Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juli 2016 · Nr. 85 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 20 FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB Shitt, síðani vit fingu styrk, eru vit hølvaðir av. Nú mugu okkara menn taka seg saman, eisini á vøllinum. Come on you Frens. KRISTIAN JOENSEN KÍ Hetta var ordiliga keðiligt. Vit vita hvat byr í okkara liði, og vit koma sterkt aftur komandi dyst. Tað er ein orsøk fyri at vit liggja Nr1. Men at verða liggjandi har krevur hart arbeiði. Koyr á KÍ. SÆBJØRN LEITI ÍF - ALLAN ENGHAMAR HB - LISSI MOURITSEN B36 Boys in pink Whatever Winning team Ein doyligur dystur JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ kki var tað ræðuliga pent, men tað var nokk! 3 stig á kontuna og 3 stig nærri toppinum! Vit koyra okkara løb. So síggja vit hvussu langt tað røkkur. Góðir! FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Oddaliðið í føroyskum fót­ bólti, KÍ, kom sunnudagin av álvara niður aftur á jørðina, eftir at teir annars í meira enn fýra mánaðir hava verið ósigraðir. Ímóti øllum væntanum undan dystinum, vann ÍF sannførandi 4-2 sigur í Klaksvík, sum eisini var fult í tráð við leikgongdina. Og tá øll liðini sum elta KÍ í oddinum eisini vunnu sínar dystir, er spenningurin um FM-heitið brádliga vorð­ in størri aftur, eftir at KÍ annars hevur koyrt ein­sam­ alt avstað seinastu nógvu vikurnar. KÍ ikki til at kenna aftur Dysturin í Klaksvík sun­ nu­dagin var bæði und­ir­ haldandi og væl leiktur. Tað sást tó tíðliga í dystinum, at KÍ avrikið ikki var eins og gott, og tað annars hevur verið seinastu mánaðirnar. ÍF slapp longu tíðliga í dyst­ inum væl og virðiliga at spæla við, meðan ógvusliga KÍ-trýstið sum annars hev­ur eyðkent liðið, sjáldan rigg­aði serliga væl. Í veruleikanum kundi KÍ ósigurin verið munandi meira lemjandi, tí ÍF var tíð­liga í dystinum týðuliga snýtt fyri brotsspark. Hetta hendi eftir eina støðu, har Adeshina Lawal slapp at renna frá KÍ-verjuni. Hann megn­aði at lyfta bóltin upp­ um Kristian Joensen í KÍ mál­inum, og manglaði bert at trilla bóltin í tóma KÍ málið, tá hann varð feld­ur aftanifrá av Ahmed Muj­dragic. Dóm­ ar­in, Rans­in Djurhuus, valdi at døma hornaspark, men á sjón­varps­upp­tøk­unum eft­ ir dystin, sást týðu­liga at ÍF bæði skuldi fing­ið brots­ spark, umframt at KÍ leik­ arin skuldi fingið bein­leiðis reytt kort fyri at fremja neyð­bremsu. Tað var tí eisini heilt í lagi, at ÍF legði seg á odda 1-0 tá 14 minuttir vóru leikt­ ir av dystinum. Og málið var eitt av teimum heilt flottu sum eru skotin í hes­ um kappingarárinum. Upp­ spælið var framúr, har ÍF leikararnir kláraðu fleiri send­ingar ímillum sín, áð­ renn Alex José dos Santos kom í góða støðu. Ístaðin fyri at skjóta sjálvur úr heldur spískum vinkli, valdi hann at trilla bóltin yvirum til Adeshina Lawal, sum mest­ sum bara skuldi seta inn­aru­ síðuna á, fyri at leggja ÍF á odda 1-0. Løtuna eftir málið tókt­ist heimaliðið heldur fjáltur­ stungið. Tað riggaði ikki so væl sum tað skuldi, og ein sat við kensluni at KÍ liðið var ikki líka væl upplagt sum tað átti at verið. Men so brádliga fekk KÍ eina orduliga gávu. Nýggi ÍF málverjin, Elias Rasmussen, skuldi sparka bóltin langt niðan á vøllin, men var so mikið óheppin at hann sparkaði bóltin beint á Páll Klettskarð, sum lætt­liga fekk tamt bóltin og skot­ið hann uppum ÍF málverjan í tóma málið, soleiðis at støð­an gjørdist 1-1. Hóast tal­an ikki var um eitt heilt uppi­borið mál, sat ein við kensluni at nú var KÍ komið í gongd í dystinum. Restina av fyrra hálv­leiki gekk javnt fyri seg. Hvørki av liðunum spældi seg til teir heilt stóru mál­møgu­leik­ arnar, men tað tóktist longu í hálvleikinum sum um at tað riggaði betri hjá ÍF í opna spælinum, enn tað gjørdi hjá KÍ. Tað vóru heldur ikki spæld­ir meira enn tveir min­ uttir í seinna hálvleiki, tá ÍF legði seg á odda 2-1. Málið ÍF skeyt Kristoffur Jak­ob­sen við einum frálíkum langs­ koti, eftir gott upplegg frá Adeshina Lawal. Adeshina Lawal var í hopla Og sami Adeshina Lawal gjørdi næstu løtuna av álvara av við klaksvíkingar. Fyrst tá 58 minuttir vóru leiktir, tá hann við góðari sending frá Kristoffuri Jakobsen, slapp at renna frá KÍ verjuni og at trilla bóltin millum bein­ ini á KÍ málverjanum, Krist­ iani Joensen, til 3-1. Tíðliga í dystinum sást eisini, at hetta Fyri fyrstu ferð í meira enn fýra mánaðir, fór KÍ sunnudagin av vøllinum sum tapari. Hetta hendi eftir at ÍF óvæntað vann 4-2 í Klaksvík. Ósigurin ber við sær, at størri spenningur nú aftur er um fremsta plássið í deildini, tí øll liðini sum elta KÍ í oddinum, vunnu sínar dystir EFFO-DEILDIN KÍ KOM NIÐUR AFTUR Á JØRÐINA