leygardagur 22. januar 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 15 – 22. januar 2000
Tann ið ikki grenjar
ger ov lítið
Bakaríið hjá Frants Restorff er karmur um nógv virksemi. Ikki bert breyð, rundstykki og annar
bakstur sær dagsins ljós har. Á loftinum húsast 3 listamálarar og ein teirra er Amariel Norðoy, sum
í maj sýnir fram á Skt. Gertrud í Keypmannahavn fyri 20. ferð
’’
»Ein skal vera opin fyri listini. Tað
nyttar ikki at ganga lukkaður
ígjøgnum. Men tað er ein partur av
lívinum at grenja. Soleiðis eru vit
menniskju. Keypa vit breyð og ost,
so er osturin kanska ikki nóg
ræstur. Soleiðis eru vit. Tann, ið
ikki grenjar, ger ov lítið.«
Dagfinn Olsen
Veðrið er av tí fagrasta henda
januarmorgun, ið myndamaður
og eg royna at finna eina leið
inn í bakaríið hjá Frants Restorff
í Havn. Inngongd er omanfyri
frá M. Heinasonargøtu, men
hurðin er læst. Vit ganga inn
ígjøgum bakaríið og fyri-
komandi bakarasveinar vísa á
einar trappur upp á ovaru hædd-
irnar.
Vit hava sett listamálaranum
Amariel Norðoy stevnu. Hann
húsast sjálvur triði á loftinum í
hesum húsunum. Hinir eru Kári
Svensson og Eyðun av Reyni.
Á fyrstu hæddini hongur eitt
útklipp á hurðini, har Amariel
verður lýstur. Vit fara ikki long-
ur upp, men fara innar.
Amariel er fegin at síggja
okkum og beinanvegin er prátið
í gongd. Hann koyrir rullugard-
inurnar upp og letur eitt sindur
av dýrdarveðrinum innar og
hevur góða veðrið á munni -
hvussu vakur fjørðurin er.
Amariel er spentur. Hvørt ár í
maj, tá sólin kemur fram og
Bakkin letur upp, hevur hann
framsýning í Gallarí Skt. Ger-
trud tætt við Strøget í Keyp-
manna-havn. Soleiðis hevur
verið í mong ár og í ár verður
20. framsýningin.
- Árið byrjar altíð so ruddiligt.
Men so koma framsýningarnar.
Nú verður eisini Várframsýn-
ingin. Alt kemur í einum ellibita,
sigur Amariel.
Men eingin ivi um, at hann
gleðir seg til í maj. Vanliga hava
tónleikarar spælt, tá latið verður
upp í Skt. Gertrud og tað væntar
Amariel eisini verður hesaferð,
tí okkurt serstakt má gerast
burturúr 20. framsýningini.
Tey, ið‚ áður hava sett dám á
eru t.d. Annika Hoydal, Jógvan
Telling og Lív Dam, Karsten
Vogel, Sunleif Rasmussen og
Ólavur Jacobsen.
Byrjanin
Hetta við, hvussu alt byrjaði,
tímir Amariel illa at tosa um, tí
tað er skrivað upp og niður um
tað. Kann t.d. lesast í bókini um
hann, sum Norðurlandahúsið
gav út í 1997 og sum Jógvan
Isaksen skrivaði.
Útlærdi skipasmiðurin, ið er
føddur í Klaksvík í 1945, vil
heldur práta um tað, ið nú
hendir og vísa fram myndir og
skitsur.
Men hann sleppur ikki heilt
undan og ger í skundi ein
samandrátt.
- Eg plagi at greiða frá byrjan-
ini soleiðis, at Bergur - systkina-
barnið - helt sínar penslar vera
ov lítlar og tí fekk eg teir, smíl-
ist Amariel og letur okkum vita,
at hetta er kanska ikki allur
sannleikin.
- Men, sum eg áður havi sagt,
so vóru tað t.d. myndirnar hjá
Williami Heinesen í lesibók-
unum, ið høvdu árin á meg,
sigur Amariel, sum frá barna-
árum hevur teknað og sum
longu 20 ára gamal fekst við at
mála og í 1976 fór hann á lista-
háskúlan í Keypmannahavn, har
hann m.a. hevði lærararnar Sven
Dalsgaard og Robert Jacobsen.
