Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juli 2016 · Nr. 85 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÚTGÁVA Nólsoyar Páll Óli Olsen Í ár eru liðin 250 ár, síðan Nólsoyar Páll var borin í heim. Nýggj bók er skrivað um tjóðarhetjuna, sum mong kalla mannin, ið eigur so nógv pláss í søgu okkara. Bókin kemur út í heyst. Poul Poulsen Nolsøe – Nólsoyar Páll – var føddur í Nólsoy í 1766. Hann var fjórða barnið av sjey og vaks upp í einum umhvørvi, har sagt verður, at bæði handalig og andalig mentan vóru høgt í metum. Millum ár og dag er nógv skrivað um kenda nólsoyingin, men tá ið um siglingarmannin og skiparan Páll er at røða, tykjast skrivligu heim­ildar okkara ikki at vera so gávu­mildar. Við støði í bókum, greinum og skjølum, ið nýliga eru komin und­ an kavi, verður í nýggju bókini roynt at lýsa fjøltáttaða persónin so heil­skapaðan sum til ber: Barna- og ungdómsárini verða um­rødd í stuttum, sagt verður frá, tá ið Nólsoyar Páll fer at sigla, tekur stýrimansprógv í Danmark og fer í langfarasigling, fyrst sum stýrimaður síðan sum skipari. Sagt verður frá sigling Páls við Royndini fríðu, sum hann smíðar saman við øðrum monnum, og kom­ið verður inn á stríð hansara móti einahandli og donskum em­ bætis­mannavaldi í Føroyum – ein­ um stríði, sum føroyingar settu hátt og identifiseraðu seg við, tá ið teir fóru at vita til sín tjóðskapar­ liga. Harafturat kemur so tátta­ yrkj­arin Páll, sum serkønt fólk he­v­ur skrivað høvuðspart um. Í Fugl­a­kvæði, kendasta tátti Páls, nýtir yrkjarin tað snildið at lata per­sónar­nar í fuglaham. Arg­astu mót­støðu­menn sínar – em­bætis­ menninar – letur hann vera gramm­ ar rovfuglar, meðan hann sjálvur er tjaldrið, sum spillir teimum spælið ferð eftir ferð. At leggja haldgott støði undir sigling Nólsoyar Páls verður sagt frá siglingini í søguligum høpi við serligum atliti at árunum 1807-1814. Ófriður er tá millum Danmarkar og Bretlands, handilsskip verða tikin, føroyingar líða hungur, og tað er hesa tíðina, at Páll fer lagnuferð sína eftir kornfarmi. Eisini Rybergshandil í Vágsbotni verður umrøddur. Hann setti sín ser­liga dám á Havnina unglingaár Páls. Dyrnar út í heim vóru latnar á glopp, skip komu og fóru av Vest- aru vág, og handilsumhvørvið hevði dragandi mátt á ungar dreing­ir. Tað var eisini við einum av Rybergs skipum, at Páll legði frá landi av fyrstu tíð. Ikki er av tilvild, at standmyndin av Nólsoyar Pálli, sum Hans Pauli Olsen evnaði, stendur í Vágsbotni. Í partinum, Fyrsta ættarlið eft­ir Nólsoyar Páll, verður sagt frá bør- num Páls: Súsonnu Malenu, sum giftist við Hálvdani bónda í Lamba, Siggu Sofíu, ið giftist við Peturi bónda í Kirkjubø, Jógvani Ziska, sum sló út av skipi, og Apoloniu Mariu, ið giftist Jákupi Hansen úr Mikla­dali. Hon førdi faðirs garð á Myrkjanoyri (Klaksvík) fram á leið. Tað var á eini ferð til Eystur- india og Kina í 1822, at Jógvan Ziska Nolsøe fór fyri borð og bjarg­ aðist ikki. Forkunnig mynd av eysturindiafaranum, Kron­prind­ sessen, sum hann var við, er fingin til vega. Í langfarasigling Í 1788 tekur Nólsoyar Páll stýri­ mans­prógv í Keypmannahavn og fær viðmerkingina «Forstod alt.» Í teimum døgum vóru ikki fastar reglur viðvíkjandi útbúgvingini, og tann lesandi fór til próvtøku, tá ið hann metti seg vera kláran. Páll fer síðan út í heim «at bróta sær ein veg og læra siðir at kenna hjá øðrum og størri fólkasløgum,» sum Jákup doktari tekur til í bók frá 1912. Úti í heimi kemur Páll víða um, men hóast nógvar søgur, summ­ar trúligar uttan at vera vitnis­fastar, aðrar ævintýrkendar, vita vit lítið um lív hansara hesi árini. Óváttaðar søgur siga soleiðis, at Nólsoyar Páll í 1793 var staddur í Fraklandi, tá ið kollveltingarmenn tóku franska kongin Ludvík 16. av døgum. Hann sigst eisini hava verið við bretskum herskipi, har ið hann kom at standa við kanón á miðjum skipi, soleiðis at brast bardagi á, var deyðin honum vísur. Umborð á hesum skipi skuldu Páll og ein norðmaður leggjast sjúkir og enda á sjúkrahúsi í Lond­ on, har ið teir lógu á somu stovu. Tá ið teir vóru frískir aftur og skuldu útskrivast, vildu teir ikki við aftur bretska herskipinum og gjørdu av at flýggja. Hetta gekst alt væl; um náttina lestu teir seg niður eftir múrinum og komu umborð í eitt skip, sigla skuldi til Amerika. Soleiðis sigst Páll koma til Amerika. Komandi árini sigldi Páll sum skipari á amerikonskum skipum fyri eitt stórt amerikanskt handils­ hús. Skjalfast er, at Páll eitt nú sigldi upp á Amerika, Vestur­india, Ong­land, Frakland og Portu­gal. Nevndu lond liggja við fornu far­ leiðina í Atlantshavi. Tá í tíð­ini var alneyðugt at laga seg eftir høv­uðs­ vindum og høvuðs­streymum fyri yvirhøvur at koma um heimshavið. Nólsoyar Páll hevur allarhelst siglt um Atlantshav eftir somu megin­reglum sum Kristoffur Ko­ lum­bus trý hundrað ár framm­an­ undan: úr Evropa suður til Kanariu­ oyggjar, har snarað varð í ein vestan undan passatvindinum til Vesturindia. Úr Amerika til Evropa sigldi Páll har norðuri í vestan­ vinds­beltinum. Kort yvir Norður­ atlantshav við siglingar­leiðum Páls leysliga teknaðum verð­ur í nýggju bókini. Í 1798 er Páll givin at sigla upp á Amerika. Við bústaði í Keyp­manna­ havn siglir hann nú fyri kongaliga handilin. Kemur hetta várið til Føroya sum stýrimaður á Charlotte, Royndin fríða soleiðis sum listamaðurin Hans Skálagarð hugsar sær hana. Skonnartin, ið var smá 30 tons, er fyrsta deksfar, vit við vissu vita vera smíðað í Føroyum. Ogn: Petur Nolsøe Bræv Nólsoyar Páls (Poul P. Nolsøe) 3. februar 1806 til handilsforvaltaran. Páll sigur eitt nú, at hann ætlar at venja manning sína upp til sjómenn. Søvn landsins (skjalasavnið)