Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 15 – 22. januar 2000 Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2’aran: turid@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Turið Kjølbro. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. WH 100 Seinasta vikuskiftið stóð - fyri nú at nýta hansara egnu orð - í Williamsa tekni. Hóast vit ikki dugdu at virða flogvitið nóg nógv, meðan hann enn var millum okkum deyðiligu, duga vit kortini at virða hann nú, hann er vorðin ódeyðiligur. Misskil meg nú rætt, nógv hava virt stjørnuskaldið, meðan tíð enn var, men tað munnu vera fleiri enn eg, sum fingu at vita í skúlanum, at William Heinesen las man ikki í føroyskum, tí tað var ikki føroyskt; við tí úrsliti, at man kom gjøgnum 12 ára skúlagongd uttan at hava lisið William, um ikki av eintingum. Men tað var ikki beinleiðis William, eg vildi tosa um, tað vil eg lata tey um, sum vita meira enn eg, men nakað eg kom at hugsa um eftir hetta vikuskiftið, tá øll so óført róstu øllum, ið gjørt var burturúr hátíðarhaldinum. Sjálv- andi, hesaferð man tað hava verið av røttum at róst varð, men kortini løgið. Her í landinum, har vit vanliga bara kunnu semjast um at vera ósamd, hví eru øll so samd? Ella vóru bara tey samdu spurd? Ella tordi ongin annað? Kanska liggur sannleikin mest í tí seinna. Ongin torir alment at siga, at honum/henni ikki dámar nakað, sum øllum øðrum dámar. Dømið um hetta vikuskiftið er helst illa valt, men tað er kortini nakað sum vanliga er galdandi, tá tað snýr seg um at siga sína hugsan um nakað, sum er aktuelt. Landið er so pinkaevarska lítið, at tú veitst, at tú um ein tíma ella tveir kanst koma til at renna teg beint í tann persónin, sum tú júst hevur givið eitt lemjandi skoðs- mál. Tí er best at skansa seg aftanfyri, »jú hatta var fínt«, »mær dámdi væl«, »frálíkt«, »gott!« og slík lítið og onki- sigandi orð. So kunnu vit eisini dagin eftir hygga listarfólkið í eyguni og heilsa góðandag á gøtuni. Fyri tann, sum hevur lagt lív og sál í eitt skapanarverk, er tað sjálvandi hugaligt ikki at verða hálshøgdur, men munnu nógv ikki kortini sita eftir við einum mjølvutum smakki í munninum og hugsa: »guviti hvussu illa ella væl hasin veruliga dámdi tað, eg gjørdi«, ella »guviti hvat hann yvirhøvur fekk við av tí?« Afturat fjøldini av onki-sigarum, eru so eisini hini, ið halda seg verða djørv, tí tey tora at jarðleggja tað neyðars listafólkið. Tey »tora« at traðka arbeiði hjá teimum skapandi niður í rununa, og koma við lemjandi atfinningum, tíverri ofta tí tey ikki skiltu verkið ella ikki settu seg nóg væl inn í tað. Og alt ov ofta eru tað listafólkini, sum verða ummæld, og ikki verkið. Har størri rásarúm er, kunnu ummælarar verða í leikluti sínum sum bara ummælarar, siga sína hugsan uttan at stúra fyri hvørki at finnast at ella rósa, bert greina listaverkið eftir førimuni, og seinni verða dømdur bara eftir síni umfatandi (ella vantandi) vitan um umtalaða evnið. Í Føroyum ber hetta heilt einfalt ikki til, hvussu fegin vit enn vildu tað, tí tað menniskja, sum skapað hevur verkið, er okkum altíð nær onkursvegna, um ikki bein-leiðis í skyldskapi, so altíð í tíð og stað. Tí vil greining okkara altíð onkursvegna verða litað av persónligu vitan okkara um tað menniskja. Tú noyðist at vanda tær um meiningar- nar, - tú skalt vanda tær um meinginarnar, tí eitt ummæli verður her altíð tikið sum persónlig atfinning og ikki bara faklig atfinning, og eitt listafólk er ikki minni nærtikið enn vanlig fólk, helst