur, sigur hann.
Etiskar leiðreglur
Tryggingarfelagið Lív arbeiðir
tó eftir etiskum leiðreglum, ið
merkir, at felagið ikki kann gera
íløgur í hvat sum helst virksemi,
og fáa vinning. Felagið skal sostatt
verða víst í, at ein møgulig íløga
hvørki óbeinleiðis ella beinleiðis
stuðlar brotum á mannarættindi,
sum eitt nú barnaarbeiði.
- Skuldu ivamál verið kring
íløgurnar hjá Lív, so heita vit
sjálvandi á leiðsluna um at fáa
nærri útgreiningar. Eru onkrar
av
íløgunum
problematiskar,
høvdu vit gjørt okkara til at
tryggja okkum ímóti teimum.
Kartellíknandi prísir hevur man
sjálvandi ikki loyvi til, men vit
hava ikki nakað innlit í, um støðan
er soleiðis. Tí kann eg ikki fyri
halda meg til tað ítøkiliga málið,
fyrr enn eg kenni til tølini, sigur
Pætur Niclasen, talsmaður fyri P/F
Fakfelag, sum eigur í Lív.
EINA HERFERÐ
Stjórin í Magn undrast á, at Kappingareftirlitið
leggur so nógv fyri at finna tøl, ið skulu prógva,
at oljuprísirnir í Føroyum eru órímiligir
Terje Sigurðsson ikki siga stórvegis
um.
- Vit fyrihalda okkum ikki til
vinningsbýti, tí vit hava ikki gjørt
neyvar greiningar av tí, men –
uttan at siga ov nógv – kundi tað
verið ein av ábendingunum um,
at oljufeløgini hava tað gott, sigur
hann.
Júst at oljufeløgunum gongst
serliga væl í Føroyum, samanborið
við aðrastaðni, er tó ein av
niðurstøðunum í frágreiðingini hjá
Kappingareftirlitinum.
- Teir hava velduga fínan vinning
í Føroyum, og er vinningurin øktur
munandi síðani 2007-08. Orsøkin
til, at tað er so, kann vera føroyska
duopoli. Feløgini virka meira ella
minni sum eitt, og samstarva um
atgongd til goymslurnar somuleiðis
sum søluvøran er identisk. Tað
kann føra við sær, at brúkarin gerst
við skerdan lut, og endaliga gongur
út yvir vælferðina í samfelagnum.
Grundútreiðslurnar hjá føroysku
familjunum eru í vanda fyri at
gerast
órímiligar,
sigur
Terje
Sigurðsson.
Kenna ikki avkastið enn
Fakfeløgini eiga í Lív, sum fær ágóðan
av vinningsbýtinum hjá Effo, men tey
hava ikki fingið partabrøvini enn, og
kenna tískil ikki til møguligt avlop
1. september yvirtaka
fakfeløgini partabrøvini í LÍV