Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2016síða 3

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86 I ár søktu 563 um upptøku á Fróð­skaparsetri Føroya. Hetta er munandi meira enn metárið í fjør, og av hesum fáa 409 bjóðað lestrar­pláss. Talan er um bjóðað lestrarpláss, tvs. at vit hava ikki endalig tøl fyrr enn eftir freistina at vátta innskriving, sum er 5.8. 2016. Í 2015 komu 381 umsóknir til hægri lestur á Fróðskaparsetri Før­oya. Av hesum fekk 248 bjóðað lestrarpláss. 409 bjóðað lestrarpláss Pisudagar 2016 Tiltakið er ætlað tær, ið fer uttanlands at lesa Tað krevur nógva fyrireiking at fara út í heim at lesa og ofta stinga nógvir spurningar seg upp undir fyrireikingunum. Tí kunnu serfrøðingarnir, ið luttaka á hesum tiltakinum, hjálpa tær við. 2. august á deildini hjá Eik í Klaksvík og 3. august á deildini hjá Eik í miðbýnum í Havn. Bæði kvøldini byrjar tiltakið kl. 19. Les meira um tiltakið á heimasíðuni hjá MFS.fo Við á tiltakinum eru: Altjóða Skrivstovan MFS - Meginfelag Føroyskra Studenta Ungdómsdeildin hjá Eik Banka Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Bachelorútbúgvingar Bjóðað pláss Búskaparfrøði …………………………………………… 25 KT-verkfrøði ……………………………………………… 46 Sjúkrarøktarfrøði .…………………………………… 30 Námsfrøði …………………………………………………… 35 Fólkaskúlalærari ……………………………………… 35 Sosialvísindi/samfpl. ……………………………… 25 Politikkur og umsiting .………………………… 22 Søga .…………………………………….…………………………. 23 Mýlsk lívfrøði .…………………………………………… 10 Vistfrøði .……………………………………………………….. 7 Havlívfrøði .………………………………………………….. 8 Føroyskt .………………………………………………………. 24 Hjánám í føroyskum ………………………………. 5 Hjánám í politikki .……………………………………. 1 Hjánám í søgu .……………………………………………. 2 Hjánám í samfelagsf. .……………………………… 5 Hjánám í støddfrøði .………………………………. 18 Tilsamans .…………………………………………………. 321 Masterútbúgvingar Løgfrøði .………………………………………………………… 18 Masterlæra ………………………………………………….. 19 Føroyskt .……………………………………………………….. 5 Fólkaheilsa ….………………………………………………. 35 West Nordic Studies .………………………………. 11 Tilsamans .…………………………………………………. 88 –––––––––––––––––––––––––––––––––––– Bjóðað lestrarpláss .…………………………… 409 Lægsta miðaltal fyri at sleppa inn at lesa eftir kvotu 1 gjørdist soleiðis í 2016: Sjúkrarøktarfrøði: 8,0 (7-talsstikin) – 8,8 (13-talsstigin) Búskaparfrøði: 7,7 (7-talsstikin) – 8,7 (13-talsstigin) Fólkaskúlalærari: 7,7 (7-talsstikin) – 8,7 (13-talsstigin) Námsfrøði: 6,1 (7-talsstikin) – 8,1 (13-talsstigin) Allir skikkaðir umsøkjarar vórðu upptiknir. til hinar útbúgvingarnar Úr fólkateljingini ber til at síggja, hvussu inntøkan broytist við hækk­andi útbúgving. Útbúgving er flokkað í 4 høvuðsbólkar eftir út­búgvingarstigi, og inntøka er tøk ársinntøka, tvs. eftir skatt, og er bólkað í 4 inntøkubólkar. Aldurs­bólkurin er 25-64 ár, tí her eru tey flestu liðug við teirra út­ búgving og tey eru enn virkin á arbeiðsmarknaðinum. Tað er onki óvæntað, at greitt samband er millum útbúgving og inntøku. Men í fólkateljingini kunnu vit staðfesta, í hvussu stóran mun inntøkan økist við hækkandi útbúgving. Og hvussu ymiskt hetta ger seg galdandi fyri kvinnur og menn. Myndin vísir prosentvísa inn­ tøkubýtið innan fyri hvørt út­ búgvingarstig, og hon skal sum dømi lesast soleiðis: Av monnum, ið hava fólkaskúla umframt møguligt stutt skeið aftrat sum hægstu út­ búgving, eru 14%, ið hava tøka ársinntøku niðan fyri 100.000, og 8% har tøka ársinntøkan er oman fyri 300.000. Hjá teimum við hægri útbúgving eru 5%, ið hava tøka ársinntøku niðan fyri 100.000, og 40% har tøka ársinntøkan er oman fyri 300.000. Hóast munur er á myndini hjá monnum vinstrumegin og kvinn­ um høgrumegin, er mynstrið tað sama: • Annan vegin eru bæði teir ljósa­ rønu inntøkustabbarnir (minni enn 100.000 kr) og teir miðgrønu (100-200.000 kr.) minkandi við hækkandi útbúgving. • Hinvegin eru bæði teir bláu inn- tøkustabbarnir (200-300.000 kr.) og teir myrkabláu (yvir 300.000 kr.) veksandi við hækkandi útb úgving. Broytingin í inntøku er stór frá lægsta til hægsta inntøkubólkin - og broytingin er nógv størri hjá kvinnum enn hjá monnum: • Av monnum við lægstu út­ búgv­ing eru 32% við tøkari árs­inntøku oman fyri 200.000, samanborið við 80% hjá teimum við hægstu útbúgving. • Av kvinnum við lægstu út­ búgving eru tað bert 6%, ið hava eina tøka ársinntøku oman fyri 200.000, samanborið við 74% hjá teimum við hægstu útbúgving. Kelda: Hagstovan 2014. Jú hægri útbúgving, jú hægri inntøku