tvørturímóti, tí tað útstillar alment sítt innasta í listini. Ein atfinningarsom umtala er ikki bara ring, tað veldst um hvussu grundgivið verður fyri tí, - um ummælarin er sakligur, uppbyggjandi; men sjálvandi, er atfinningarsemi lemjandi bara fyri at vera lemjandi, ella enn verri: háandi, so hjálpir tað ikki tí skapandi menniskjanum yvirhøvur. Soleiðis er ein bara positiv umtala heldur ikki til aðra hjálp, enn til kanska at stuðla, men tað kann eisini verða neyðugt av og á. Kanska hevði tað verið klókari at bara ummælt nakað, har tú í hvussu so er eisini hevði nakað gott at siga, - tað hevði kanska verið tað besta prinsippið at gingið eftir her í okkara lítlu verð? Hví særa fólk óneyðuga, ella skamrósa teimum? Forlagið Fannir hevur akkurát givið út bók, har Stjørnu- skaldið undir Varða júst ummælir samtíðarlistafólk síni við einum hjartalagi, ið allarhelst man hava hjálpt nógvum ungum listafólkum áleiðis. Hetta er kanska tann besta lærubók nakar ummælari kann fáa... Purruterta til sína tíð og stokt riv til sína tíð, og onga viðmerking, takk. Rakel Helmsdal rithøvundur, skrivar: Skrivar bók um flog- vanlukkuna í 1970 FLOGVANLUKKA. Grækaris Magnussen hevur seinasta hálva árið kanna hendingina, tá flogfarið hjá Iceland Air datt niður í Mykinesi í 1970. Á 30 ára degnum fyri vanlukkuna kemur bók út um tað, ið hendi Eyðun Klakstein Um 11-tíðina fyrrapartin 26. september 1970 datt eitt Iceland Air flogfar niður í Mykinesi. Átta av teimum 34 fólkunum, sum vóru við flogfarinum, lótu lív, og nógv fingu løstir. Tað hevði ikki verið lendandi í nakrar dagar, tí mjørki hevði verið, og tí vóru ferðafólk úr Íslandi, Noregi og Danmark við flogfarinum. Flogskiparin Bjarni Jensson var einasti útlendingurin, sum lat lív í vanlukkuni. Hini sjey fólkini vóru føroysk ferðafólk. Flogvanlukkan í Myki- nesi er ein dramatiskur partur av føroyskari flog- søgu, og á 30 ára degnum fyri vanlukkuna verður ein bók útgivin um hend- ingarnar. Tað er journalisturin Grækaris Djurhuus Magnussen, sum í løtuni arbeiðir við bókini. –OFlogvanlukkan í Myki- nes er ein partur føroyskari og altjóða flogsøgu. Tað kemur sjáldan fyri, at so stórur partur av ferða- fólkunum yvirlivir, tá eitt flogfar rennur á við fullari ferð. Í so máta er søgan serlig, sigur Grækaris Magnussen. – Føroyingar hava altíð verið hugtiknir av skipum og flogførum, og hetta er ein vanlukka, sum tað hevur verið tosað nógv um. Eg havi hoyrt nógvar søgur um vanlukkuna, og summar teirra havi eg fingið vátta, aðrar av- sannaðar. Øll vilja tosa Hugskotið til bókina er fleiri ára gamalt, og seinnu árini hevur Græk- aris javnan tosað við fólk, sum hava vita nakað um vanlukkuna. Alt hetta tilfar hevur hann goymt, og seinasta hálva árið hevur hann sett meira ferð á arbeiðið við bókini. Hann hevur tosað við fólk, sum komu frá van- lukkuni við lívinum, við bjargingarfólk, løgreglu og onnur, sum hava vitan um hendingarnar. Harafturat hevur hann gravað nógv skriftligt tilfar fram – nógv av tí hevur ongantíð verið frammi fyrr. – Hetta er ein stór faklig avbjóðing fyri meg, og at arbeiða við eini slíkari vanlukku kann tykjast ógvusligt, men tað hevur verið ein stór hjálp, at tey fólkini, sum eg havi tosað við, hava verið avklárað og rólig, sigur Grækaris Magnussen. – Tað er komið eitt sindur óvart á meg, at øll tey, sum eg havi vent mær til, hava havt hug at tosa við meg. Tað er eingin, sum hevur sagt nei til at tosa um vanlukkuna. Enn er útgávudagurin ikki ásettur, men Grækaris Djurhuus Magnussen ætlar at hava