Skal í stuttum takast samanum
listina hjá Amariel Norðoy, so
ganga 4 myndevni aftur. Tey eru
útróðrarbáturin, Mikladalur, eitt
træ og Havnin og Nólsoyar-
fjørður. Um hetta við bátinum
kemst av, at hann sjálvur er
bátasmiður, skal her standa
ósvarað, men báturin sæst aftur í
nógvum av myndunum. Í bókini
um Amariel verður sagt, at
deksbáturin hevði stóran týdning
í tilveruni heima hjá teimum, tá
hann vaks upp í Klaksvík.
Myndirnar úr Havn vísa ofta
húsatekjur, Vesturkirkjuna,
Vestaru Vág, fólk og Nólsoynna.
Og kanska ein bát. Amariel
ferðast nógv til Mikladals, og er
tað Mikladalur, ið er grund undir
mongum av náttúrulýsingunum.
- Hatta við trænum. Tað var
einaferð, eg var á veg vestur í
Vágarnar. Onkur hevði kanska
forsovið seg í Kvívík og buss-
urin koyrdi oman. Har sá eg
træið, sigur Amariel, sum rætti-
liga tók træið til sín og nýtir tað
í nógvum myndum.
Eiga at grenja
- Tá eg kom niður á lista-
háskúlan, bleiv alt eg hevði lært,
ella tað eg dugdi, pilkað burtur,
sigur Amariel.
Í bókini endurgevur Jógvan
Isaksen Amariel fyri at siga, at
»Tá ið man uppdagar, hvussu
býttur man er, tá er stuttligt at
vera til«.
- Men tað hevur eisini stóran
týdning at koma í eitt umhvørvi.
Tá var nógv provokatión. Ein
skuldi klaska uppá og endiliga
ikki tekna eftir nøkrum. Men eg
hevði verið ígjøgnum alt hatta.
Tá vit málaðu skip og bátar á
skipasmiðjuni hjá Kjølbro, tá
gjørdu vit ofta slíkt til stuttleika,
greiðir Amariel frá við stórum
Nr. 15 – 22. januar 2000
17
rørslum, fyri at vísa tey villu
strokini eftir skipssíðuni.
- At ganga á grafiska skúl-
anum var stuttligt og áhugavert.
Ein lærdi nógv. Kanska brúkar
ein ikki alt, men tað er gott at
hava í bakhøvdinum, tí kanska
ein fær brúk fyri tí seinni, sigur
Amariel, sum fegnast um nýggja
grafiska verkstaðin í Listaskál-
anum.
- Ein skal vera opin fyri list-
ini. Tað nyttar ikki at ganga
lukkaður ígjøgnum. Men tað er
ein partur av lívinum at grenja.
Soleiðis eru vit menniskju.
Keypa vit breyð og ost, so er
osturin kanska ikki nóg ræstur.
Soleiðis eru vit. Tann, ið ikki
grenjar, ger ov lítið, hugleiðir
Amariel.
- Føroyar eru sum ein dropi.
Ein kann hyggja í hann og
síggja alt í senn, sigur Amariel,
ið fegnast um, at í dropanum, ið
nevnist Føroyar, eiga vit nú
innan mangar listagreinar
ungfólk, ið nema sær útbúgving.
Hann heldur Norðurlandahúsið
hava gjørt nógv, men eisini er
ein hugburðsbroyting farin fram.
- Tað finnast veruliga mong,
sum fáast við list. Eisini fólk,
sum ein ikki helt høvdu áhuga í
list. Men so hava tey alíkavæl
loddað dýpið, tá tey kanska ikki
hava havt tað so øgiliga gott
sálarliga, hugleiðir Amariel og
hevur sett seg meira afturá, eins
og eygnabráið er álvarsligt og
fjart.
Úti
Men júst sum vit sita og práta,
kimar ein fartelefon. Báðir eru
vit kvikir at tríva í lumman.
