leygardagur 22. januar 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 15 – 22. januar 2000
Hesar seinastu vikurnar hevur
nógv verið at hoyrt um Tórbjørn
Jacobsen á Glyvrum. Fyrst fanst
hann í ógvuliga opinskáraðari
samrøðu her í blaðnum at,
hvussu politierður gjørt í
Føroyum. Sama dagin, sum
samrøðan var í blaðnum, fór
Tórbjørn til skips, men í
kjalarvørrinum á markantu
útsøgnunum hevur nógv verið
tosað um leiklutin hjá lands-
stýrinum, løgtinginum, flokkun-
um og einstøku tingmonnunum,
og tað hevur verið at hoyrt um
ætlaðar broytingar í manna-
gongdum á fleiri økjum.
Skipsferðin hjá Tórbirni
Jacobsen, sum í samrøðuni segði
seg umhugsa at siga tingsessin
frá sær, gjørdist hesa ferðina
nógv styttri, enn hon ætlaðist, og
enn hon plagar at vera. Í
sjaskveðri fór Halgafelli, sum
Tórbjørn førdi, og sum hann átti
saman við pápa sínum, Jóan
Jakku Jacobsen, á land um
Lofoten leiðina. Skipið sakk,
men tíbetur kom manningin frá
hendingini í øllum góðum.
Sjófrágreiðing hevur ikki
verið enn. Skiparin hevur verið
sjúkur, men nú er Tórbjørn
komin so frægt fyri seg, at hann
undan vikuskiftinum fór av
landinum at hyggja at nýggjum
skipi. Sjófrágreið-ingin verður
helst fyrst í komandi viku.
Tá nógv stóð á
Eina ferð áður hevur staðið heilt
illa til hjá Tórbirni Jacobsen á
sjónum. Tað var, tá hann sum 26
ára gamal á sumri í 1982 var
skipari á Norðvíkingi, sum
familjureiðaríið á Glyvrum átti.
Norðvíkingur var í strandfara-
sigling í Grønlandi 1973–1983.
Teir sigldu fyri Hin Kongaliga
Grønlendska Handilin, og rutan
var frá Hvarvinum og norður til
Upernavik. Tað var á einari av
rundferðunum – tað fór ein mán-
aður frá tí, at teir fóru úr einum
plássi, og til teir vóru á sama
plássi aftur – at manningin í
ódnarveðri bjargaði Norðvíkingi
undan totalum skipbroti á leiðini
við Borgshavn, sum føroyingar
kennast við, tí har plagdu nógvir
føroyskir bátar at rógva úr um
sumrarnar.
Í bindinum av siglingarsøguni
hjá Páll Nolsøe, sála, sum snýr
seg um bygdirnir á eystara armi
á Skálafjørðinum í Runavíkar
kommunu, greiðir Tórbjørn
Jacobsen frá, hvussu tað gekk
fyri seg ta ferðina, tá skipið var
farið at leka í tí nógva ísinum,
og tá støðan var so álvarslig, at
tað vóru bara tvinnir kostir í at
velja. Teir noyddust at fara av
skipinum og um ikki, so máttu
teir onkursvegna seta skipið upp
á land. Tað var lættari sagt enn
gjørt, tí berg var fyri alla staðni
har á leið.
Men teir á Norðvíkingi komu
burturúr tí, og vit geva Torbirni
Jacobsen orðið at greiða frá,
hvussu hetta gekk fyri seg.
Bjargingin av skipinum fekk eitt
eftirspæl, sum fyri knøppum
átjan árum síðani varð nógv
umrøtt. Hvussu tað hekk saman,
venda vit aftur til komandi
leygardag.
Við loyvi frá Torbirni
endurgeva vit her spennandi
frásøgnina, sum hann gav
Siglingarsøguni um sjálva
bjargingina.
Bar seg undarligt at
1982 var eitt av ringu ísárunum.
3. juni um kvøldið fór Norðvík-
ingur úr suðurgrønlendska
býnum Narssaq, har teir høvdu
uppskipað og fermt tann dagin.
Leiðin gekk til Arsuk, men
hagar kom skipið ikki fyrrenn
fleiri mánaðir seinni. Sum tað er
vanligt, tá ið skip fara úr
Narssaq og norðuryvir varð siglt
oman ígjøgnum Breiðafjørðin.
