týsdagur 26. juli 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
7
Ólavsøkan 2016
www.fae.fo
VÁGA FLOGHAVN
søkir eftir starvsfólkum
Vága Floghavn er nógv ment seinastu árini, og menningin heldur
áfram. Longda flogbreytin og nýggjar umstøður hava latið upp
fyri fleiri møguleikum og hevur ment Vága Floghavn nógv sum
arbeiðspláss. Á Vága Floghavn arbeiða umleið 40 fólk.
VIT SØKJA EFTIR EINUM GÓÐSKU- OG IT-LEIÐARA
Sum Góðsku og IT-leiðari hevur tú beinleiðis tilvísing til stjóran og verður
tín høvuðsuppgáva at útgreina kunning og krøv frá myndugleikanum til tess
at tryggja, at Vága Floghavn til eina og hvørja tíð líkur øll myndugleikakrøv.
Eisini hevur tú høvuðsábyrgdina at tryggja, at Vága Floghavn hevur eina
nútíðarhóskandi IT umsiting, sum tryggjar, at IT kunnleikin hjá Vága Floghavn
verður umsitin so skynsamt sum gjørligt.
Les meira á www.fae.fo
VIT SØKJA EFTIR TØKNINGI TIL TØKNIDEILDINA
Sum tøkningur hevur tú beinleiðis tilvísing til leiðaran á Tøknideildini, og
verður tín høvuðsuppgáva at røkja tøkniligar uppgávur við tólum og útbúnaði
til eitt nú samskifti, navigatión og veðurmátingar v.m. til flogferðsluna, á og
við flogvøllin, men eisini útgerð kring landið.
Les meira á www.fae.fo
VIT SØKJA TRYGDAR-/ SLØKKILIÐSFÓLK
Við hesum verður søkt eftir fólki til rakstrardeildina hjá Vága Floghavn.
Rakstrardeildin tekur sær í høvuðsheitinum av tænastum, so sum sløkkilið,
sjóbjarging, security, kavarudding, reinhaldi, viðlíkahaldi av akførum,
bygningum og økjum kring flogvøllin. Størri dentur enn áður verður lagdur á
umsitingarligt arbeiði.
Les meira á www.fae.fo