Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 27. juli 2016 · Nr. 85 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÚTGÁVA og sama heystið er hann aftur, nú sum skipari á briggini Patriotisme. Í 1799 kemur Páll til Føroya sum skipari á barkini Thetis. Heima aftur í Føroyum Í 1800 flytir Páll heim til Føroya at búgva saman við konuni, Siggu Mariu Tummasardóttir úr Nólsoy, og dóttrini, Súsonnu Malenu. Sigga Maria doyr sama árið, og Páll giftist uppaftur við Marin Malenu Ziska norðuri í Vági (Klaksvík). Tey fáa børnini, Siggu Sofíu, Jógvan Ziska og Apoloniu Mariu. Hugtikin av frælsishugsjónum og frælsisbardøgum úti í heimi eggjar Páll til nýhugsan og broyt­ ing­ar, nú hann er heima aft­ur í Fø­r­oyum. Hann sær gjølla, at høvuðsfortreytir fyri ein­um fræls­ u­m Føroyum eru, at føroy­ingar fáa skip, so at fiskiskapur kann gerast natúrlig vinna, og at farmasiglingin smátt um smátt kemur á føroyskar hendur aftur. Í 1803 keypir hann saman við Jákupi Jacobsen úr Vági og Peri Larsen úr Porkeri á uppboði í Suður­oy rovini av einum strand­ aðum skipi í Hvalba. Burtur úr hesum vraki og øðrum vrakviði smíða teir nýtt skip á Fløtuni fríðu í Vági. Skipið fer av bakkastokki 6. august 1804 og verður doypt Royndin fríða. Hetta er fyrsta deks­ far, vit við vissu vita vera smíðað í Føroyum. Við lítlu skonnart síni (smá 30 tons) siglir Páll nú við farmi, eina­mest millum Danmarkar og Føroya. Ófriðartíðir eru – bardagi er millum Danmarkar og Bretlands – og á einari av ferðunum taka bretar Royndina. Páll leitar tá til London við kravi um at fáa nýtt far. Hann fær játtandi svar, men á veg til Føroya við hesum nýggja skipi – tað er á hávetri (1808-1809) – hvørvur Páll og spurdist ikki aftur. Í London Tá ið Nólsoyar Páll kom til London við kravi um at fáa nýtt skip, bar ikki beinari á, enn at hann mátti vitna í rættinum millum skiparan á Clio og von Hompesch – brillumannin – um rættin til krígs­fongin úr Føroyum sama summarið. Í Admiralty Prize Court í London vitnaði Páll tríggjar ferðir í november 1808. Í rættinum kom, umframt krígs­ fongin úr Føroyum, ymist upp um viðurskifti Páls og manning hans­ara. Páll vitnaði soleiðis, at bretskur kapari nær Skagen 8. juli 1808 tók Royndina fríðu og setti manningina umborð í bretska fanga­skipið Proselyte, sum lá í havnini í Göteborg. Skjøl úr undirhúsinum (House of Commons) prógva, at føroy­ ing­arnir fermdu korn í Leith í Skotlandi, áðrenn teir hvurvu á veg til Før­oya, og viðvíkjandi nýggja skipi teirra, North Star, eru sera for­vitnislig viðurskifti komin fyri dagin. Manning Nólsoyar Páls var Joen Joensen úr Porkeri, stýri­ mað­ur, Magnus Zachariassen úr Fugla­firði, Thomas Joensen úr Nóls­oy og Daniel Olsen úr Upp­ søl­um í Klaksvík. Kelda okkara er ferðapassið, ið Løbner kom­ mandantur skrivaði Pálli, tá ið Royndin sigldi úr Føroyum fyri sein­astu ferð 29. juni 1808. Sagt hevur verið í skemti, at Nólsoyar Páll gekk ikki burtur, men endaði í Amerika, har hann skuldi fáa eftirkomarar – millum aðrar Nick Nolte, filmsleikaran. Hetta byggir á, at Páll í Amerika kom fyri barn við kvinnu, ið hevði opnan góma, og tá ið doypast skuldi, bar ikki til at siga Nolsøe, men Nolte. Afturímóti bendir nógv á, at stýrimaður Páls, Joen Joensen, end­aði sínar dagar í Amerika. Í London er hann farin aðrar leiðir – og ikki heim við North Star, sum gekk burtur. Í bók skrivaðari í New York í 1920 verður greitt frá føroyinginum, sum hóraði und­ an blóðigum sjóbardaga og gift­ ist dóttur kendan lækna. Tey búsettust í statinum New York, fingu eftirkomarar og fluttu til Vermont, har tey vóru ævina út. Elizabeth Everett, konan, doyði í 1846, og John Johnson, sum Joen Joensen skrivaðist í Amerika, í 1867 – 80 ára gamal. Endi Í heimbýi mínum Klaksvík reisa tey Nólsoyar Pálli varða, og tað var í hesum sambandi, at farið varð til verka. Áheitan kom norðaneftir at skriva bók um ættfaðirin, og hóast umstøðurnar ikki vóru tær bestu, helt eg, at eg átti at royna meg. Konseptið ljóðaði spennandi, lívs­søgu Páls hevði eg áður kannað væl, og so slapst undan at hugsa um bókaútgávu. Undan áheitanini hevði eg av heilsuávum borið meg undan ávísari bókaskriving. Men nú gekk framá, og farið varð at skriva um siglingarhetjuna, sum eigur nógvar eftirkomarar í Klaksvík. Men afturstig komu. Og um hesa tíðina er at siga, at handritið at kalla alt er skrivað liggjandi í sofuni við høgum høvdalagi. Nú gongur rætta vegin, og onkur rennitúrur hevur verið aftur. Eisini onnur viðurskifti eru broytt hesa tíðina. Tað verður so­ leiðis undirritaði, sum gevur bókina um Nólsoyar Páll út. Meir fæst at vita við at tosa við Óla Olsen, Sandágøta 4, Argir – sandagota@gmail.com. Ólavsøka er í hondum, og úr miðbýnum út á Argir, har kaffiborð verður, er ikki so langt. Neystið hjá Nólsoyar Pálli á Biskupsstøð í Klaksvík, so sum tað sær út nú á døgum Standmyndin av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni í Havn og Óli Olsen, sum hevur skrivað nýggja bók um siglingarhetjuna