Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 6 Ólavsøkan 2016 T að er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 9 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvs­ aldri er Derhard Jógvansson. Einaferð í lívinum Derhard Jógvansson metir avgjørt, at tað er ein heiður at sleppa at prædika á ólavsøku. – Sannlíkt er, at hetta hendir eina ferð í lívinum, og hetta er avgjørt ein heiður, tí hetta er jú tjóðdagur før­oyinga. Tað er ein heiður at fáa loyvi at prædika, tá føroyingar flestir fylgja við, sigur Derhard Jógvansson. Og talan er í roynd og veru um ein stóran pall. – Flestu miðlar fylgja við, og fokus verður sett á hesa løtuna. Eg havi vitað í nøkur ár, at eg fekk møgu­leikan, men serliga nógv hevur tað fylt síðsta hálva árið, ella so, sigur sóknar­presturin í Suðurstreymoyar vest­ara prestagjaldi. Strongd Spurdur um innihaldið í ársins prædiku, er Derhard vísur í síni søk. – Prædikan er jú bundin at einum teksti, sum er grundarlag undir præ­ dikuni. Enn er prædikan ikki heilt liðug, men eg veit hvat eg vil við tekst­inum. Ein kann siga, at inni­ hald­ið snýr seg um tað, sum rørur seg í samfelagnum í dag. – Vit liva í eini strongdari tíð. Øll eru so upptikin, og hevur ein børn, er gerandisdagurin fult upptikin. Men vit eiga tíðina, ognirnar og orkuna. Spurningurin er so, um tað er vert at nýta tíðina til tað, ið vit nýta hana til, sigur Derhard Jógvansson. – Vit í okkara parti av heiminum eru sera ávirkað av strongd. Vert er at spyrja, um menniskjað er við? Er fokus á menniskju, so ivast vit ikki í, at tað er vert okkara tíð. Eru tíni næstu ikki glað, so ert tú ikki glaður sjálvur, og ein kann siga, at tú offrar títt lív, tína tíð, fyri tey tú elskar, sigur Derhard Jógvansson. – Vit ofra tíð, ogn og orku. Men Guð offraði seg, og vit kunnu spyrja: var tað vert tað? – Og svar er greitt eitt »ja«, sigur prestur. Ein kann siga, at lyklaorðini í ársins ólavsøkuprædiku eru strongd, raðfesting og offur. Ikki protest Tað er komið fyri, at prestar, tá teir hava prædikað á ólavsøku, hava nýtt stóra pallin og høvið til at koma við staðfestingum ella politiskum við­ merk­ingum. Men tað hevur Derhard Jógvansson ikki ætlanir um. – Eg ætli ikki at provokera. Hetta er kanska ikki ein prædika, eins og allar aðrar, tá nú so nógv fokus er á, men vit eru í kirkju, og hetta er ein prædika. Har verður onki politiskt í, sigur Derhard Jógvansson, prestur. Derhard var prestvígdur i Vor Frue kirkju í Keypmannahavn hin 28. august 2008. Í eitt ár var hann prest­ur hjá Sankta Ólavs kirkjuliði í Keyp­ mannahavn. Hann tók við kall­inum sum sóknarprestur í Suður­streym­ oyar vestara prestagjaldi 1. februar 2010. Derhard Jógvansson heldur í ár ólavsøkuprædikuna í dómkirkjuni. Hetta metir hann verða serstakt og ein heiður. Hann ætlar sær ikki at nýta høvið til at provokera ella koma við politiskum viðmerkingum Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin.fo Mynd: Dagfinn Olsen HVUSSU NÝTA VIT TÍÐINA? »Ein kann siga, at lykla­orðini í ársins ólav­søku­prædiku eru strongd, rað­ festing og offur.«