leygardagur 22. januar 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 15 - 22. januar 2000
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
22
Nr. 15 – 22. januar 2000
post@sosialurin.fo
Subject: Teldubræv
Date: Fri 21. jan. 2000
To: post@sosialurin.fo
From: san-oea@friaurf.no
Reply to: san-oea@friaurf.no
Nakrar vikur eru nú farnar síðani ræðu-
ligu tokvanlukkuna á Rørås-leiðini. Eftir-
skjálvtarnir kjennast framvegis í norska
samfelagnum. Tokvanlukkan kravdi 19
mannalív. Tað eru knappir tveir mánaðir
síðani tvíkiljan Sleipner silgdi á skerið
Bloksa, og 16 fólk druknaðu. Framvegis
verður nógv tosa um hesar vanlukkurnar.
Um skuld, ábyrgdarleysa leiðslu og um
dølskar politikarar, sum lova nógv tá
ólukkur henda, men ofta gloyma tað eins
skjótt og stóru yvirskriftirnar í fjølmiðl-
unum hvørva. Hví var eingin álítandi
trygdarskipan á tokunum, og hví var sker-
ið ikki ljósmerkt?
Minningarguðstænastur hava verið
hildnar. Nøvnini og myndir av teimum
deyðu hava verið í sjónvarpi, útvarpi og
bløðunum. Alt landið syrgir hesi, sum so
órættvíst vóru skrødd burtur. Mong teirra
ung, við lívinum framman fyri sær, til
løtuna, tá meiningsleysa vanlukkan hendi.
Tvíkilju- og tokvanlukkan kostaðu sam-
anlagt 35 fólkum lívið.
Her í Norra henda hvørt einasta ár
deyðsvanlukkur sum samsvara týggju tí-
líkum stórum vanlukkum. Men hesum
vanlukkum verður lítið gjørt burturúr. Eitt
stað millum 250 og 350 fólk doyggja
hvørt einasta ár í norksu ferðsluni. Fyri
hesi verður einki minningarhald varpað
út í hvørt einasta heim. Sjáldan trínur
nakar politikari fram á skíggjan og sigur
at »her má okkurt munagott gerast alt
fyri eitt!«. Eingin rópar um at finna tann
ella tey sum hava ábyrgdini. Yvir eitt
týggjuáraskeið doyggja eini 3000 fólk í
ferðsluni. Fleiri enn alt fólkið á Vágoynni.
Leggja vit tey sum fáa álvarsligar snuddir,
ella gerast avlamin afturat, koma vit nærri
fólkatalinum í Havnini. Uppá einans 10
ár! Og vit tosa um eitt land sum eitur
Norra - eitt framkomið, nútímans, vælút-
búgvið fólk, sum hevur ráð at keypar teir
tryggastu bilarnar. Fara vit longur út í
Evropu, fara deyðtølini kvikliga framvið
fólkatalinum í Føroyum.
Men deyðans andlit gerst so kámt í
ferðsluvanlukkunum. Deyðin á vegunum
er so gerandisligur, at vi næstan ikki geva
honum ans - um hann ikki rakar okkum
beinleiðis. Á vegunum fær deyðin frið at
lívbjarga sær. Ár eftir ár. Ein her, eina
har. Tvey her og trýggjar har. Ikki ov
nógv í senn. Ikki so nógv at tað skapar
øsing og fólkakrav um betri trygd, so sum
tok-, skipa- ella flogvanlukkur oftast gera.
Ein bussur í Karasjok fór útav í fjør
heyst. Trý børn doyðu. Ikki av tí at buss-
urin endaði í ánni, men av stoytinum tá
tey vórðu slongd gjøgnum bussin. Hevði
trygdarbelti verið í skúlabussinum høvdu
hesi børnini helst verið á lívið nú. Trygd-
arbelti í bussum er óhent og putlut fyri
ferðafólkið. Tað varð eisini sagt, tá kravið
um bilbelti kom. Í dag festa tey flestu
bilbeltið, uttan at hugsa um tað. Men tí-
verri ikki øll. Verri er tað, at tað framvegis
eru nógv, sum ikki festa børnini. 20 børn
vórðu millum teirra, sum doyðu í ferðslu-
vanlukkum í fjør. Fleiri teirra vóru ikki í
trygdarbelti.
