Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 27. juli 2016 · Nr. 85 Sosialurin Starv sum skrivstovufólk í Løgtinginum 30 tímar um vikuna er leyst at søkja til setan 1. september ella eftir nærri avtalu. Uppgávurnar hjá skrivstovufólkinum eru m.a. hesar: • Rættlestur av lógaruppskotum, nevndarálitum v.m. • Skráseting og avgreiðsla av setanar- og lønarviðurskiftum tingsins • Skrivari hjá løgtingsformanninum • Nevndarrøkil hjá Formansskapinum • Alt vanligt fyrifallandi arbeiði á skrivstovuni. Tann, ið settur verður, skal hava góðan kunnleika til føroyskt mál og rættskriving. Starvið verður lønt samsvarandi sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarflokki 5. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra á tlf. 520294. Umsóknir saman við avritum av prógvum v.m. skulu sendast til: Løgtingið, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn, og skulu vera Løgtinginum í hendi í seinasta lagi mánadagin, 8. august, kl.16.00 SKRIVSTOVUFÓLK FÓLKAFUNDUR Á DOKTARAGRUND 29. juli kl. 19 verður fólkafundur á Doktaragrund. Karin Kjølbro og Rasmus Biskupstø bera fram røðu, Høgni Lisberg spælir nøkur løg, og Carl Jóhan Jensen ber fram síni eyðkendu skjaldur. Vit leita eftir 2 ella 3 starvsfólkum at arbeiða sum stuðulsfólk í Norðoyggjum Arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni. Arbeiðstíðirnar koma at vera lagdar í samráð við familjuna. Starvið er tíðaravmarkað frá 01.09.2016 til 30.11.2016 við møguleika fyri at leingja setaninar. Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardepilinum – Eind 8. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag, Ergoterapeutfelagið, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelagið. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 12.08.2016 kl 12.00 Stuðulsfólk til at arbeiða í Norðoyggjum av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Søkt verður eftir 1 námsfrøðingi at arbeiða í búfelagsskapinum á Heygavegi 56 í Klaksvík. Talan er um eitt farloyvisstarv á 25 tímar um vikuna frá 1. oktober 2016 til 30. september 2017 Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 12 - Norðoyggjar. Setanar- og lønartreytirnar eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 12.08.2016 kl 12.00. Almannaverkið søkir námsfrøðing til búfelagsskapin á Heygavegi 56 í Klaksvík av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Vit leita eftir 1 starvsfólki at arbeiða sum stuðulsfólk á Eiði. Søkt verður eftir einum stuðulsfólki at arbeiða 8 tímar annað hvørt vikuskifti og at avloysa, tá tørvur er á tí, til 2 borgarar á Eiði. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardepilinum – Eind 8. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag, Ergoterapeutfelagið, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelagið. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 09.08.2016 kl 12.00. Stuðulsfólk til at arbeiða á Eiði av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: www.gevidblod.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.