leygardagur 22. januar 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 15 - 22. januar 2000
24
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 15 - 22. januar 2000
SVEINUR TRÓNDARSON
Av tí at tað er kapping fyri
yngru deildirnar í Klaksvík
leygardagin, verða allir
dystirnir í meistaradeildini
leiktir sunnudagin.
Toppur og botnur hittast
Flogbóltur: Oddaliðini í báðum teimum ovastu deildunum skulu hetta vikuskiftið spæla móti botnliðunum. Men aðrir
dystir eru tó, sum uttan iva kunnu gerast spennandi
JÁKUP MØRK
Fimm dystir verða leiktir í
bestu deildunum hetta viku-
skiftið, og verður sæð burt-
ur frá omanfyrinevnda dysti
í Vági, er lítil og eingin ivi
um, hvønn veg stigini fara.
Kvinnurnar
Tveir dystir verða leiktir hjá
kvinnunum hetta vikuskift-
ið, og sum nevnt omanfyri,
so man størsti spenningurin
vera um úrslitið suðuri í
Vági.
Seinastu umførini hevur
Neistin togað seg væl upp
eftir á stigatalvuni, og nú
munnu tær av álvara hava
fingið ferilin av heiðurs-
merkjum. Hinvegin er tað
samstundis um at verða
seinasta útkall fyri VB, um
tær skulu gera sær nakrar
vónir um heiðursmerki.
Somu liðini dystast eisini
um annan finalusessin í
steypakappingini, og har
eydnaðist tað Neistanum at
vinna fyrra dystin við einum
máli, so útlit eru fyri einum
spennandi dysti.
Hin dysturin hetta viku-
skiftið verður í Vestmanna,
har VÍF tekur ímóti Tjaldur.
Higartil hevur ikki eydnast
hjá runavíkingum at fáa
nakað stig, og útlitini undan
hesum dystinum munnu
heldur ikki vera nakað ser-
lig.
Menninir
Á mannfólkasíðuni verður
talan um dystir hetta viku-
skifti, og í øllum trimum
førunum er talan um upp-
gerðir, har eitt av oddalið-
num tekur móti eitt av botn-
liðunum.
Í Havn dystast H71 og
Neistin, og hóast talan er
um lokaluppgerð, so man
lítil og eingin ivi vera um,
hvønn veg stigini fara.
Hondbólturin um vikuskiftið
Størsti spenningurin undan vikuskiftinum man helst vera um, hvussu tað fer at
gangast suðuri i Vági, har VB kvinnurnar skulu taka ímóti teimum frá
Neistanum
Spennandi verður at vita, um VB genturnar megna at
basa Neistanum hetta vikuskiftið
Seinasta vikuskiftið kom
Fleyr í ta støðu, at kvinnu-
liðið ikki kundi mannast tá
tað skuldi til Tvøroyrar at
hitta TB, men tað tykist,
sum tey viðurskiftini eru
komin upp á pláss. Sum So-
sialurin skilir var ætlanin,
at dysturin skuldi spælast í
gjárkvøldið, men hann er
fluttur til seinni, eisini or-
sakað av Mjølnirkappingini
fyri tey yngru.
Oddaliðini í Fuglafirði
Oddaliðini í báðum deild-
unum skulu um vikuskiftið
spæla móti ÍF. Við tí spæli,
sum Mjølnir í kvinnudeild-
ini og Fleyr í mansdeildini
hava víst í hesum kapping-
arárinum, er neyvan nakar
ivi um, at talan í báðum før-
um verður um útisigrar.
Hjá monnunum hevur ÍF
verið stak illa fyri í ár. Kort-
ini hevur bragdað hjá teim-
um onkuntíð, og neyvan
hava teir gloymt hvussu teir
vunnu á Mjølni í fyrru
hálvu.
Um teir kunnu gera tað
sama við Fleyr, er tó iva-
samt, tí sum heild tykist
Fleyr vera serstakliga væl-
koyrandi, bara teir hava
hugin at spæla.
