Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Suni Merkistein Setanarrøða síða 12-13 Standa ikki nóg væl saman Ólavsøkubrakið hjá Rás2 síða 10-11 Túsund­ tals fólk í Vágsbotni »Få så den klud ned!« Soleiðis plaga loysingarfrólk at end­ur­geva danska ­for­sæt­is­ráð­harr­ an, Thorvald Stauning, fyri at hava sagt á hátíðarhaldi á Ting­vøllum í Ís­landi í 1930, tá tey høvdu vund­ið føroyska flagg­ið í hún­ar­hátt heldur enn tað danska, sum tá var okkara almenna tjóð­ar­flagg. Hóast henda útsøgn for­sæt­is­ ráð­harr­ans helst er ein heima­smíð­ að mýta, so hóskaði hon sera væl hend­an ó­lav­søku­dagin í C. Pløj­ens­ gøtu, tá eitt falskt føroyskt flagg varð vund­ið í húnarhátt á dóm­hús­ i­num – fyri soleiðis at vísa okkum, hvussu Løkke'sa Danmark virðir Før­oy­ar og føroyingar. Og sum Suni Merkistein vísti á, tá hann setti ólavsøkuna, so skuldi ikki meira til fyri at vísa sundurlyndið í føroyingum. Sjálvandi argast fólk av at síggja, at ein stovnur sum Sorinskrivarin í Føroyum vindur eitt skeivt flagg á stong – eins og fleiri aðrir almennir danskir stovnar gjørdu hendan dagin. Beinanvegin varð tosað um »van­virðing« og »typiskt danskt«. Um danskar arrogantar politikarar við ill­um í huga mótvegis fram­ skygd­um føroyingum. Fyrrverandi sam­bands­høvd­ing­ in royndi tó at kyrra mál­ið við at vísa á, hvussu nógv før­oysk fløgg prýddu Keypmannahavn – og at miðl­ar­nir bara tíma at skriva um tey, sum flagga við skeivum fløgg­ um. Sjálvandi var tað ein søga í miðl­u­num, at danskir statsstovnar flagg­aðu við skeivum fløggum, nú teir skuldu vísa okkum virðing. So­ leið­is kundi virðing vendast til van­ virð­ing. Men at talan er um eitt pol­it­iskt komplott hjá donskum pol­it­ik­ar­ um, tað er tað reina slut­ur og vrøvl. Hetta vísir bara, hvussu ó­pro­ fess­i­ó­nelt almenn embætisfólk kunnu arbeiða. Tí onkur hevur bí­lagt fløgg­ini, onkur hevur sett ordr­an í gongd, og onkur hevur endaliga tik­ið støðu til, at hetta er føroyska flagg­ið. Tann persónurin er ein klovnur og hev­ur ikki gjørt sítt arbeiði til lýtar. At flagghevjarar hjá donskum stats­stovnum ikki gáa um lit­sam­ an­set­ingina í føroyska flagginum, tað er so tað. Men at professiónellir flagg­hevj­ ar­ar í Føroyum blundandi vinda skeiva flaggið í húnarhátt, tað er flóv­isligt – og tað hevur flagg­hevj­ ar­a­fyri­tøk­an biðið um um bering fyri. Ein pínlig støða hjá for­sæt­is­ráð­ harr­a­num. Men politiska kom­plott­ ið er ikki størri enn, at loys­ing­ar­ mýt­an um Stauning nú av røttum kundi nýtast. – Tag den klud bort og om ig­ en! siger jeg. Begynd med det rig­tige flag, brug så den rig­ tige flag­dag og gør det som en gest­us mellem nationer og ikke som herrefolk ‪ #flaggate #fjerndenklud‬ Soleiðis skrivaði Magni Arge, fólka­tings­mað­ur, á Face­book ólav­søk­u­dag við