Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 27. juli 2016 · Nr. 85 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 Ikki við: Jonas Flindt Rasmussen (leikbannaður við fýra gulum kortum), Mayowa Oladele Alli (skaddur í hælsinuni) og Atli Danielsen (langtíðarskaddur) Ikki við: Oliver Korch og Bogi Reinert Petersen (farnir av landinum) Nýggir: Elias Rasmussen (úr Víkingi) og Ingi Sørensen (úr ÍF Føroyum) og Heri Nesá (heima í summarfrí) Ikki við: Ikki við: Andri F. Bjørnsson skaddur (Knæskaði, 1-2 vikur), Gunnar Haraldsen skaddur (Lærkrikin, ógreitt hvussu leingi), Karstin Højgaard skaddur (Baklær, 2 vikur) Við aftur: Símun Samuelsen eftir leikbann Ikki við: Heri Mohr (Leikbann), Ragnar Joensen (Leikbann, ov nógv gul kort), Rógvi Joensen skaddur (Vøddaskaði, 2-3 vikur), Eirikur Magnusarson skaddur (Vøddaskaði, 2-3 vikur) Nýggir: Ikki við: Álvur Christiansen (Leikbann) annar av ÍF venjarunum Jákup Mikkelsen. Fyrrverandi liðfelagin hjá Jákupi Mikk­elsen á landsliðnum og í Herfølge, Jan C. Dam, er venjari í HB: - Vit taptu so dyggiliga í Fugla­firði. Hetta er einasta ordiliga tapið higartil í ár. Nú hava vit møguleika at siga takk fyri seinast. Tað verður trupult, tí ÍF vísti sannførandi avrik ímóti KÍ, sum nógv rokna at vera komandi FM vinnara. Stóri trupulleikin hjá okkum er, at vit ikki fáa úrtøku burturúr møguleikunum, sum vit spæla okkum til. Málið er at røkka europeiskum plássi, og til tað skulu vit røkka 50 stigum, sigur Jan C. Dam. Europa stendur upp á spæl B36-VÍKINGUR: DAGFINN FORNÁ ÓLAV­SØKU­DAG KL. 16.00 Málið hjá Víkingi er at vinna fyrsta FM heitið, og hjá B36 er tað at halda tørn um europeiska plássið. Tí er tað avgerandi at vinna fulla úrtøku ólavsøkudag. - Vit fegnast um tepra sigurin í Trongisvági. Gongdin minti okkum á, at vit megna als ikki somu úrtøku úr uppløgdum málmøguleikum, sum vit hava megnað undanfarin ár. Ímóti Víkingi er tað alneyðugt, at vit taka av, tá ið møguleikarnir eru har, sigur Jákup á Borg, hjálparvenjarin hjá B36, sum er tøkur aftur, eftir at hann var skaddur síðsta sunnudag. - Vit trívast í stórdystum, og tá ið Víkingur trívist væl í Gundadali, so er lagt upp til undirhald ólavsøkudag, væntar Jákup á Borg. Hjá víkingunum kom tað væl við, at tað longu í fyrra hálvleiki eydnaðist at tryggja sær 3-0 sigurin á AB: - Tíðliga í seinna hálvleiki vórðu bæði Hans Jørgen Djurhuus og Sorin Anghel skiftir út. Harvið vera teir betri fyri ímóti B36, og tað hevur stóran týdning, sigur landsliðsspælarin Sølvi Vatnhamar, sum nú er á framrættaðum miðvallarplássi og skoraði eitt mál ímóti AB. - Vit eru manningarliga betri fyri, enn vit hava verið fyrr í ár, og vit kalkulera avgjørt við møguleikanum, at tað skal bera til at vinna fulla úrtøku á ólavsøku, sigur Sølvi Vatnhamar. Tað ræður um ikki at tapa SKÁLA-TB: PETUR REINERT SUNNUDAGIN KL. 15.00 At tað er nummar sjey, sum eigur heimavøll ímóti nummar átta, sigur, at talan verður um lyklauppgerð á Skála, tá ið TB kemur á vitjan: - Vit vístu góðan hugburð ímóti B36, men vit kunnu ikki brúka dystin til so nógv meiri enn tað, tí vit vóru stóran part av tíðini undirmannaðir. Vit fegnast um nýggja málverjan, sum vísti ímóti B36, at hann er góð­ur, og tað er týdningarmikið. Vit eru fýra lið, sum kappast um at sleppa und­an niðurflytingarplássunum, og tí hevur tað stóran týdning ikki at tapa, sig­ur TB venjarin Sigfríður Clementsen. - Hjá okkum er tað av­gerandi ikki at tapa. Ímóti HB vístu spælararnir góðan hugburð í seinna hálvleiki, og hann skal til, um vit skulu vinna stig ímóti TB, sigur Skála venjarin Pauli Poulsen. Oddur ímóti sínum egnu B68-KÍ: HELGI M. JÓNASSON SUNNU­DAGIN KL. 15.00 Fyrrverandi venjarin hjá næst­ besta KÍ liðnum, Oddur Olsen, hevur ábyrgdina á Toftum. Góða avrikið í Runavík bar ikki úrtøku við sær, men tað var tætt við. - Vit vita, at ein partur av av­bjóð­ ingini er at vera betri, tá ið mót­ støðuliðið hevur deyðbóltsstøður. NSÍ skoraði tvær ferðir eftir deyðbóltar. Vit vita, at KÍ plagar at vera vandamikið í sambandi við fríspørk, innkøst og hornaspørk. Á hinari síðuni vísti ÍF, at tað ber til at vinna stig ímóti KÍ, sigur Jóhan Dávur Højgaard hjá B68, sum ímóti NSÍ var ógvuliga verjukendur mið­ vallari. Páll A. Klettskarð heldur ikki, at tapið ímóti ÍF tekur pippið frá klaksvíkingum: - Vit hava okkara máta at spæla uppá, og tað hava vit fokus á. Ímóti ÍF var avrikið ikki gott, og nú er setningurin at vísa rætta hugburðin og betri avrik á Svangaskarði. Ímóti ÍF góvu vit bílig mál burtur, og vit vóru ikki nóg avgjørdir í nærdystunum. Tað vóna vit verður væl betri á Svangaskarði. KÍ ÍF AB TB SKÁLA 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur AB - NSÍ HB - ÍF B36 - Víkingur Skála - TB B68 - KÍ KENDI TIPPARIN Jonhard Hammer Stjóri, Miðlahúsið Kendi tipparin hesaferð: Seinast tippaði Tróndur Vatnhamar, útvarpsvertur Hann hevði tríggjar rættar av fimm dystum. Teir sum hann hevði rætt vóru sigrar til NSÍ, HB og Víking. Tróndur Vatnhamar tippaði: HB – Skála (1) 1-0, TB – B36 (X) 0-1, NSÍ – B68 (1) 2-1, KÍ – ÍF (1) 2-4, Víking-AB (1) 3-0 Máltindurin: Klæmint A. Olsen NSÍ�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.17 Jóannes Bjartalíð KÍ �.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.14 Páll A. Klettskarð KÍ�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.11 Adeshina Lawal ÍF�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.�.10 Mynd: Eydbii myndir