Seinasta vikuskiftið var
um reppið, at teir snávaðu
móti SÍ, sum gjørdi meiri
um seg, enn Fleyr hevði
væntað, men í seinna hálv-
leiki tók Fleyr seg av álvara
saman og tá var lítið at gera
hjá SÍ.
Hetta vikuskiftið skal SÍ
til Klaksvíkar at hitta Mjøl-
nir. Bæði liðini taptu sein-
asta vikuskiftið, men tað er
lítið at ivast í, at tað eru
klaksvíkingar, sum kenna
seg mest snýttar. Teir taptu
seinasta javnbrótaran 15-
13, og tað svíður.
Í fyrru hálvu leiktu liðini
bæði ein sera spennandi
dyst í Klaksvík, og tá var
um reppið, at SÍ koppaði
Mjølni.
Um tað verður líka spenn-
andi hesaferð, ber illa til at
spáa um, men talan er í
hvussu er um tvey lið, sum
hava hug at berjast fyri sig-
rinum.
Mjølnir nakað fyri seg
Sum nevnt skal Mjølnir inn
í Kambsdal at hitta ÍF.
Fuglafjarðakvinnur hava
víst, at tær hava evnini at
spæla í meistaradeildini, hó-
ast tær ikki rættuliga hava
vant seg við ferðina í deild-
ini. Tað hevði kanska eisini
verið at kravt ov nógv av
teimum, tí tær hava ikki
havt bestu venjingarum-
støðurnar í Fuglafirði -
minni enn so.
Tí mugu vit rokna við, at
Mjølnir enn einaferð ferð av
vølli, sum sigursharri. Tær
hava leikt væl tað sum farið
er av kappingarárinum, og
tað er ikki meiri enn hend-
ingaferð, at tær hava tapt
sett í dysti.
Seinasta vikuskiftið spæl-
du tær móti Drátti, og tann
dystin vunnu tær ruddiliga.
Sunnudagin skal Dráttur
so til Havnar at royna seg.
Um tað fer at ganga betur
enn tað gjørdi seinasta viku-
skiftið vita vit sjálvsagt ikki,
men tað er vist, at vága-
genturnar mugu takla seg
saman, um so skal vera.
Heimaliðið er, eftir tí,
sum Sosialurin skilir, komið
fyri seg aftur eftir sjúku og
annað forfall, og einki er at
ivast í, at tær fara at gera
sítt ítarsta fyri at vinna á
Drátti.
Tað er ikki sannlíkt, at
nakað av liðunum fer at fáa
Mjølnir aftur, tí tær eru í
einum klassa fyri seg. Kort-
ini ræður um at vinna dyst-
irnar sum eftir eru, tí har eru
tvey sett av heiðursmerk-
jum eftir at berjast um.
Lesið alt um ítróttin um
vikuskiftið í Ítróttar-
Sosialinum týsdagin
www.sosialurin.fo
JÁKUP MØRK
Tá HB venjarin, Ion
Geolgau í komandi viku
kemur aftur til Føroya,
hevur hann ætlandi eisini
ein landsmann við.
Talan er um ein rumen-
skan álopsleikara, sum,
um alt gongst eftir ætlan,
skal leika við HB í kapp-
ingarárinum, sum nú
stendur fyri durum.
Gunnar Mohr, formað-
ur í HB, sigur við Sosi-
alin, at felagið enn ikki
hevur gjørt sáttmála við
leikaran. Orsøkin til hetta
er, at teir vilja síggja, hvat
leikarin stendur fyri, áð-
renn nakar sáttmáli verð-
ur skrivaður.
Mist nógv
HB er annars eitt av teim-
um feløgum, sum sein-
astu tíðina hevur mist ein
stóran part av leikarahóp-
inum.
Sammett við hópin,
sum fyrraárið vann felag-
num FM-heitið og Løg-
manssteypin, eru einir 10
leikarar, sum ikki eru at
síggja í fremstu røð long-
ur, og sum vera man er
hetta ein frágongd, sum
merkist í avrikunum.