Ísviðurskiftini vóru so mikið
fræg hetta kvøldið, at tað kundi
siglast við fullari ferð.
Í munnanum á fjørðinum
gjørdist tað greitt, at
ísviðurskiftini vóru soleiðis
uttanfyri, at tað var ikki
hugsningur um at fara framvið
landi norðuryvir. Um midnáttar-
leitið var ein tyrla frá
ístænastuni í Narsarssuaq
omanfyri skipið, og teir hildu, at
leiðin átti at vera so toluliga
framkomandi innanskerja frá
Det Nordlige Mågeløb og víðari
fram. Ráðini frá teimum vórðu
fylgd, og eingir stórvegis trupul-
leikar vóru at koma ígjøgnum
hesa torføru siglingarleið og
norður til Koparminuvíkina.
Men nú var veðrið versnað
munandi. Tað var ódnarveður av
landssynningi megi 11-12, og
ísurin hevði hópað seg saman
frá Torssukatak og norður ímóti
Sanerut hálvoynni, sum er
nakrar fjórðingar sunnanfyri
Arsuk. Í tí nógva vindinum og
ísinum, sum var í rakstri, gekk
illa at koma ígjøgnum, og
stoytirnir vóru harðir ímóti
skipssíðuni.
Tað eydnaðist umsíðir. Men tá
ið Norðvíkingur var komin einar
fýra fjórðingar norðum um út-
nyrðingshornið á Sanerut,
purraði stýrimaðurin, ið hevði
vaktina frá midnátt (gingið varð
seks og seks), skiparan út og
segði honum, at hann helt ikki,
at alt var í lagi, tí skipið hevði
fingið slagsíðu og rørslurnar
vóru ikki soleiðis, sum tær
plagdu at vera.
Drakk nógvan sjógv
Klokkan var nú hálvgum seks á
morgni 4. juni. Skiparin var á
brúnni í somu løtu, og hann
kundi bara staðfesta, at skipið
var farið eini 10 – 15 stig á
bakborð. Maskinmeistarin varð
umgangandi biðin um at taka
barlastina úr bakborðssíðu.
Hetta hjálpti kortini ikki meiri
enn so, at skipið legði seg meiri
yvir og harvið var støðan
rættuliga álvarslig, tá ið um
somu tíð verður hugsað um tað
vánaliga veðrið, sum leikaði í.
Stýrimaðurin varð biðin um at
fara niður í lastina at kanna,
hvussu vorðið var, og hóast tað
var illa framkomandi fyri farmi,
so kundi hann bara staðfesta tað,
sum frammanundan varð
væntað, nevniliga at stórur leki
var á skipinum.
Kósin varð alt fyri eitt sett
ímóti fyrstu lívd av landi,
manningin var øll komin á
dekkið, og tað fyrsta, ið hon tók
sær fyri, var at fáa eina flytbara
brandpumpu fram á dekkið.
Lastalúkurnar vórðu hálaðar av,
og pumpan fingin at taka.
Seinni, tá ið farmurin blotnaði í
tí nógva sjónum, og pappír og
plastikk rak fyri súgvingina,
gjørdust trupulleikarnir so stórir,
at lítið og einki varð pumpað úr
lastini. Vatnstøðan vaks, og
skipið legði seg bara meiri og
meiri á bakborð.
Klokkan 0615 var
Norðvíkingur komin upp undir
land og lá á einari lítlari vík á
útnyrðingshorninum á Sanerut
hálvoynni.
Skipið fór meiri á liðina, og
tað var fullgreitt, at tað fór ikki
at bera til at halda tí flótandi við
tí pumpuføri, ið var umborð.
Tann stolta skútan var komin í
bardaga við tíðina, og um ikki
okkurt álvarsligt stig varð tikið
at bjarga henni, so var eingin ivi
um, at hennara æviskeið var
runnið, áðrenn nógvir minuttir
vóru umlidnir.
Neyðarkall varð sent út, og
Dramaið í Borgshavn
Tá Tórbjørn Jacobsen kendi seg noyddan at seta Norðvíking á land, um nakar møguleiki skuldi vera fyri at
sleppa undan, at hann sakk sunnarlaga í Vesturgrønlandi
Norðvíkingur varð settur á
land á Tallorutit - dygst eystan
vert Niaqornaarsuk.
