týsdagur 26. juli 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juli 2016 · Nr. 85
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐARGREIN
Grundlóg fyri
ALLAR borgarar?
Malan Marnersdóttir,
professari
Nú hava vit aft
ur eina samgongu,
ið
lovar
okkum
eina fólkaatkvøðu.
Fyri
sekstan
ár
um síðani skuldi
hon vera um eitt
samráðingarúrslit við donskum
stjórnina, sum ongantíð kom. Nú
skal fólkaatkvøða vera næsta ár
um ta stjórnarskipan, ið byrjaði
sum eitt grundlógaruppskot hjá
“fullveldissamgonguni”, men sum
eftir nógva togan aftur og fram
er vorðið eitt uppskot um eina
nýggja stjórnarskipan. Nýggj, tí
vit hava longu havt eina frá 1948
og fingu eina nýggja í 1994. Tann
stjórnarskipanin, sum talan nú er
um, hava vit havt høvi til at lesa
og hugsa um síðani 2006 uttan at
nakað serliga breitt orðaskiftið
hevur verið um hana. Nú skal altso
brátt atkvøðast um hana, so skal
hyggjast nærri at henni, skal tað
vera nú. Ikki bara at kontroversiellu
greinini, sum lýsir mannagongdina
fyri, hvussu Føroyar kunnu taka
seg úr samveldum, eitt nú úr tí
núverandi danska, og hvussu tær
kunnu fara upp í onnur samveldi.
Í desember í fjør segði Magni
Arge, tjóðveldisumboðið á Fólka
tingi, at stjórnarskipanin fer at
“nútímansgera føroyska fólkaræð
ið”. Nútímansgerast, ja takk, tað
haldi eg, at uppskotið til stjórnar-
skipan skal, áðrenn tað fer til fólka-
atkvøðu.
Kritikkurin
Nakað hevur verið frammi um
uppskotið – tey trý drúgvu álitini
frá grundlógar- og stjórnarskip-
anarnevndini undantikin. Marna
Jacobsen skrivaði skilagott og
engagerað, tá ið uppskotið varð
sent í hvørt hús í 2006. Eg hugsi
eisini um tað, sum kvinnufeløg um
landið førdu fram í sambandi við
navnið á fólkateljingini í 2011.
Marna fýltist á kynjabýtið í
uppskotinum til grundlóg, sum
tað æt fyrst, men sum nú kallast
stjórnarskipan. Altso at tað eru
‘løgtingsmenn’ og ‘løgmaður’, ið
eiga lóggevandi og útinnandi valdið
í landinum eftir uppskotinum.
Marna vísti aftur argumentinum,
at ‘maður’ upprunaliga merkir
menniskja og vísti á, at tað er nakað
síðani, at tað altíð var so vist. Nú er
tað bara soleiðis, tá ið tað við makt
skal vera soleiðis. Annars merkir
‘maður’ í gerandismáli ‘mannfólk’.
Fólkateljing – manntal
Vit høvdu orðaskiftið um, at fólka
teljingin endiliga mátti vera eitt
‘manntal’ og víst var bæði til ta mál
søguligu merkingina hjá orðinum
‘maður’ og til fólkateljingina í Betle
hem um tað mundið, tá ið Jesus var
føddur. Í 2011 vóru fólk, sum kendu
seg so útihýst av málburðinum í
fólkateljingini, at tey lótu seg ikki
telja, hóast tað var revsivert at gera
tað. Forkonan í Javnstøðunevndini
helt beinleiðis, at heitið ‘manntal’
var tápuligt, men mælti kortini frá
at boykotta fólkateljingina.
Hvør fer illa?
Tá ið tað kemur til orð og orðaval
í ítøkiligum teksti, veldst um stíl
og hvønn tú vilt tala til. Fara vit
eitt sindur formalistiskt til verka
og hyggja í Samheitaorðabókina,
finna vit, at samheitini hjá orðinum
‘maður’ eru ‘húsbóndi, kallvera,
nakar, persónur’. ’Persónur’ er eis
ini einasta samheitið orðabókin
hevur fyri ’menniskja’. Men løg
persónur?
Løgtingspersónur?
Nei, ha? Høvuðstrupulleikin er
væl ‘løgmaður’, tí tey í tinginum
eru ‘løgtingslimir’. Men tað má
hjá kreativum fólkum bera til at
finna ella gera hampilig hugtøk
fyri hesa uppgávu. Tað vil siga, um
tað verður raðfest, at kvinnur skulu
vera umfataðar í ásetingunum um
lóggevandi og útinnandi vøldini í
grundlógartekstinum.
Tann tøgnin, sum hevur valdað
um mansmálburðin, tykist ikki
vera tí at ‘tann, ið tigur, samtykkir’,
tí einki annað uppskot er komið.
Tvíhildið verður soleiðis um, at
javnstøða skal ikki síggjast aftur
í málsligum verki, tá ið tað kemur
til landsins leiðslu. Í aðrar mátar
verður gjørt eitt og annað – kanska
ikki nokk – fyri at fáa betri javn
støðu
í
almennar
nevndir,
á
arbeiðsmarknaðinum og á løgting.
Demokratia finst og arbeiðir við
at fáa “javnari kynsumboðan í
politikki”. Hvussu vit brúka málið,
orða okkum í talu og skrift m.a. um
politikk, er við til at skapa javn
støðu.
Tí hvør er tað nú, sum fer illa
av, at tann helvtin av fólkinum í
Føroyum, sum kennir seg málsliga
útihýsta í uppskotinum til stjórn
arskipan, veruliga verður umfatað
í málsligum verki.