Seinasta ár endaði liðið
á fjórða plássi í lands-
kappingini, og hetta er í
hvussu so er ikki nakað,
sum hóvar áskoðarunum
hjá sigursvanda felag-
num.
Higartil hevur eisini
verið sera smátt við til-
gongd av leikarum, og
boðini frá leiðsluni hava
eisini verið, at nú skal í
nógv størri mun satsast
upp á yngru leikararnar í
felagnum.
Rumeni til HB
Gongst eftir ætlan, fer eldra havn-
arfelagið at styrkja um hópin við
útlendskum leikara
Líkt er til at kvinnurnar hjá Mjølni ikki verða tiknar í ár
Eru nú langt á odda
Vikuskiftið 7. og 8. januar vórðu trý umfør í FM kapp-
ingini fyri lið spæld í Bridgehúsinum í Havn.
Úrslitini av dystunum vóru hesi:
1. deild
Farodane - Per Kallsberg, 20-10
Shell - Árant Berjastein, 8-22
Jórun Johannesen - Carl Mikkelsen, 3-25
Shell - Farodane, 4-25
Jórun Johannesen - Per Kallsberg, 7-13
Carl Mikkelsen - Árant Berjastein, 21-9
Árant Berjastein - Per Kallsberg, 16-14
Shell - Carl Mikkelsen, 20-10
Farodane - Jórun Johannesen, 25-0
Omanfyristandandi úrslit høvdu við sær, at liðið hjá Faro-
dane nú er klárt á odda í landskappingini.Støðan eftir 7
umfør er henda:
1. Farodane, 152
2. Per Kallsberg, 117
3. Árant Berjastein, 110
4. Carl Mikkelsen, 101
5. Shell, 80
6. Jórun Johannesen, 52
2. deild
Debes Christiansen - Ásla Weihe, 5-25
Gunnar Mouritsen - John Reid Skoralíð, 22-8
Jenis Tummasarson - Jens Pauli G. Nolsøe, 6-24
Vágar - Reimund Langgaard, 3-25
Danny Transport - Súsanna Martinsdóttir, 10-20
Jens Pauli G. Nolsøe - Gunnar Mouritsen, 10-20
Debes Christiansen - Vágar, 21-9
Reimund Langgaard - Jenis Tummasarson, 23-7
Ásla Weihe - Súsanna Martinsdóttir, 19-11
John Reid Skoralíð - Danny Transport, 16-14
Danny Transport - Jenis Tummasarson, 25-1
Reimund Langgaard - Ásla Weihe, 21-9
John Reid Skoralíð - Vágar, 25-4
Jens Pauli G. Nolsøe - Debes Christiansen, 11-19
Súsanna Martinsdóttir - Gunnar Mouritsen, 25-0
Støðan í aðru deild er nú:
1. Ásla Weihe 114
2. Debes Christiansen 111
3. Reimund Langgaard 101
4. Jens Pauli G. Nolsøe 99
5. Súsanna Martinsdóttir 97
6. Danny Transport 95
7. John Reid Skoralíð 94
8. Gunnar Mouritsen 91
9. Vágar 47
10. Jenis Tummasarson 36
Tey næstu umførini, sum er tey seinastu í innleiðandi
umfarinum, verða leikt 25. og 26. februar á Oyrarbakka.
Tá ið innleiðandi umførini eru liðugt, fara tey fremstu
liðini í 1. deild í eitt finalu-umfar. Tey bæði aftastu í 1.
deild og tey bæði fremstu í 2. deild fara í ein bólk, har tey
spæla um rættin at vera í 1. deild komandi kappingarár.
Spæli hesu ferð
Spælið her varð spælt, tá Villy Dam í heyst var í Bridge-
húsinum og hevði skeið fyri bridgespælarar.
E/NS
J2
AKQ3
8765
432
AK965
10873
764
J52
KQ4
A9
Q5
AKJ8
Q4
1098
J1032
10976
Vestan skuldi royna seg í 4sp. Tað sá ikki út til at vera
nakar trupulleiki, um trumfurin sat væl, og tað gjørdi hann.
