týsdagur 26. juli 2016síða 48
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
24
Ólavsøkan 2016
Bakkafrost útflytir tað, sum svarar til
600.000 døgurðar av laksi um dagin til
allan heimin. Heilsugóði og vælsmak-
kandi laksurin frá Bakkafrost fæst eisini í
flest øllum handlum í Føroyum.
Tú finnur leskiligar
uppskriftir við laksi her:
Bakkafrost P/F - FO-625 Glyvrar - Tel 405000
HEILSUGÓÐUR
LAKSUR
Bakkafrost ynskir øllum
føroyingum eina góða ólavsøku
Bakkafrost ynskir øllum
føroyingum eina góða ólavsøku
LÆTT OG LESKILIGT!
T
að var eitt sindur tungt í
byrjanini, tí fólk hildu, at øl
okkara var eitt sindur beiskt.
Hesum trupulleikanum hava vit bast
nú, og halda sjálvir, at tað sæst aftur
á søluni, sigur Petur Petersen, stjóri
á Okkara.
Petur Petersen, vanliga nevndur
Petur Øl, greiðir frá, at trupulleikin
lá í nøgdini av humlu í ølinum.
– Føroyingar eru ikki vanir við so
nógva humlu í ølinum, sum er hon,
sum gevur beiska eftirsmakkin. Tí
hava vit minka nøgdina av humlu
nakað í pilsnaranum og klassik ølun
um í mainstream-úrvali okkara. Tá
vit byrjaðu dámdu bryggjarunum
betri beiska ølið, og tað var faktiskt
dupult so beiskt sum ølin, vit kapp
aðust við, sigur hann.
Loysnin lá tí í at minka um nøgdina
av humlu í sonevdna mainstream-
úrvalinum, men varðveita serstaka
smakkin í ser-ølunum.
– Fólk taka undir við tí nýggja
smakkinum og góðskuni og tað byrjar
at síggja betri út fíggjarliga. Nú er
avbjóðinging at vinna lojalitetin hjá
kundunum, sigur hann.
Petur Petersen sigur, at hann
vónar, at rákið við mikrobryggjaríum,
sum ein sær uttanlands, eisini fer at
koma Okkara til góðar.
– Eg vóni, at vit vera góðtiknir
innan hatta umhvørvið eisini. Vit
síggja, at føroyingum dámar væl at
royna okkurt nýtt, keypimynstrið
broytist og vit síggja eisini, at úrvalið
til dømis í Rúsuni veksur. Vónandi
fara fólk eisini at royna Okkara øl
millum allar hinar, sigur Petur Peter
sen.
Okkara er lítlibeiggin, hvat før
oyska ølmarknaðinum viðvíkur, men
vóna kortini at vinna sær ein størri
part av marknaðinum enn nú.
– Vit eru tilvitað um, at vit eru
lítlibeiggin og hava stóra virðing
fyri kappingarneytanum, men vit ar
beiða fyri at vinna ein størri part av
marknaðinum, sigur Petur Petersen.
Marknaðarparturin hjá Okkara ligg
ur í løtuni um 10 til 15 prosent, men
málið er at vaksa til eitt stað millum
20 og 30 prosent.
Petur Petersen sigur, at Okkara
fæst eitt sindur við at útflyta øl,
serliga til Danmarkar, og væntandi
verður meiri gjørt við tað komandi
tíðina.
– Nú fáa vit eisini vitjan av
Mikkeler, sum fer at bryggja eina øl
her hjá okkum. Hasir fýrarnir hava
einki bryggjarí sjálvir, men lána eina
tunnu onkustaðni og gera so eina øl.
Mikkeler skuldi vitja okkum longu
í 2011, men flogfarið fekk ikki lent,
so hann kom ongantíð til Føroya. Vit
eru sera spentir um tað samstarvið og
vóna, at vit fáa eitt gott herðaklapp
frá honum, sum vit kunnu nýta í
okkara marknaðarføring uttanlands,
sigur Petur Petersen.
Okkara Øl hevur verið fastur
gestur á festivalunum seinastu tíðina
og so verður eisini á ólavsøku.
– Vit vera sjónligir um allan býin
og eru serliga spentir um at sleppa
at vera úti á havnalagnum, meðan
kappróðurin er. Her er altíð góður
rómur og vónandi verður tað eisini
í ár, sigur Petur Petersen.
Fyrstu ølirnar vóru dupult so beiskar sum kappingarneytin, men Petur Petersen sigur,
at nú er uppskriftin broytt og fólk hava tikið væl ímóti mildaru smakkunum
Danjal av Rana, danjal@sosialurin.fo
HAVA BAST BEISKA SMAKKINUM