At ferðin drepur, serliga á hálum veg-
um, vita øll. Men vit hava jú so stóran
skund, lægri ferð tarnar okkum í at náða
alt vit skulu. Bert spell fyri tey mongu,
sum ongantíð komu fram. Ferð og trygd-
arbelti mugu vit sum koyra bil sjálvi taka
part av ábyrgdini fyri. Men meginparturin
av ábyrgdini fyri høgu deyðstølini liggur
hjá teimum sum hava valdið, kunnu
smíða lógir, áseta reglar og gera neyðugar
íløgur í tryggari vegasamband. Sjálvandi
ber tað til at gera nógv meira við óhugna-
ligu hagtølini. Við hvørt er tað ein spurn-
ingur um pengar, men tað er altíð ein
spurningur um vilja. Viljan til at síggja
deyðan, har hann dagliga hevur sína
gongd, og ikki bert tá hann gerst so ovur-
sjónligur á forsíðuni ella skíggjanum, tá
stóru vannlukkurnar henda.
Bjørt Samuelson, Oslo
Har deyðin fær frið
Konsertirnar við Hanus Johansen og Aldubáruni, sum vóru hildnar í Norðurlandahúsin-
um í september í fjør, vóru so væl fagnaðar, at nú verður ein endurtøka av hesum
konsertum.
Leygarkvøldið 5. februar kl. 19.30 fara Hanus og Aldubáran í Norðurlandahúsinum
aftur. Á skránni eru nýggj og eldri løg hjá Hanusi, men útsetingarnar hjá fólkunum í
Aldubáruni eru nýggj.
Hanus hevur sett løg til yrkingar hjá Poul F., Sverra og Tummas Napoleon Djurhuus,
Hans Andrias Djurhuus, Bernhard Brim og Rikard Long.
Í Aldubáruni spæla hesaferð: Andrea Heindriksdóttir (floytu), Adam Simonsen (klari-
nett), Páll Sólstein (horn og klaver), Sámal Petersen (Fiól), Ólavur Jakobsen (gittar),
Edvard Nyholm Debess (bass og sang) og Stamen Stanchev (ljómborð og klaver).
Atgongumerki fáast í Norðurlandahúsinum og á Kunningarstovuni í Havn og Klaksvík.
Hvítu Húsini
ávirka
raðsendingar
Handritini til raðsendingar sum Beverly Hills, Drew Carey
og Skaðastovan verða ávirkað av Hvítu Húsunum, veit
internetritið Salon.com at siga.
Seinastu tvey árini hevur ein deild hjá amerikansku
stjórnini, sum stríðist ímóti rúsevnum, verið við til at avgera
leikgongdina í kendum sjónvarpsraðsendingum. Endamálið
hevur verið at broyta hugburðin hjá ungfólki til rúsevni.
Sjónvarpsfeløgini hava fingið nógvar pengar burtur úr
avtaluni, sum seinastu 18 mánaðirnar hevur kostað Hvítu
Húsunum 175 milliónir krónur.
Sambært Salon.com er lógin brotin, tí tað skal altíð upp-
lýsast, hvør stuðlar sendingum so ella so. Men í hesum
førði er einki upplýst um, at Hvítu Húsini hava stuðlað.
BT og
Ekstra-
blaðið
stóra
afturgongd
Donsku fyrrapartsbløðini
BT og Ekstrablaðið missa
framhaldandi lesarar. Eftir
einum ári er talið á lesarum
hjá teimum báðum bløðun-
um samanlagt minkað við
14%.
Fyritøkan Initiative Uni-
versel, sum hevur kannað
støðuna hjá BT og Ekstra-
blaðnum, kallar seinasta
árið fyri eitt vanlukkuár fyri
tey bæði bløðini.
Tað eru serliga tey ungu,
sum venda BT og Ekstra-
blaðnum bakið, og hetta
kemst av øktu kappingini
frá sjónvarpi, vikubløðum
og interneti. Øll tey donsku
bløðini hava trupulleikar
við at halda fast um lesarar
úr 13 og upp í 29 ár, men
serliga stór er afturgongdin
hjá fyrrpartsbløðunum.
– BT og Ekstrablaðið
skulu veruliga taka sær um
reiggj skulu tey venda
skeivu gongdini, sigur Ole
Prehn, fjølmiðlagranskari,
við blaðið Aktuelt.
Eitur hóttir
veiðumenn
Kanningar vísa, at veiðumenn í Eysturgrønlanndi hava
stórar mongdir av eiturevninum PCB í blóðnum. Hetta
veit blaðið hjá Dansk Polarcenter at siga frá.