Grønnedal statión sæst
omanfyri Ivituut navnið
Nr. 15 – 22. januar 2000
21
harvið kom skipið í samband við
Godthaab Radio og síðani við
Grønnadal Radio, ið liggur á
donsku flotastøðini í Grønnedal,
fáar fjórðingar norðanfyri, har
skipið lá. Eingi skip og eingin
tyrla var á flotastøðini um hetta
mundið, og tí vórðu øll skip
nærhendis Norðvíkingi biðin um
at halda leiðina til hansara.
Upp á land
Um sjey tíðina henda morgunin
metti Tórbjørn Jacobsen,
skiparin, støðuna so álvarsliga
fyri manning og skip, at einastu
ráðini vóru at seta skipið á land.
Forberg var fyri alla staðni og
fyrsta royndin miseydnaðist.
Onnur royndin eydnaðist so
frægt, at skipið stóð framman.
Nógva runið í sjónum gjørdi, at
tað var neyðugt at liggja við
fullari maskinorku fram í klettin
alla tíðina. Hetta linkaði
samstundis um øgiligu stoyt-
irnar, sum komu, tá ið teir
ringastu rennisjógvarnir vildu
knúsa skipið sundur.
Nú stóð skipið so nær
klettinum, at um tað gjørdist
neyðugt, so bar til at leypa í
land av gronini. Fýra trossar
vórðu settir av framskipinum inn
á land, har onkur kneysi var at
seta fast á.
Ein bingja, ið vigaði eini átta
tons, varð hivað upp úr 2–lastini
og hongd út yvir skipssíðuna í
stýriborð. Slagsíðan var nú eini
30–35 stig á bakborð, og vatn-
støðan var so álvarslig, at tvær
tær aftastu millumdekslúkurnar
flotnaðu uppúr sporinum.
Klokkan var 0720, tá tað
hendi, ið helst bjargaði
skipinum undan fullkomnum
skipbroti. Ein rættulig alda lyfti
skipið upp frá klettinum, og
frammi á bakkanum hivaðu teir
trossarnar – sum vístu inneftir í
stýriborð – við akkersspælinum.
Við hepnum samspæli millum
omanfyri nevndu og momentið
frá bingjuni og sjálvandi við ta
vánaligu kjølfestu, ið skipið nú
hevði fingið, eydnaðist tað at
fáa skipið uppá rættkjøl og
síðani at fella tað yvir í
stýriborð.
Av tí at barlastin var tikin út
úr bakborð, gjørdist slagsíðan á
stýriborð hvaðna verri, enn hon
hevði verið á bakborð
frammanundan.
Í tí løtu hann fell yvir, kom
hann so langt, at sjógvurin
sleikti upp eftir lúkukørmunum.
Tá mundi hann hella eini 40–45
stig. Skrædlið, hann hevði
fingið í ísinum fyrr um
morgunin, kom nú undan kavi.
Seinni varð tað mátað at vera
123 cm til longdar og um ein
tumma til breiddar, og tað lá
einar 70 cm uppi á banjaradekk-
inum.
Umvælingin
Undir so torførum sum hugsast
kundu, varð nú farið undir um-
vælingina. Maskinmeistarin,
Jørmund Gaardlykke úr Lamba,
fór niður í bjargingarbátin við
sveisiútgerð og flatjarni. Hann
lesti seg eftir slagkjølinum í
bakborð fram til skrædlið, men
tað gjørdist skjótt greitt, at hetta
fór ikki at eydnast, og tá ið hetta
var alt annað enn vandaleyst í tí
ringa veðrinum, gav skiparin boð
um at taka mannin innaftur.
Nú var bara ein møgulig roynd
eftir, og tað var at bróta seg fram
til skrædlið innanífrá og umvæla
tað haðani. Men hetta var lættari
sagt enn gjørt.
Tað er ikki hvørs mans føri at
fara niður á banjaradekkið á
einum skipi, ið komið er til at
søkka, og sum er við at liða seg
sundur í einum deyðadysti við
náttúruna. Men við miklum stríði
og strevi eydnaðist henda
royndin so mikið væl, at um
middagsleitið, tá ið skiparin tók
skipið útaftur – tað var tá vorðin
ódn í brimi – var skrokkurin so
gott sum tættur.