bókina lidna í seinasta lagi 26. septem- ber, tá 30 ára dagurin fyri vanlukkuna er. Nr. 15 – 22. januar 2000 17 15 Sveinur Tróndarson Beint fyri jól kom fjórða bókin í røðini Teir tóku land hjá Jógvani Arge í bókabúðirnar, og eins og tær undanfarnu gjørdist hon tann mest selda bókin á árinum. Vit hava fingið eitt prát við Jógvan Arge um bókaskriving, og um hvussu hetta byrjaði. Fyrst skulu vit kanska rætta byrjanina, tí hóast vit siga, at tað er fjórða bókin í røðini hjá Jógv- ani Arge, er tað bara partvíst rætt. Fyrstu bókina í røðini skrivaði pápi hansara Niels Juel. Handritið til ta bókina varð funnið umleið eitt ár eftir, at Niels Juel var farin, og tá bókin var skrivað, so hví ikki geva hana út, spurdu tey seg sjálvi. – Eg gekk tá sjálvur við tank- anum um at fara undir at skriva eina bókarøð um føroyingar og Grønland, og tað var funnin fressur at leggja fyri við hesum handritinum, sum viðgjørdi tíðina frá 1906 til 1940. Pápi hevði lagt dent á, at dokument- era søguna við samrøðum, sum hann hevði havt við menn, sum vóru við heilt frá 1906. So tók eg um endan árið eftir og fór undir at skriva søguna um før- oyingar í Grønlandi eftir seinna heimsbardaga við høvuðsdenti á útróður uttan tó at leggja skips- fiskiskapin burturúr. Byrjaði við táttasavni Søgan um bókaútgávuna hjá Jógvani byrjar kortini rættiliga nógv fyrr enn so. Hann byrjaði við einum tátta- savni í 1980, men síðani eru ikki færri enn ellivu bøkur komnar afturat í savninum, og felags fyri tær allar samlar, so at siga, er, at tær eru søgubøkur. Ikki sum ein søgufrøðingur vildi havt skrivað tær, men skrivaðar av einum journalisti við áhuga fyri samtíð- ini. Felagsnevnarin fyri flestu teirra er, at tað eru bøkur skriv- aðar um og fyri feløg og virki, sum fegin vildu hava sína søgu lýsta. Men Jógvan hevur lagt dent á at skriva bøkurnar soleið- is, at tær hava samfelagsligan samanhang - ikki minst tær tríggjar stóru bøkurnar í nítiárunum: Semjur og stríð hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Neyðugt er at sigla hjá Skipara & Navigatørfelagnum og søgan um ravmagnið Ljós yvir landið hjá SEV. Fyri tær tríggjar sein- astu — »Teir tóku land« — snýr tað seg um eitt týdningarmikið skeið í fiskivinnusøgu okkara. Eitt tíðarskeið, sum byrjaði, tá búskaparligu umstøðurnar í landinum vóru merktar av svár- ari kreppu í fimtiárunum. Illa bar til at fíggja nakað virksemi í Føroyum og tískil fóru nógvir føroyskir fiskimenn til Íslands og Grønlands fyri at vinna sær og sínum til dagligt breyð. Boðin við til Grønlands Hóast Jógvan altíð hevur havt áhuga fyri hesum tíðarskeið- inum, og eisini hevði hugsað um at fara undir at skriva bók um Føroyingahavnina í Grønlandi, kom ikki verulig gongd á fyrr enn Lions Club í Vágum í aug- ust 1996 spurdi, um hann var hugaður at koma við eina ferð til Grønland. Felagið í Vágum hevði sett sær fyri at gera nakað burtur úr tíðarskeiðnum hjá føroysku útróðrarmonnunum í Grønlandi, og Jógvan gjørdi ikki mætari enn at smekka til. – Fimm útróðrarmenn og Svend Thulesen, sum hevði verið stjóri í Nordafar í eini fimm ár, vóru í ferðini við, og teir vistu at siga frá nógvum. Í dag kemur tað mær til góðar í hesum skriviarbeiði, at eg sjálv- ur havi sæð útróðrarhavnirnar í Borgshavn, Kangarssuk, Ravns- oynni og Føroyingahavnini. Stórt granskingararbeiði Sum vera mann krevja allar søguligar bøkur, at tilfarið verð- ur væl umgingið. Í hesum førin- um kann nógv fáast frá munnlig- um keldum, sum eru tøkar, men minni enn so alt fæst frá