leygardagur 22. januar 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
hevur upptraðkað til føðingar-
dagar og okkurt brúdleyp, men
fyrstu veruligu uppgávuna sum
sangari fekk hon á eini ferð til
Eysturríki og Italia. Á ferðini
saman við manskórinum á Skála-
fjørðinum skuldi hon syngja solo
við nøkrum tónleikarum aftanfyri
seg.
Og frammanfyri italskum og
eysturríkskum áhoyrarum sang
hon sangir sum Sommertime og
The Rose, sum hon nú hevur tog-
að upp móti toppinum á hittlist-
anum hjá Útvarpi Føroya.
Seinni sama ár - tað er 1997 -
var hon við í kappingini um at
gerast ársins songrødd, og tað
gekk so væl, at hon streyk við
sigrinum, tá finalan varð hildin í
Havn.
Eyðun Klakstein
Fyrstu ferð hon sang á almennari
konsert var sum 13 ára gomul í
Italia. Trý ár seinni er hon givin í
fólkaskúlanum, spælir í eini jazz-
kvartett og droymir um eina
yrkisleið sum tónleikari.
16 ára gamla Eivør Pálsdóttir úr
Gøtu hevur longu fingið nógvar
royndir sum sangari og tónleikari.
Hon hevur staðið nógv á palli,
síðani hon sum 13 ára gomul
vann kappingina ársins songrødd.
Eisini í Prix Føroyum hevur hon
upplivað stóra súsið, tá tónleikur
gerst kapping, og gittarljóð og
bassdun ein dribling uttan um
mótstøðufólk.
Nú stendur hon á gáttini til eitt
lív, har tónar og nótar fara at vísa
henni vegin, og í klirrinum og
svirrinum á kaffistovuni á Áar-
vegnum í Havn tosar hon avgjørd
um dreymin at liva av tónleiki.
- Fyrsta treytin fyri at koma
nakran veg sum tónleikari er, at tú
hevur viljan. Og tað havi eg. Eg
satsi 100% uppá tónleikin, og so
má tíðin vísa, hvussu langt tað fer
at røkka, sigur Eivør Pálsdóttir.
Dreymurin er at liva av tónleiki.
Og tann stóri og enn fjarði dreym-
urin er at gerast kend songkvinna
í útlandinum. Úti har stjørnurnar
glampa og fjøldirnar skrála.
Og at tað er álvari aftanfyri
orðini hjá Eiðvør kann best
prógvast við tí veruleika, at hon
eftir 9 ár í fólkaskúlanum tók
skúlataskuna á herðarnar og fór
heim. Síðani hevur hon ikki verið
aftur har.
Hon skuldi í grundini sitið í eini
skúlastovu í Fuglafirði hendan
týsdagin í januar. Men ístaðin er
hon í Nólsoy á venjingarlegu
saman við jazzkvartettini hjá sær,
og hon hevur avbrotið ferðina í
nakrar tímar fyri at koma til
Havnar at tosa um fortíð, nútíð og
framtíð.
Mamman eigur æruna
Eivør Pálsdóttir hevur sungið so
leingi, hon kann minnast. Hon
Og eftir tað kom veruliga ferð á
sangkarrieruna. Hon varð biðin
um at syngja á konsertum og til
dans, og hon var gestasangari hjá
bólkum sum Hjarnar og Kjølar -
bara 13 ára gomul.
- Mamma mín var altíð við
mær, tá eg var úti og sang. Hon
hevur altíð verið mín størsti stuð-
ul, og hon eigur æruna fyri, at eg
havi torað at bjóðað meg fram
sum sangari, sigur Eivør.
Eftir nógvar framførslur, bæði
saman við royndum bólkum á
palli og óroyndum bólkum í kjall-
arum í Eysturoynni, fann Eivør
sítt pláss undir liðini á Peturi
Jensen í bólkin Clickhaze. Tey
vóru við í Prix Føroyar kappingini
í 1999, og eftir framførsluna í
innleiðandi umfarinum í Vágum
struku tey í finaluna, sum við
stórum háva varð hildin í Norður-
landahúsinum í Havn.
- Finalan var eitt stórt upplivilsi,
men tað var stuttligari at vinna
ársins songrødd og innleiðandi
Prix Føroyar umfarið í Vágum,
heldur Eivør.
Bólkurin Clickhaze er givin at
spæla, og nú fer nógva av tíðini
hjá Eivør fer við arbeiðnum í
jazzkvartettini, hon rópar bólkin,
men sum annars gongur undir
navninum Eivør Pálsdóttir kvar-
tett. Tey spæla á ymsum spæli-
støðum í landinum, tó mest í høv-
uðsstaðnum.
Men Eivør hevur eisini gjørt
nógv við at syngja í kirkjum, bæði
í Eysturoynni og í Havn.
Rýmdi úr skúlanum
Avgerðina um at gevast í fólka-
skúlanum eftir 9. flokk, hevur
Eivør ongantíð angrað, at hon tók.
– Tónleikurin tók so nógv av
míni tíð, at eg hevði ikki hug at
halda fram í skúlanum. Og í
grundini bar tað heldur ikki til. Eg
sat í tímanum og skrivaði sangir.
