týsdagur 26. juli 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 27. juli 2016 · Nr. 85
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri samkenslu, tá okkara
elskaða kona og mamma,
vermamma, omma og langomma
Apolonia M. Johannesen
fødd Kastalag
f. 25.04.1929 d. 20.04.2016
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólk á Sambýlinum við Bøgøtu, sum
vóru um hana ta seinastu tíðina, til heimahjálpirnar.
Takk til teir, sum høvdu eitt orð í kapellinum og í
salinum Hermon og til orgulspælaran. Takk til tey,
sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur og
gávur, sum vórðu givnar Zarepta. Takk til
tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Harrin signi tykkum øll.
Richard, Katrin, Hannedina og Jenny
við familju
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá ið mamma, systir vermamma, omma,
langomma og olduromma, okkara
Nicolina Lousia Johannessen
f. 30.10.1922 d. 20.06.2016
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólk á Norðoya Røktarheimi
í Uppistovu fyri hjartaliga og góða røkt og
umsorgan.
Tit á Búðatrøð, takk fyri dagarnar Nicolina
vitjaði har.
Ein serstøk tøkk til prestarnar, Hanus á Gørðum og
Marjun Lómaklett, fyri troystarrík orð í Kapellinum
og í Christianskirkjuni.
Takk til berara, sangara, dekn og organist og
klokkara.
Takk til tykkum, sum so regluliga vitjaðu við sangi.
Takk fyri blómur, kransar og minnisgávu til
KFUM&K.
Takk til tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við
ervinum.
Takk til øll, sum fylgdu Nicolinu til hennara
seinasta hvíldarstað her á foldum.
Jóhannes, Ólavur, Heðin og Suni
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum
á ymsan hátt gleddu okkum á
krúndiamantbrúdleypsdegnum.
Hilda og Allon Næs
Hvalba
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, ið veittu hjálp og
sýndu hjálpsemi og samkenslu við jarðarferðina hjá
Jóhannu Traustadóttir Poulsen
Serliga tøkk veiti eg starvsfólkunum á B6, ið góvu
henni alla ta hjálp, ið henni tørvaði bæði á nátt og
degi.
Somuleiðis takki eg øllum tykkum, ið fylgdu, bóru
og sungu, og stóra tøkk til tykkum í Tórshavnar
Manskóri, ið sungu og spældu løg, ið Hanna sjálv
hevði ynskt.
Takk til Hera Joensen fyri hansara troystarríku orð
í kirkjuni.
Sjúrður
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu
tá okkara góða mamma, vermamma, omma,
langomma og olduromma
Maren-Anna Mikkelsen á Sandi
(Marianna í Skálanum)
Fødd 09.08-2016 deyð 09.03-2016
andaðist og varð jarðað.
Takk til prestin Havstein Klein, kirkjutænarar,
sangarar, og berarar, og tey, sum hjálptu til við
ervinum.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið Áargarði, Skerinum
og Gerðisgarði, sum fjálgaðu um hana tey síðstu
árini. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Krabbameinsfelagið.
Takk til tykkum øll sum fylgdu henni til hennara
síðsta hvíldarstað.
Køld er nú hond tín, og still er tín brá,
alt er so tómligt at sjá,
tú sum oss vísti har sannleikin var,
ongantíð veik tú har frá.
Kærasta móðir! Eg sigi tær tøkk,
fyri tú fjálgaði meg,
tú gav os treysti at halda áfram
langan og torføran veg.
Fyri tey avvarðandi
Óluva og Eyðun
gevur bara meira
Fá meira prent
fyri pengarnar
www.nema.fo/oki