Amariel finnur umsíður sína, tí
hon er tað, ið ringir. Ein keypari,
ið hevur bílagt ein málning til
eina føðingardagsgávu ringir og
fregnast. Jú, myndin stendur klár
úti við hurðina, greiðir Amariel
frá, meðan hann heingir hana á
veggin, so eg síggi.
Landslag. Mikladalur. Amariel
leggur á. Vit práta aftur og fram,
men nú er ikki friður á honum.
Við eitt reisist hann. Vísir mær
eini 8 - 10 akvarell, ið hann júst
hevur málað í Mikladali. Hann
breiðir tey á gólvið. Bert ymisk
sløg av ljósi, einki beinleiðis
motiv.
- Nú máli eg ofta soleiðis.
Sært tú? Hetta er á morgni. Tað
gula og reyða.
Jú, eg síggi.
- Tá eg so komi aftur her á
verkstaðin, so máli eg meira á.
Landslag ella hús, sigur Ama-
riel, sum á henda hátt rættiliga
fær lýst huglagið í myndunum,
frammum at konkretisera motiv-
ið.
- Tað sæst, at hetta er gjørt úti,
staðfestir Amariel.
Vit fara yvir til mongu
málningarnar. Fegin dregur hann
teir fram. Mikladalur. Báturin
Vit kanna skitsur og leggja til
merkis, hvussu somu rørslur
ganga aftur í myndunum. Runda
strokið niðast í myndini. Fjøll-
ini. Fuglarnir og kanska báturin.
Fuglar eru á sera nógvum mynd-
um, staðfesta vit, tá vit kanna
tær mongu skitsurnar.
Sjálvur metir Amariel ikki, at
tað er nøkur forðan, at hann
heldur seg so nógv til somu
motiv.
Og tað sampakkar væl við tað,
ið Jógvan Isaksen skrivar í bók-
ini um Amariel: »...líkasum ein
rithøvundur í stóran mun skrivar
somu bókina umaftur og um-
aftur, so málar listamálarin tann
sama málningin. Roynir at ar-
beiða seg longri og longri inn í
myndina, roynir at lokka nýggj
brigdi fram, meðan evnið bara í
einstakum føri hevur nakað at
týða«.
Fleiri í senn
Her, millum mansmyndir,
Mikladal, bátar og myndir við
útsýni yvir Vestaru Vág, har
hann áður helt til, starvast Ama-
riel. Fyri at halda seg í gongd,
arbeiðir hann við fleiri
málningum. Má hava fleiri í
gongd í senn og eisini blank
lørift klár.
Fyri framman eru fleiri
framsýningar og avbjóðingar til
listamannin, sum hevur sýnt
fram í øllum norðanlondum,
Týsklandi og í USA í 1982.
- Tað eru sýningar í útlondum,
sum ger, at ein kann eksistera,
sigur Amariel Norðoy.
Amariel vendur aftur til
málningin, ið skal avheintast til
føðingardagsgávu.
- Aldrinum eri eg ikki bangin
fyri. Bara man hevur tað gott,
sigur listamálarin við bláu og
grønu myndunum, ið hava reytt
og gult og annað ímillum.
Sundurpettaðar myndir, ið er
settar samanaftur. Sum mosaik.
Eins og deiggj verður elt í
niðastu hædd, so eltur málarin á
2. hædd. Vevjast má, til tað
rætta kemur fram. Sum breyð
fara myndirnar í 1000 molar.
Men so setir hann tær saman
aftur í alskins litum.
Men í nótabókini hjá Amariel
er høvuðstónin bláur. Og hóast
blues ofta er syrgiligt grenj, so
grenjar hann ikki, hóast tað at
grenja er partur av lívinum. Til
tess eru avbjóðingarnar ov
nógvar og spennandi.
Eins og deiggj verður elt í niðastu hædd, so eltur málarin á 2. hædd. Vevjast má, til tað rætta kemur fram. Sum breyð fara myndirnar í 1000 molar. Men so setir hann
tær saman aftur í alskins litum.
Myndir: Jens Kristian Vang
- Tað eru
sýningar í
útlondum, sum
ger, at ein kann
eksistera, sigur
Amariel Norðoy.