Nógvir bjóðaðu hjálp
Fyrsta skipið, sum kom á staðið,
var ferðamannabáturin Disko.
Hetta var kl. 0740. Teir bjóðaðu
fram alla ta hjálp, ið teir kundu
veita. Umborð á Norðvíkingi
hildu teir ikki, at tørvur var á
aðrari hjálp enn á einari stórari
pumpu, og umborð á Disko
høvdu teir onga sovorna.
Skipararnir báðir avráddu, at
Disko skuldi taka sær av øllum
telefonsamskiftinum, ið mátti
verða, nú flotastøðin hevði tikið
sær av at stjórna eini møguligari
bjarging uttaneftir.
Tíbetur gjørdist henda bjarg-
ingin ongantíð neyðug. Eftir
hendingina ljóðaði annars
ímillum manna, at ætlanin hjá
Grønlands Kommando hevði
verið – um ikki við góðum so
við illum! – at taka manningina
av Norðvíkingi. So álvarsliga
mettu teir støðuna at vera.
Tríggir bátar afturat komu á
staðið til reiðar at hjálpa. Haraft-
urat hevði flotastøðin boðsent
einari tyrlu úr Eysturgrønlandi,
men tað var fullgreitt, at ein
tyrla als ikki hevði møguleika at
virka undir veðurumstøðunum,
ið har vóru ráðandi.
Eftir at skipið var tikið út
aftur, var slagsíðan tann sama.
Barlastin varð nú tikin innaftur í
bakborð og pumpað varð úr
lastini. Skipið lá í frægastu
lívdini, meðan rættað varð
uppaftur, og um 1700 tíðina, tá
ið hallið bara var eini 5 – 10
stig, boðaðu teir umborð á
Norðvíkingi teimum umborð á
Disko frá, at teir vóru klárir at
sigla aftaná teimum inn í
Kungnat víkina, ið er stutt
innanfyri Arsuk. Har kastaði
Norðvíkingur akkerið tveir tímar
seinni, og har vóru líkindini av
teimum bestu.
Umrøðan
Sum vera man, so fekk
hendingin heilt fitt av umrøðu.
Poul Newstead, sum var skipari
á Disko, segði í endanum á síni
frágreiðing um tað, ið gekk fyri
seg henda ódnardagin: ».....al
reparation og bjærgningsarbejde
blev således udført af
Norðvíkingur’s besætning uden
hjælp udefra. Disko’s indsats
bestod i ko-ordinering af
radiotrafik, ledelse af andre
skibe, samt stand-by i tilfælde af
forlis. Vejret i området: Vind
sydøst styrke 11 til 12 med
voldsomme fjeldkast, god
sigtbarhed«.
Dagblaðið skrivaði soleiðis
um hendingina: »....Hin 26 ára
gamli skiparin, Tórbjørn
Jacobsen, sigur, at hann í
ódnarveðrinum noyddist at seta
skipið á land, so tað ikki sakk,
eftir at tað hevði fingið ein leka
í bakborð. Ringt var at fáa
skipið at standa, tí berg var fyri,
men tá ið hann royndi aðru ferð,
stóð Norðvíkingur. Í seks tímar
lá hann við fullari ferð fram og
helt skipinum á landi, meðan
maskinmeistarin var í lastini og
sveisaði holið aftur. Tá hann var
liðugur, og ódn var í brimi, setti
hann fulla ferð á bakk og fekk
skipið útaftur – og tað fleyt«.
Grønlendska blaðið Aulisar-
nermit nutársiagssat ella
Grønlands Fiskeritidende
skrivaði m.a. um hendingina:
»Ved dygtighed og
beslutsomhed reddede skipper
Torbjørn Jacobsen sit skib,
Norðvíkingur, fra at gå af
Magnus Jensen til (Magnus
Jensen er farmaskip hjá
Kongaliga Handlinum, ið fór á
land og sakk miðskeiðis millum
Nuuk og Føroyingahavnina).
Torbjørn Jacobsen har netop fået
papir som skibsfører og førte sit
første skib på Grønland...«.