týsdagur 26. juli 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juli 2016 · Nr. 85
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Ikki við:
Ikki við: Tórður Thomsen
skaddur (Gikt, ógreitt
hvussu leingi), Odmar Færø
(burturstaddur)
Við aftur: Jákup á Borg
Ikki við: Arnbjørn Hansen
skaddur (Vøddaskaði, 2-3 vikur)
Ivasamur: Ari M. Olsen
Við aftur: Rókur av Fløtum
Jespersen
Ikki við:
Allir mans tøkir
Ikki við: Haraldur R. Højgaard
(mjødnin, langtíðarskaddur)
Andras Frederiksberg (lærkrikin,
langtíðarskaddur)
Ikki við: Albert R. Johannesen (Leikbann,
2 dystir afturat), Jann Ingi Petersen
(Burturstaddur), Otto R. Petersen
(Burturstaddur), Leivur Højgaard
(Burturstaddur), Jóhannus Hansen
(Burturstaddur), Esmar Clementsen
skaddur (Knæskaði, ógreitt hvussu leingi)
Ivasamur: Damir Ibric Yuksel
(Uppihaldsloyvi)
Við aftur: Evrard Blé
JÓANNES HANSEN
Tað mundi vera eitt tað mest
óvæntaða úrslitið higartil í ár, tá
ið ÍF sunnudagin fór úr Klaksvík
við trivaligum 4-2 sigri. Adesh
ina Lawal var framúr væl upp
lagdur og skoraði trý mál, og tað
var kandidatur til vakrasta málið
higartil í ár, tá ið hann setti hol
á eftir framúr uppspæl í vinstru,
har Alex José dos Santos, Clayton
Soares, Adeshina Lawal sjálvur
og Andy Olsen vóru við í upp
spælinum.
Úrslitið ber við sær, at tað,
sum fyri fleiri hevur kenst at vera
avgreiðsluspurningur hjá KÍ, nú er
vorðin púra opin kapping. Tað eru
fýra stig frá Víkingi og fram til KÍ.
Klaksvíkingar hava vunnið báðar
dystirnar ímóti Víkingi. Um stigini í
øðrum teirra høvdu ligið í Sarpugerði,
so var Víkingur topplið!
Tað er øgiliga eyðsýnt, at tað
gongur illa hjá KÍ fjepparunum at
halda beinini á jørðini og bara at
hava fokus á næstu avbjóðingini. KÍ
var á Tórsvølli og vandi næstsíðsta
sunnudag. Tað kundi verið ábending
um, at tað verður hugsað nógv um
tað, sum verður á skránni 27. august,
og harvið er møguleiki fyri, at tað,
sum skal avgreiðast fram til tá, verður
tað minni hugsað um.
Tapið ímóti ÍF var tað næsta á
heimavølli í ár. Tað fyrra var 3-1 ímóti
NSÍ. Vikuna eftir legði KÍ rygg til 4-2
tap í Gundadali ímóti HB. Tá var tað,
at klaksvíkingar reistu seg, og síðani
tá og inntil sunnudagin fóru bara fýra
mál ígjøgnum hjá Kristiani Joensen.
Nú er takið í KÍ leguni at leggja
alt annað til viks og bara at savna
seg um avbjóðingina á Svangaskarði
sunnudagin. B68 hevur sjey stig, og
KÍ hevur 38 stig, men avrikið hjá
toftamonnum í Runavík sunnudag
in minti á, at tað ber væl til hjá botn
liðnum at arga tey, sum stríðast fyri
at vinna europeiska luttøku og FM.
Tað stendur nógv á Trygva
AB-NSÍ: RANSIN N. DJURHUUS
MIKUDAGIN KL. 18.30
Tað var lítið at fegnast um
hjá argjamonnum eftir 3-0 tapi
í Sarpugerði. Eftir stórtap ímóti
nummar trý er nummar tvey mót
støðuliðið í kvøld:
- Tíbetur er munurin fram til
áttanda plássið ikki størri nú, enn
hann var undan vikuskiftinum. Men
tað hjálpir einki upp á støðuna, um
vit ikki sjálvir megna at skava stig
ini saman, sum skulu til fyri at vinna
upp um strikuna. Vit vóru ikki nóg
væl skipaðir í Sarpugerði. Ímóti NSÍ
verður mótstøðan ikki minni, og nú er
takið hjá okkum at fáa liðið at rigga.
Tað vóru ov nógvir, sum ikki spældu
upp til sítt besta sunnudagin. Um vit
skulu hava stig, so er tað neyðugt, at
allir vísa seg frá síni bestu síðu, at vit
ikki lata so bílig mál fara ígjøgnum,
og at vit taka av í hinum endanum,
staðfestir Trygvi Mortensen.
Í NSÍ leguni eru teir lættir um,
at tað eyndaðist at vinna øll stigini
ímóti B68:
- Grannauppgerðin var undir
striking av, at vit ikki skulu taka
nakað fyri givið, og vit rokna við
torførari avbjóðing á Argjum, sigur
Klæmint A. Olsen, sum í fyrstu
seytjan umførunum hevur skorað
seytjan mál.
HB vil hava hevnd
HB-ÍF: KÁRI J. Á HØVDANUM
ÓLAVSØKUAFTAN KL. 19.00
Tað er innanhýsis kapping um
fjórða plássið og harvið pláss í
europeisku kappingini, sum er á skrá
ólavsøkuaftan í Gundadali. HB er trý
stig undan ÍF, sum fyri fjórðingsári
síðani vann 4-2 á heimavølli ímóti
HB. Ta ferðina skorað Adeshina
Lawal trý mál. Eftir at hava verið
skaðadarvaður leingi, vísti Lawal í
Klaksvík, at hann er í toppformi.
- Vit eru øgiliga tendraðir, og
avrikið og úrslitið í Klaksvík gevur
okkum mót um, at tað enn einaferð
skal bera til ímóti HB, sigur ÍF liðfor
maðurin Jan Ó. Ellingsgaard.
Avbjóðingin hjá venjarunum
báðum er nú at fáa fuglfirðingar úr
sigursrúsinum og upp aftur á dubb
arnar:
- Royndirnar siga okkum, at tað
er avbjóðing. Fyrr í ár vunnu vit 3-0
á útivølli ímóti TB, og so taptu vit
4-0 í steypakappingini ímóti KÍ á
heimavølli bara nakrar dagar seinni.
Hetta er størsti setningurin hjá
okkum upp undir ólavsøku, sigur
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
VÍKINGUR
NSÍ
B68
FÓTBÓLTUR Víkingur eigur stóra avbjóðing á
ólavsøku, og KÍ hópurin skal hava fokus á rætta
staðnum og ikki lata seg órógva av nógva vasinum,
sum er um oddasessin og steypafinaluna
Upptakt
SPENNINGURIN
ER FARIN
AT SPØKJA