– Eg kundi sjálvandi roynt at
hildið fram, men so hevði eg ver-
ið hálv í báðum støðum, so eg
valdi, at brúka alla mína tíð til
tónleikin. Tað var eisini rætta
avgerðin, tí eg havi fingið nógv
burtur úr seinasta hálva árið.
Umframt at hava verið á sang-
skeið og skrivað løg, hevur hon
SONGKVINNA. Hon rýmdi úr fólka-
skúlanum eftir 9. flokk, og nú leggur
alla orku í tónleikin. 16 ára gamla
Eiðvør Pálsdóttir ætlar at stríðast fyri
dreyminum um eina yrkisleið sum
tónleikari
Tónleik heldur enn skúla
»Eg havi ikki endiliga hug til leiklutin sum
frontfigurur, men eg eri fullgreið yvir, at tá eg
nú eri sangari, so gerist í ein vissan mun
miðdepil undir framførsluni.«
»Fyrsta treytin fyri at koma nakran veg sum
tónleikari er, at tú hevur viljan. Og tað havi
eg. Eg satsi 100% uppá tónleikin, og so má
tíðin vísa, hvussu langt tað fer at røkka.«
eisini havt onkrar framførslur,
sum hava fingið hennara navn
meira fram. Millum annað í stóru
undirhaldssendingini, tá V4 helt
30 ára føðingardagin.
Ein av sangunum, hon sang tað
kvøldið, liggur nú í betra enda-
num á 15 teimum bestu, og tá
Sosialurin herfyri hevði eina at-
kvøðugreiðslu um føroyskan tón-
leik, vóru tað onkur av teimum
spurdu fólkunum, sum nevndu
hana sum besta sangaran í landi-
num.
–OTað kann eg bara vera stolt av,
men eg haldi sjálv, at eg havi
nógv eftir at læra. Eg havi fingið
lítið av sangundirvísing, og eg
kundi hugsa mær at lært meira um
teknikk, teori og tónleikasøgu,
sigur Eivør Pálsdóttir. Í summar
ætlar hon sær at fara til Danmark-
ar at ganga á skúla, og verður
tann ætlanin veruleiki, verður tað
innan tónleik.
– Men hvar eg enn so endi sum
sangari, so ætli eg mær at varð-
veita mín føroyska identitet. Tað
sum eg syngi og spæli skal gjarna
onkursvegna hava sítt støði í tí
føroyska, sigur hon.
Framførslan hevur
alt at siga
Eivør hevur staðið nógv á palli
seinastu trý árini, og har stórtrívist
hon.
–OAt framføra sangir fyri fólki
er sum at vera í eini aðrari verð,
og eg havi brúk fyri tí. Tað er á
sama hátt sum ein fótbóltsspælari,
sum hevur brúk fyri at spæla
dystir, tað er einki stuttligt bara at
venja, sigur Eivør.
– Fyri meg hevur tað størst
týdning, at eg leggi meg eftir at
syngja væl og liva meg inn í tað,
sum eg syngi, heldur enn at gera
so nógv burtur úr framførsluni.
– Øll venjing og fyrireiking
annars verður gjørd við fram-
førsluni fyri eyga, tí tað, sum tað
veruliga snýr seg um, er at syngja
fyri fólki.
Men saman við uppgávuni sum
sangari fylgir eisini leikluturin
sum frontfigurur ella miðdepil á
pallinum.
–OEg søki ikki leiklutin sum
frontfigurur, tá eg spæli saman við
bólkinum. Tað er ikki tað, sum eg
endiliga havi hug til at vera, men
eg eri fullgreið yvir, at tá eg nú eri
sangari, so gerist eg í ein vissan
mun miðdepil undir framførsluni.
–OViðhvørt royni eg at sleppa
undan at verða so øðiliga sjónsk,
tá vit spæla, tí eg haldi meg duga
so illa undirhalda fólki við øðrum
enn at syngja. Tað ræður um at
hava sálina við í tí, sum tú gerst,
og tá tú leggur teg eftir tí, kann
tað viðhvørt verða trupult eisini at
„gera ting“ á pallinum.
Fyrstu fetini í føroyska tón-
leikumhvørvinum tók Eivør sam-
an við mammu síni, men nú ferð-
ast hon sjálv millum tónleikarar
og til framførslur.
– Eg trívist væl millum tón-
leikarar. Tað er fantastiskt at vera
partur av tónleikaumhvørvinum,
sjálvt um tað kanska er trupult at
siga, hvat tað akkurát ger tað so
spennandi, sigur hon.
Men onkrastaðni millum pallin,
venjingarhølini og tímarnar við
gittarini liggur ein dreymur at
koma fram sum songkvinna. Ein
dreymur, sum bara verður álvari
fyri tey fægstu.
Men fyrsta treytin fyri at koma
nakran veg er viljin. Og hann
hevur Eivør.
–EAt framføra sangir
fyri fólki er sum at
vera í eini aðrari verð,
og eg havi brúk fyri tí.
Tað er á sama hátt sum
ein fótbóltsspælari,
sum hevur brúk fyri
at spæla dystir, tað
er einki stuttligt
bara at venja,
sigur Eivør.