Men Oddmar Danielsen, sum sat Norðan, tók hj AKQ
og sendi síðan tann fjórða hjartaran avstað.
Makkarin, Henriette Svenstrup, visti, at hetta var tann
13. hjartarin, og at hann vildi okkurt við hesum.
Hon trumfaði við spQ, og Oddmar kundi seinna taka tað
setandi stikkið við spJ.
Eitt vakurt mótspæl.
Føroya Bjór Simultan
Tann næsta kappingin, FBS skipar fyri, er tann vælumtókta
simultan kappingin, sum verður hildin á hvørjum árið.
Lagt verður til brots kl. 10.00 leygardagin, og verður
leikt á hesum støðum:
Spælt verður í Suðuroy (enn ikki avgjørt hvar), í Klaks-
vík, í Fuglafirði og í Havn. Møguliga verður eisini spælt í
Vágum. Tilmelding til simultankappingina ferð fram hjá
teimum ymsu feløgunum.
Steypakappingin
Steypakappingin fer nú skjótt í gongd. FBS heitir á lið um
at tekna seg til kappingina sum skjótast hjá Boga Simonsen,
kappingarleiðara, · telefon 31 20 33.
Eftir at sjey tey fyrstu umførini av FM-kappingini í fyrstu deild eru leikt, er liðið hjá Farodane klárt á odda, og líkt er
til, at tað longu nú er greitt, hvønn veg FM-heitið skal fara
JÁKUP MØRK
Aftr hesu ferð verður talan
um nakrar tungar fótbólts-
vikur, tá A-landslið okkara
í fótbólti enn einaferð skal
royna seg í altjóða høpi.
Hesu ferð stendur HM-
undankappingin á skránni,
og sum kunnugt komu Før-
oyar í bólk við Jugoslavia,
Russland, Sweits, Slovenia
og Luxemburg.
Byrja heima
Lagt verður fyri á heima-
vølli, tá føroyar hin 3. sep-
tember í ár, skulu taka móti
slovenska landsliðnum. Enn
er ikki greitt, hvørt hesin
dysturin verður leiktur á
Tórsvølli ella inni á Svang-
askarði.
Tveir aðrir dystir standa
á skránni í ár, og verða hesir
avgreddir innan fyri fimm
dagar, tá Føroyar á útivølli
skulu leika móti Sweits og
Jugoslavi ávíkavist 7. og 10.
oktober.
Komandi ár standa so ikki
færri enn sjey altjóða lands-
dystir á skránni. Byrjað
verður longu í mars mánaði,
tá Føroyingar 24. og 28. í
mánaðinum á útivølli skulu
hitta Luxemburg og Russ-
land.
Tað má metast at vera ser-
a óheppið, at Føroysku leik-
ararnir somikið tíðliga á ár-
inum verða noyddir at leika
landsdystirnar,
og
ikki
minni óheppið kann tað
tykjast, at ein av hesum
dystum er móti Luxemburg,
sum man vera tað liðið, ið
vit hava bestar møguleikar
fyri at fáa stig ímóti.
Føroyska kappingin er
enn ikki byrjað um hetta
mundið, og hóast landsliðið
vanliga er á venjingarlegu
um várið, so kann neyvan
roknast við, at leikarar okk-
ara eru so væl fyri, sum yn-
skiligt er, um hetta mundið.
Tvær fótbóltsvikur
Seinni á árinum fáa vit tvær
rættuliga fótboltsvikur, tá
vit á heimavølli skulu hitta
Sweits og Jugoslavia dag-
arnar 2. og 6. juni, meðan
Luxemburg og Russland
vitja oyggjar okkara ávíka-
vist 1. og 5. september.
Hevur fótbóltssambandið
verið óheppið í sambandi
við útidystin móti Luxem-
burg, so má kortini sigast,
at dysturin á heimavølli
móti sama landið liggur sera
væl fyri, sæð við føroyskum
eygum.
Væntandi er heimliga
kappingin tá komin somikið
væl áleiðis, at tosað verður
um seinastu og avgerandi
umførini, soleiðis at leika-
rarnir eru so væl fyri sum
til ber til hesar dystir.