Eitrið stavar frá kópum og øðrum havdjórum, sum eru
dálkað av stórum mongdum av umhvørviseitri úr stóru
ídnaðarlondunum. Granskarar ávara um, at eiturevni kann
hava fosturskaðar við sær, og teir mæla til eina fyribyrgj-
andi kostætlan fyri veiðumenninar
Kanningin er sett í verk av felagsskapinum AMAP, sum
er heldur eygað við polarumráðnum. Úrslitini av kanning-
ini, sum ikki er liðug enn, er gjørd í umráðnum við
Ittoqqortoormiit (á donskum Scoresbysund), vísa, at 60%
av veiðumonnunum hava so nógv PCB í blóðnum, at tað
granskarar stúra fyri støðuni.
Hanus og Aldubáran
aftur á pallin
9. januar fingu Eileen Han-
sen og Gert Poulsen, Frede-
rikshavn, ein son. Hann var
53 cm. langur og vigaði
3710 gr.
10. januar fingu Petra og
Johnni Müller Jacobsen,
Klaksvík, eina dóttir. Hon
var 53 cm. long og vigaði
3400 gr.
12. januar fingu Tina og
Eyðsvein Joensen, Hoyvík,
eina dóttir. Hon var 54 cm.
long og vigaði 3550 gr.
12. januar fingu Jóngerð
Mine Olsen og Rúni Olsen,
Keypmannahavn, ein son.
Hann var 51 cm. langur og
vigaði 3100 gr.
14. januar fingu Eilen og
Jákup Mikkelsen, Haslev,
eina dóttir. Hon var 51 cm.
long og vigaði 3250 gr.
14. januar fingu Fríðun
Hansen og Meinhard Jacob-
sen, Tórshavn, ein son.
Hann var 56 cm. langur og
vigaði 4800 gr.
14. januar fingu Hildigunn
Magnusson, Klaksvík og
Claus Vester, Ramløse, eina
dóttir. Hon var 52 cm. long
og vigaði 3800 gr.
16. januar fingu Malan og
Peter Holm, Norðragøta,
ein son. Hann var 54 cm.
langur og vigaði 4050 gr.
FØÐINGAR
KIRKJUR &
SAMKOMUR
ANDLÁT
13. januar:
Johannes Jensen, Skopun, 77 ár
15. januar:
Bjarki Skaale, Skopun, 83 ár
Jóannes Frederik Davidsen, Kvívík, 82 ár
Elsa Magnussen, Saltangará, 82 ár
16. januar:
Terji Nielsen, ættaður úr Sumba, búsitandi í Hvidovre,
35 ár
18. januar:
Kjartan Jensen, Sandur, vanliga nevndur Kjartan á
Heyggi, 80 ár
Mathilda Havn Rasmussen, 92 ár
19. januar:
Jógvan Matras Absalonsen, á Viðareiði, 71 ár
Gudstænastur 3. sunnudag eftir trettanda
Havnar kirkja: kl. 11.00, Sverri Steinhólm
Nólsoy: kl. 12.00, Sonja Klein
Argja kirkja : kl. 11.00, Heri Joensen
Kollafjørður: kl. 12.00, Uni Næs
Sjóvar kirkja: kl. 12.00, altargangur, Jógvan Fríðriksson
Glyvrar: kl. 11.00, altarg., Jónsvein Bech (Talvan gong-
ur fyri Bíbliufelagið)
Hvalvík: kl. 12.00, latarg., Martin R. Jacobsen (Talvan
gongur fyri Guds orðs boðan í Hvalvíkar, Hósvaíkar,
Haldarsvíkar o gTjørnuvíkar kirkjum)
Sandavágur: kl. 12.00, altarg., David Johannesen (Talv-
an gongur í øllum kirkjum í Vága prestagjaldi fyri Guds
orðs útbreiðslu
Eiði: kl. 11.40 skriftamál, kl. 12.00 messa
Norðskála: kl. 17.00 messa, Emil Olsen
Vesturkirkjan: kl. 11.00, Bergur D. Joensen
Vágur: kl. 11.00,
Fámjin: kl. P. M. Rasmussen
Leiti: kl. 12.30, altarg., Elsa Funding
Christianskirkjan: kl. 11.00, Hans Eiler Hammer
Árnafjørður: kl. 12.00, altarg., Niels Pauli Danielsen
Hvannasund: kl. 12.00, Meinhard Bjartalíð (Talvan
gongur fyri Føroysku Sjómanskirkjuna)
Frá Ebenezer
Møtirøðin við John í Skemmuni og Símun Pætur á Torkils-
heyggi heldur áfram fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl.
20.00. Sunnudagin kl. 12.00 Sunnudagsskúli, kl. 18.00
Evangeliskt møti og kl. 21.00 Útimøti. Mánadagin kl. 20.00
Bønarmøti.