eini mynd av flagg­i­num í garð­inum hjá Sor­in­skriv­ar­a­ num í C. Pløjensgøtu í Havn. Sum orðatakið sigur, »eing­in er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálv­ ur«: Tí tað hevði slett ikki ver­ ið neyðugt hjá Magna Arge at skrivað hetta á donsk­ um. Tað vóru ikki fólk, sum Løkke varðar av, sum høvdu hongt falska flagg­ið upp í flagg­stong­ina hjá Sor­in­ skriv­ar­a­num, men fólk sum Magni Arge sjávlur varðar av. Hann er nevnd­ar­lim­ur í Cura Sp/f, sum er felagið hand­an vakt­ar­fel­ag­ið Ansni, sum aft­ur fyri pengar vind­ ur flagg­ið hjá Sor­in­skriv­ar­a­ num á stong. Kanska kendi Magni ikki síni egnu bein hendan dag­in, tí so hevði hann ver­ið eyð­ mjúk­ur, flóvur og skammast av, at eitt professionelt felag, sum hann sjálvur persónliga varð­ar av, ger so skítbýttar feil­ir sum at vinda eitt falskt flagg á eina almenna stats­ flagg­stong í Havn. Kanska kom Magni ikki í tank­ar um tað, fyrr enn út­varp­ið gjørdi hann var­ ugan við, at hann sjálv­ur per­són­liga hev­ur á­byrgd av flagggøluni í Sor­in­skriv­ar­a­ garð­i­num. Men danin er fanin kort­ ini – og nei, Magni Arge gong­ ur ikki runt og vindur fløgg á stong fyri Ansni. Sjálvandi ikki. Men sum nevndarlimur varð­ar hann av felagnum, sum hevur ábyrgdina av flóv­is­ligu fadesuni, sum stjór­in í Ansni pent hevur bið­ið al­menn­ing­in um um­ ber­ing fyri. Kanska evnið verð­ur um­ røtt á næsta nevnd­arfundi hjá Ansni... ;-) Magni Arge eigur part í flagg­ gøluni hjá Sorinskrivaranum Det sku' bli' så godt og nu' det faktisk skidt... Få så den klud ned! Tað eru ikki bara vit í Før­ oy­um, sum brúka ta lit­ sam­an­set­ing, sum Merk­ið hev­ur. Tí sjó­bjargingar­tæn­ast­ an í Bret­landi, Roy­al Nat­ i­o­n­al Life­boat In­stit­u­ti­on (RLNI), hevur júst somu lit­ sam­an­seting. RLNI varð stovnað longu í 1824, og tey hava bara broytt tað enska flagg­ ið eitt sind­ur við at geva tí eina bláa roynd rundan um reyða krossmerkið. Akk­ur­át sum Jens Ol­iv­ ur Lisberg, Janus Øss­urs­son og Emil Jo­en­sen gjørdu á sinni á Garði í Keyp­manna­ havn í 1919. Googla vit Royal Nati­ on­al Lifeboat Institution (RNLI), so kunnu vit mill­um annað lesa, at bjarg­ing­ar­ tæn­ast­an síðan byrjan hev­ ur bjarg­að 136.275 manna­ lívum, at felagið grundar sítt virk­semið á sjálvbodna ar­beiðs­megi og verð­ur fíggj­að við limagjaldi, gáv­ um og leg­at­um. Felagið hevur einar 350 bjarg­ing­ar­bátar, sum minna um bjarg­ing­ar­bát­ar­nar her á landi sum eitt nú »Lív«. Felagsskapurin hev­ur om­an fyri 200.000 gjald­andi lim­ir og eini 5.000 sjálv­boð­ in hjálp­arfólk. So er spurningurin, um RLNI brúkar okkara flagg, um tey hava loyvi til tað – ella um vit kanska brúka teirra? Onnur brúka eisini okkara flagg Magni Arge varðar av felagnum, sum vant falska flaggið í húnarhátt hjá Sorinskrivaranum