týsdagur 26. juli 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KOMMUNUR
Árni Gregersen
Í Føroyum eru 30 kommunur
í løtuni, men eftir kommunu
valið í november eru bert 29
eftir.
Tá leggur Húsa kommuna
saman við Klaksvíkar komm
unu.
Støddin
er
ymisk
og
fleiri kommunur eru heilt
smáar, sum til dømis Húsa
kommuna, men tað eru eisini
nógvar kommunur sum eru
nakað størri, har millum 300
og 500 fólk búgva.
Hesar kommunurnar eru
millum teirra, sum veita allar
tænastur, hóast hetta vigar
tungt í búskapinum.
Í Sandoynni eru tvær
kommunur við hesi stødd –
Sandur og Skopun.
Í dag hyggja vit eftir
Sands kommunu – hvørjar
tænastur hon veitir borgar
unum og hvussu kommunan
er fyri.
1. januar í ár búðu 527 fólk
í Sands kommunu.
Samstarv í Sandoynni
Í Sandoynni búgva góð 1200
fólk og saman við teimum,
sum búgva í Skúvoyar komm
unu, eru tey á leið 1250 fólk.
Tað sigur seg sjálvt, at
skulu allar uppgávur loys
ast, sum eru álagdar komm
ununum, so er neyðugt hjá
teimum fimm kommunun
um at samstarva.
Hetta er heldur ikki nak
að nýtt, tí í mong ár hava
kommunurnar samstarvað
um ymisk stór økir. Fyrst og
fremst á skúlaøkinum, har
kommunurnar saman hava
Meginskúlan.
Men so hvørt sum alt
fleiri uppgávur eru lagdar út
til kommunurnar, so hevur
verið neyðugt at samstarva
meira.
Seinasta stóra uppgáv
an er eldrarøktin og heima
tænastan, sum var løgd út til
kommunurnar fyri hálvum
øðrum ári síðani.
Hendan uppgávan er so
stór at landsmyndugleikin
avgjørdi, at hetta var ein ov
stór uppgáva fyri einstøku
kommunurnar.
Tí er longu fyriskipað frá
almennari síðu, at Føroyar
eru átta eldraøkir.
Sandoyggin er eitt av
hesum økjum og skal tí eisini
samstarva um eldrarøktina.
Undirsjóvartunnil
Eitt av málunum, sum hev
ur fylt ómetalig nógv í sam
bandi við Sandoynna og
Sands kommunu, er komandi
undirsjóvartunnillin,
sum
skal gerast millum Streym
oynna og Sandoynna.
Fyrst og fremst tingfólk
fyri oynna hava í nógv ár
barst fyri at fáa fast sam
band
millum
oynna
og
Streymoynna.
Fleiri ferðir hevur hetta
verið nær við at eydnast,
men ikki fyrr enn móti end
anum á seinasta samgongu
skeiði
samdist
polit-iska
skipanin um at gera ein
undirsjóvartunnil
millum
Sandoynna og Streymoynna.
Eftir rumbul, politiskt
stríð og annað samdist polit
iska skipanin um at fara
undir at gera fyrst ein undir
sjóvartunnil millum Eystur
oy og Streymoy og so beint
aftaná ein tunnil millum
Sandoynna og Streymoynna.
Undirsjóvartunnilin
hevur verið ein dreymur
hjá sandoyingum gjøgnum
mong ár, men gongur alt
eftir ætlan, so verður koyr
andi av Sandoynni og inn á
meginøkið í 2021.
Millum teirra, sum vóru
partar av samgonguni vóru
tingmennirnir
Brandur
Sandoy, eisini bygdaráðs
formaður á Sandi, Gerhard
Lognberg, eisini bygdaráðs
formaður í Skopun og Páll á
Reynatúgvu, núverandi ting
formaður.
Kommunuvalið í heyst
fer tí ikki so nógv hesaferð
at snúgva seg um fasta sam
bandið, men meira hvussu
kommunan og kommun
urnar skipa seg í framtíðini.
Uppgávurnar, sum polit
iska skipanin velur at leggja
á kommunurnar, gerast alt
størri.
Eitt er búskaparliga byrð
an, men eitt annað er nógva
orkan sum heild sum skal til
at loysa hesar uppgávur.
Tær krevja nógv meira
fólk og fólk við útúgvingum.
Kommunalpolitikkararnir
eru eisini vitandi um, at
uppgávurnar mugu loysast
í felag.
Stóri spurningurin hjá
teimum flestu er, hvussu
stórar eindirnar skulu vera.
Sjálvt um fleiri av føroysku kommununum eru smáar – so eru tær vælskipaðar – í Sands kommunu búgva 527 fólk
SMÁAR KOMMUNUR
ERU EISINI SERA
VÆL SKIPAÐAR
Búskapurin er á rættari kós
Eftir mong ár í búskaparliga tungum sjógvi, sær
slættari út hjá Sands kommunu í dag
Árni Gregersen
Kommunan á Sandi var
ógvuliga hart rakt búskapar
liga í nógv ár.
Fráflyting í kreppuáru
num og stór skuld gjørdi, at
kommunan hevði landsins
hægsta
skattaprosent
og
skyldaði fleiri álíkningar.
Hetta er nú broytt.
Kommunan er so væl fyri
nú at frá 1. januar í ár var
tað soleiðis, at kommunan
ikki skyldar meira enn eina
hálva álíking. Hetta er eitt
ómetaliga stórt framstig og
gevur bygdaráðnum mun
andi størri frælsi at arbeiða.
Í 2014 eydnaðist at koma
niður á eina álíkning og nú
er skuldin altso ein hálv
álíkning. Hetta hevur havt
við sær, at skattaprosentið
er lækkað eitt prosentstig.
– Skatturin er enn ov
høgur. Vit mug arbeiða við
hesum og fáa skattin niður
á 20 prosent, sigur Brandur
Sandoy, borgarstjóri.
Inntøkurnar hjá komm-
ununi eru mettar til 13,3
milljónir krónur í ár, tá ið
peningurin til eldrarøktina
ikki er tikin við.
Og tað er helvtin av hes
um talið, sum kommunan
skyldar í dag.
– Eg haldi vit kunnu siga,
at tað hevur gingið rættan
vegin, samstundis sum vit
hava kunnað veitt borgar
unum í kommununi tær
somu tænastur, sum onnur
hava fingið í Føroyum, legg-
ur borgarstjórin afturat.
Brandur Sandoy hevur verið
borgarstjóri á Sandi seinastu
sjey árini. Hann stillar
uppaftur til valið í heyst
Meginskúlin er eitt dømi um, at kommunurnar hava duga at samstarva í mong ár. (Kommunuskrivstovan á Sandi)
Eitt samstarv um barnaverndartænastuna er álagt kommununum. Eisini tað tykist at virka í Sandoynni