Tórshavnar Hvítusunnusamkomu
Sunnudag morgunmøti kl. 11. Kl. 12.15. Sunnudagsskúl.
Kl. 18 Evangeliskt møti.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13.00 Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl.
19.00 Møti.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin kl. 14.00 í Hoyvíkar skúla er sunnudagsskúli,
kl. 17.30 bøn og kl. 18.00 møti har Jón Joensen talar.
Mánakvøldið kl. 20.00 bønarmøti hjá Ova og Katrin,
Tórgarðsgøta 18. Verið øll hjartaliga vælkomin. Vit eru
við í tiltakinum frá »Minus til Plus«.
Meinigheitshúsið í Havn
Missiónsvikan byrjar sunnukvøldið og heldur fram vikuna
út. Sunnukvøldið kl. 18 talar Heri Joensen, Manskórið á
Sandoynni luttekur. Mánakvøldið kl. 20 talar Sørin Stein-
hólm, Toftir, Kristiliga sangkórið luttekur.
Rhema á Hálsi
Sunnudagin verður onki møti í Rhema vegna felagssjón-
varpsmøti úti í Filadelfia kl. 18.
Aglow, Tórshavn
Fundur verður í hølunum hjá Frelsunarherinum leyg-
arkvøldið kl. 20.00, allar kvinnur eru vælkomnar.
Frelsunarherurin Tórshavn
Sunnudag kl. 11.00 Halgunarmøti, kl. 13.30 Sunnudags-
skúli, kl. 17.30 Bøn og kl. 18.00 Møti.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 06.00 morgunbøn, kl. 17.00 landsbøn, í morgin
kl. 06.00 morgunbøn, kl. 11.00 morgunmøti, kl. 18.00 møti,
kl. 22.00 útimøti (um viðrar). Mánadagin kl. 06.00
16. januar fingu Annika
Juul Magnussen og Andras
Ziska Davidsen, Keyp-
mannahavn, eina dóttir.
Hon var 51 cm. long og
vigaði 3050 gr.
18. januar fingu Jensa og
Victor Andreasen, Tórs-
havn, eina dóttir. Hon var
53 cm. long og vigaið 3800
gr.
18. januar fingu Anna Abel-
sen, Eiði og Vilhelm Samu-
elsen, Vík, eina dóttir. Hon
var 51 cm. long og vigaði
3200 gr.
18. januar fingu Durita og
Dánial Petur Hansen,Toftir,
eina dóttir. Hon var 52 cm.
long og vigaði 3450 gr.
19. januar fingu Magnus og
Maud Poulsen, Miðvágur.
ein son. Hann var 54 cm.
langur og vigaði 3900 gr.
20. januar fingu Siri og Heri
Niclassen, Vestmanna. eina
dóttir. Hon var 54 cm. long
og vigaði 4000 gr.
20. januar fingu Erland
Petersen og Sandra Mikkel-
sen, Hoyvík, ein son. Hann
var 54 cm. langur og vigaði
3800 gr.
Havnar kirkja
Várkonfirmatiónirnar 2000 verða 9. apríl og 16. apríl.
Konfirmantarnir skulu møta í Havnar kirkju mánadagin
24. januar kl. 15.00.
Markið millum Suðurstreymoyar eystara og vestara
prestagjald er Tróndargøta, Varðagøta og Villingardals-
vegur.
Vesturkirkjan
Konfirmantarnir í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi
møta týsdagin 25. januar í Vesturkirkjuni kl. 15.00. Kon-
firmatiónirnar verða 9. og 16. apríl. Havið dópsbrævið
við.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin kl. 15.00 í KFUK Eldrasamkoma v/ Jógvani
Frídrikssyni evni: Bøn og stillar løtur. Týsdagin kl. 16.00
í KFUK: Várgleði fyri børn.
Glæman í Kvívík
Vikuskiftismøtir verður í Glæmuni 22.-23. jan. Leyg-
ardagin kl. 20.00 talar Regin Høgnesen og Hansina Jo-
hannesen syngur. Sunnudagin kl. 18.00 talar Agnar Nielsen
Vestmanna, sangbólkurin Gittit syngur og Fríða Peturs-
dóttir endar. Øll eru vælkomin.
Missiónshúsið Kollafjørður
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnudagsskúli. Kl. 18.00 møti við
Christian V. Svendsen frá Ísraels Missiónini. Høvið verður
at geva eina gávu til arbeiði. Drekka verður aftaná.
Týsdagin: Bíbliutími kl. 20.00 Job kap. 32 og 33.