Og tó ber stundum til
Nú er tað ikki soleiðis, at alt er
galið, og uppskotið skal koyrast á
vestfallið. Meginparturin av tí er
í fínasta lagi. Tað er frálíkt at fáa
okkara politisku-, vinnu- og privatu
rættindi sum borgarar í Føroyum
tryggjað. Og tey eru væl lýst og
frágingin. Tað eru bara nakrar fáar
greinir, sum lættliga kundu verið
bøttar.
Uppskotið til stjórnarskipan er
tó ikki heilt samt við seg sjálvt. Tí
tá ið tað lýsir dømandi valdið er
ein heil lógargrein, ið eitur ‘Løg
rættufólk’. Tey eru tað, sum vit í dag
vanliga kalla nevningar – í ensku
týðingini av lógaruppskotinum,
sum Grundlógarnevndin læt gera
í 2004, eru ‘løgrættufólk’ týdd til
‘jury’. Orðið ‘løgrættufólk’ er gjørt
burtur úr einum avgomlum heiti,
sum hoyrdi til gamla løgtingið,
sum var ein rættur, har løgmaður
var formaður og løgrættumenn
mannaðu tingið. Tað ber altso til
at nútímansgera og demokratisera
summi heiti langt inni í demo
kratiska maskinrúminum. So hví
ikki eisini aðrastaðni?
LOL
Lesur
tú
lógaruppskotið
sum
ein tekst, sum tú væntar tær
hevur eitt ávíst stig í stíli, gerst tú
reiðiliga bilsin og kanska skrivar
tú LOL – ella FíS (flenni í skelli
látri) – í marguna, tá ið tú kemur
til lógargreinina um, at “Nú reka
menn grind á land upp”! Eitt er
tað, at bara menn reka grind, tað
er vist als ikki beint. Kanska meina
grundlógarskrivararnir,
at
tað
bara eiga at vera mannfólk, ið reka
grind?
Harafturat er orðaraðið í setn
inginum púra av lagi, “reka grind
á land upp”! Tað er tað, tí at setn
ingurin er tikin beinleiðis úr Seyða
brævinum frá 1298, og tá var hetta
ivaleyst gott og vanligt orðarað.
Setningurin hoyrir til tað søguliga
og siðbundna í lógaruppskotinum.
Tað siðbundna byrjar í Formál
anum, sum sigur “Føroyar verða
skipaðar eftir nútíðar tørvi á siða
arv okkara við fólkaræði, løgræði,
rættindum og skyldum”. Í fyrsta
lagi skal setningurin væl standa
í nútíð, “Føroyar eru skipaðar...”.
Tað er í fínasta lagi at tað verður
gjørt “eftir nútíðar tørvi”, men er “á
siðaarv okkara” krøkt uppí? Hvussu
við nútíðar demokratiskum tørv
um, sum kanska ikki kunnu førast
aftur til siðaarvin?
Mál skapar hugburð
Júst mál og málburður hava tað
fyri at broytast eitt nú so hvørt
sum tørvurin broytist og fjøltátt
ast. Vit forma lív og tilveru okkara
gjøgnum máli, tá ið vit tosa og
skriva um tað. Mál er ikki bara
eitt
tekniskt
samskiftisamboð,
tað er eitt samskiftisamboð, sum
samstundis skapar vitan, tilvitan
og ikki minni fatan og kenslur.
Gjøgnum málið skapa vit fatan av
heiminum, og broytingar í heim
inum krevja, at vit laga málið eftir
tí – eitt nú viðhvørt smíða orð fyri
nýggj fyribrigdi og samanhang.
Siðaarvurin liggur tungt oman á
lógaruppskotinum við orðingunum
um menn, ið stýra, lóggeva og reka
grind. Kann tað hugsast, at tað av
tí sama er ivasamt, um tað vinnur
frama á fólkaatkvøðuni?
Tí hví er tað so ringt at finna
smidligar nútíðarligar orðingar?
Grundgevingin fyri ‘manntali’ var
so tunn – at tað kemur fyri í Nýggja
Testamenti og maður er menniskja
– at hon kann ikki brúkast aftur.
Hví kann uppskotið til nýggja
føroyska stjórnarskipan ikki við
hóskandi orðum bart út siga, at
tað eru borgararnir í landinum, ið
skulu setast í útinnandi, lóggevandi
og dømandi vøldini í staðin fyri at
tað skal vera undirskilt?
Tann einastandandi møguleikin
fyri tjóðskaparligari semju, sum
formaðurin í Grundlógarnevndin í
einum formæli í einum av álitunum
sigur lógaruppskotið vera, hevði
økst munandi, um tað ikki bara
var onnur helvtin av borgarunum
í Føroyum, sum fara at sleppa at
lóggeva, seta lógirnar í verk og reka
grind.
Í sambandi við orðaskiftið um
fólkateljingina skrivaði Anna Ell
ingsgaard, sála, í eini grein, at nógv
ir studentaskúlanæmingar høvdu
vent sær til málnevndina og undr
aðust á, at nevndin hevði mælt til
at brúka hugtakið ‘manntal’. Sam
an við teirri helvtini, sum bæði
hevur valrætt og er valbær, men
sum tykist kenna seg útihýsta úr
stjórnarskipanin, kunnu tey ungu
kanska fella hana. Tí røddir eru jú
frammi um, at tey 16 ára gomlu eiga
at fáa valrætt til fólkaatkvøðuna
næsta ár.
Er tað tí ikki vert at taka tey
ungu og tey tilkomnu, sum mót
mæla ógvusliga siðbundna mans
málburðinum, í álvara og tryggja
stjórnarskipanarlógini flest møgu
ligar atkvøður?