Seinasti dysturin í kom-
andi undankapping er dyst-
urin á útivølli móti Sloven-
ia, og er hesin settur at vera
6. oktober 2001.
HM skráin
Eftir at fótbóltsumboð okkara nú eru
lidnir við fundarvirksemið niðri í Zü-
rich, er skráin fyri komandi HM und-
ankappingina hjá monnunum løgd
JÁKUP MØRK
Fyri stuttum boðaði hond-
bóltssambandi frá, at nú
fór av álvara at koma
gongd á aftur landsliðs-
arbeiðið hjá bæði monn-
um og kvinnum.
Fyrstu dystirnir eru
longu lagdir til rættis, og
nú byrja sjálvar landsliðs-
venjingarnar. Teir báðir,
17 leikarar
Palli Joensen, sum tekur
sær av venjingunum hjá
manslandsliðnum, hevur
tikið út 17 leikarar, sum
umboða seks av liðunum
í bestu deildini.
Viðmerkjast skal, at tað
bert eru leikarar, sum í
løtuni leika í Føroyum,
sum eru við til venjing-
arnar. Venjararnir hava
ikki enn havt møguleika
at hugt eftir teimum leik-
arum, sum í løtuni royna
seg uttanlands, og tískil er
ikki óhugsandi, at onkur
av hesum leikarum verður
at síggja í hópinum, tá
landsliðsarbeiðið er komið
longur ávegis.
Hópurin til venjingarnar
um vikuskiftið er annars
hesin: Jóhan Danielsen og
Artur Johansen úr StÍF; Óla
Christian Djurhuus úr KÍF;
Eli Müller, Harald Bjørg-
vin, Martin Hummeland,
Sámal Joensen og Ingi Ol-
sen úr VÍF; Jens Skipagøta
og Bárður Brimvík úr H71;
Heini Joensen og Áki Olsen
úr Neistanum; Rúni Poul-
sen, Uni Wardum, Bjarni
Wardum, Hannis Wardum
og Hans Áki Dahl Christ-
iansen úr Kyndli.
Bruttohópar
Hjá kvinnunum eru somu-
leiðis 17 leikarar úttiknar til
bruttohópin, og eins og hjá
monnunum er talan bert um
leikarar úr heimligu kapp-
ingini.
Tá hetta eru fyrstu ven-
jingarnar í hesum umfari-
num, er talan um bruttohóp-
ar hjá bæði monnum og
kvinnum, so møguleiki er
sjálvsagt fyri, at onkur leik-
ari verður sílaður frá, ella
møguliga onkur legst aft-
urat.
Tær 17 kvinnurnar,
sum Sophus Dahl Christ-
iansen, eru úr teimum
seks fyrstudeildarliðun-
um í landinum, og er hóp-
urin samansettur soleiðis:
Marita Hermansen, Ra-
kul N. Joensen, Beinta
Sørensen, Jórun Ludvig,
Ann Hansen og Palma
Petersen úr Kyndli; Hild-
ur
Sørensen,
Helena
Dam, Mildrid Jacobsen,
Inga Danberg og Rúna
Wardum úr Neistanum;
Johanna Mikkelsen, Anna
K. Samson, Annika Ljós-
stein, Simona Hansen, Jo-
an Joensen, Sólvá Eyst-
berg og Jastrid Gullaksen
úr Stjørnuni; Jacklin Dur-
huus, Signhild Petersen,
Randi Kúrberg og Eydna
Johannesen úr VÍF; Sól-
run Krosslág og Christina
Holm úr VB; Sunrid
Gleðisheygg og Mona
Langgaard úr Tjaldur.
Hópurin úttikin
Nú fyrstu venjingarnar hjá hondbóltslandsliðnum
standa fyri durum, hava landsliðsvenjararnir gjørt av,
hvørjir leikarar í fyrsta umfarið skulu vera á hesum
venjingum
Farodane er nú klárt á odda í FM kappingini