Zion, Kollafjørður
Ungdómsmøtini byrja aftur leygarkvøldið 22.1. kl. 20.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Hvalvíkar Missiónshús
Í kvøld kl. 20.00, luttøka úr Vík og Tjørnuvík. Innsavnan
til húsið. Sunnudagin kl. 15.00 Familjumøti v/ Jónu Thom-
sen, kl. 18.00 møti v/ Teir 4 úr Havn, innsavnan.
Mánakvøldið kl. 20.00 kemur Sjómanskvinnuringurin
saman. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Meinigheitshúsið á Skála
Sjómanskvinnuringurin kemur saman mánakvøldið kl.
20.00.
Keldan, Skálafirði
Fríggjakvøldið kl. 20.30 Vón fyri framman, við luttøku úr
Haldarsvík. Leygarkvøldið kl. 21.00 Opið hús, sunnudagin
kl. 17.00 Møti við Pola Jacobsen. Barnamøti kl. 17.00.
Runavík
Evangeliskt møti verður leygardagin kl. 19.00. Húsmøti
verður týsdagin kl. 20.00 í Fuglafirði hjá Eydnu.
Aglow Suðuroy
Fundur verður leygarkvøldið kl. 20 í hølunum hjá Tvør-
oyrar Handverkarafelag. Allar kvinnur eru vælkomnar.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14 Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18
verður møti við Hjørdis og Jørgen Frants Jørgensen. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Betel, Vágur
Sunnudagin: Breyðbróting kl. 11.00. Sunnudagsskúli kl.
13.30 og Evangel. fundur kl. 18.00.
Mánadagin: Bønarfundur kl. 20.00.
Ónsdagin: Uppbygg. fundur kl. 20.00.
Samkoman, Sion Vági
Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags-
skúli. Evangeliskt møti kl. 18.00.
Telefonandaktin svarar á 373777.
3. sunnudag eftir trettanda er teksturin úr Luk. evang.
17, 5-10.
Tá ið lærusveinarnir hildu seg treingja til at biðja hesa
bøn, um meiri trúgv, hvør mikið meira tá ikki vit. Ella er
tað ikki okkara dagliga sorg og trupulleiki, at tað alsamt er
so nógv vantrúgv og so nógvur fátrúni okkara millum?
Nøkur menniskju hava tó ferð eftir ferð fingið prógv um
Guðs trúfesti og mátt - kortini hava vit trupult við at trúgva
honum. Og mugu altíð av nýggjum biðja gomlu bønina:
»Harri, gev okkum meira trúgv!«
Trúgv at hann livir… tí tað kunnu, so ófatiligt tað ljoðar,
eisini vera løtur tá ið sjálv vissan um, at Guð er til, verður
andfiktað. Trúgv at hann ræður - eisini tá ið vit ikki síggja
tað, tá ið alt sær gátufult og tokut út fyri okkum, at vit tó
Eitt ljós á
gøtu míni
við bindi fyri eygunum mitt í myrkrinum mugu halda fast
við: Tað er Guð, ið ræður! Trúgv at hann stendur við orð
sítt, at fyrijáttarnir hansara eru ikki vøkur skriftstøð, vit
kunnu heingja upp til prýðis, men andaligur veruleiki, sum
vit kunnu liva í, og doyggja í, um tað skal vera. Trúgv at
tað hjálpir at biðja - bønin er ikki bara vælformaði suffandi
orð, ið stíga upp frá foldini og frígera tað biðjandi manna-
sinnið, men bønin er ein megi, ið rørir hin himmalska máttin,
og setir ævigar kreftir ígongd. Trúgv, at tað nyttar at verða
í tænastu hjá honum - einki er vónleyst, tá ið Guð er við í tí;
tað kann henda nakað avgerandi við einum hvørjum - eisini
við mær - tá ið Guð í himlinum vil tað.
Einki nyttar, at vit taka okkum saman og knýta nevarnar,
meðan vit halda hendurnar saman. Tá til stykkis kemur er
trúgvin Guðs undurfulla gáva. Tí er í veruleikanum bara
ein vegur at fara - vegurin, lærusveinarnir fóru, tá ið teir
bóðu: »Harri, gev okkum meira trúgv!«
Tú, Jesus, er tann einasti, ið kann. Amen!
John S. Myllhamar, trúboðari
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033.
Eysturoy:
Leygardagin 22. jan.: Sverri Lamhauge, tlf. 448016
Sunnudagin 23. jan.: Sverri Lamhauge, tlf. 448016
Norðoyggjar:
Magnus Magnussen, tlf. 455451
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður):
Tlf. 371560
Suðuroy (suður):
Tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13–14. Tlf. 314544.
Læknavaktir