teim- um. Ryggurin í skrivingini er sum oftast tað skrivliga tilfarið, sum leitað verður fram í ymsum søvnum. Hvussu nógvar tímar Jógvan brúkar á søvnunum, dugir hann ikki at siga, men púra greitt er, at teir flestu tímarnar brúkar hann heima við hús. Hann tímir so illa at sita ov leingi framman- fyri mikrofishin á bókasavninum og við nøsini niðri í mappunum á skjalasavninum. Honum dámar betur at gjøgn- umganga tilfarið har í høvuðs- heitum og so fáa sær avrit heim við at venda og snara. Við fyrsta eygnabrá er kanska ikki so nógv at fáa burtur úr einum ávísum skjali, men tað kann seinni vísa seg at gerast avgerandi fyri po- Søguskriving í smábitum Fyrsta bókin hjá Jógvan Arge var eitt táttasavn, men síðani eru ikki færri enn ellivu bøkur lagdar afturat bunkanum. Hóast tær flestu teirra eru skrivaðar fyri og um fyritøkur og feløg, er hetta stórt sæð einasta skrivaða søgutilfar, sum er um tíðina eftir kríggi engið í kapitlinum. Harafturat tosar hann við nógv fólk, sum hava verið uppi í før- oyska vinnulívinum í Grønlandi. og bara í seinastu bókini eru skrásettar ikki færri enn 75 munnligar keldur. Øll vita okkurt at fortelja og vilja fegin lata sína vitan frá sær. Tá er tað stuttligt og hugaligt at fáast við at skriva, hóast evnið er so stórt, at tað viðhvørt tykist torført at síggja fyri endanum á prosjektinum. Fleiri eru eftir Sjálvt um Jógvan nú hevur givið út fjórðu bókina í røðini »Teir tóku land«, er ikki liðugt kortini. Nógv tilfar er eftir enn, og tann næsta bókin er væl áleiðis. – Sjálvandi verður lagt afturat og tikið burturúr, áðrenn hon er liðug, men hon er komin rætti- liga langt, sigur Jógvan, sum vanliga brúkar vikuskiftini at skriva í. Hann fer tíðliga á føtur, og tá gerst dagurin tað longri, og meira kemur á skaftið. – Vanliga er tað eisini so, at eg skrivi ov nógv til hvørja bók, og tað sum liggur eftir, verður brúkt til næstu bókina. Men tá skal tað altíð broytast, tí í fyrsta umfari er tað skrivað til at standa aftast í bókini, og tá tað kemur í næstu bók, stendur tað fremst, so tí má tað tillagast, sigur hann. – Og við tí tilfari, sum er til taks, so koma minst tvær bøkur afturat í røðini, leggur hann afturat. Tað frøast uttan iva bæði bókasølurnar og Jógvan sjálvur um, tí bøkurnar hava gingið, sum heitt breyð. Gongur av sær sjálvum Tá Jógvan hevur skrivað hand- ritið og fingið skil á myndunum, letur hann eini fyritøku í býnum, Hestprent, upp í hendur at seta bókina upp og gera hana klára til prentingar. Hann hevur arbeitt saman við Hestprent síðani eina- ferð miðskeiðis í áttatiárunum, og teir hava fingið minst eina bók frá hondini um árið. Summar bøkur eru prentaðar í Føroyum, men hesar verða vanl- iga prentaðar uttanlands. Ikki tí, at føroyskar prentsmiðjur ikki duga at prenta tær, men tí bók- bindingin í Føroyum hevur tókst honum ov veik til hampuliga stór uppløg, sum skulu seljast eftir fáum døgum, at hann ikki hevur hættað sær undir tann vandan í síðsta enda. – Sjálv framleiðslan er eftir- hondini vorðin ein vanasak og gongur sum eftir ánni. Men eg má siga, at tey fyrstu árini, eg hjálpti pápa mínum, við at fáa bøkurnar liðugt uppsettar á prentsmiðjum, fekk eg mangan niðurtúr av umbrótarum, sum ongantíð blivu lidnir. Men hetta hevur javnað seg við árunum, greiðir Jógvan frá. Og at Jógvan heldur fram er lítil ivi um. Bók nummar fimm í røðini er á veg, og hann er eisini farin undir eitt heilt annað bóka- handrit, sum hann roynir at kroysta innímillum. Men hann gevst neyvan held- ur, tá tað er liðugt ...