mánadagur 1. august 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SKJÓTA FYRS
SKOTIÐ Í ÁR
Nú er størsta verkætlan í Føroya søgu boðin út og tilboðini skulu vera inni í september
UNDIRSJÓVARTUNLARNIR
Áki Bertholdsen
Arbeiðið at gera teir báðar
undirsjóvartunlarnar, Eyst-
uroyartunnilin og Sandoyar
tunnilin, er nú boðið út.
Tað sigur Teitur Sam
uelsen, stjóri í partafelag
num Eysturoyar- og Sand
oyartunlar, sum er felagið, ið
stendur fyri at gera og reka
tunlarnar.
Hann sigur, at felagið
hevur undangóðkent tey
byggivirki, sum verða boðin
at geva tilboð upp á arbeiðið,
og tær hava fingið tilfarið,
tær skulu brúka til at bjóða
upp á arbeiðið eftir.
Teitur Samuelsen sigur,
at av tí, at øll viðurskifti ikki
eru heilt greið, vil hann ikki
siga, hvørji byggivirki eru
undangóðkend, ella hvussu
nógv tey eru.
Men hann sigur, at áhugin
fyri at bjóða upp á arbeiði
er so mikið stórur, at tað
er meiri enn nøktandi fyri
tunlafelagið.
Hann sigur eisini, at eis
ini føroysk byggivirki eru
við í onkrum av teimum
samtøkum, sum eru undan
góðkend.
12. september
Teitur Samuelsen sigur, at
arbeiðið uppá at gera báðar
undirsjóvartunlarnar, Eyst
uroyartunnilin
og
Sand-
oyartunnilin, verður boðið
út í einum sum ein felags
verkætlan og at tilboðini upp
á at gera teir báðar tunlarnar
skulu vera inni tann 12. sept..
Hann sigur, at síðani
skulu tilboðini kannast og
samráðingar skulu vera við
tað byggisamtakið, sum hev
ur lægsta tilboðið.
– Men vit miðja eftir at
undirskriva sáttmálan síðst í
oktober, ella fyrst í novemb
er, sigur Teitur Samuelsen.
– Málið hevur verið, at
fyrsta skotið skuldi latast av
í ár, og tað er alt, sum talar
fyri, at tað fer at halda, legg
ur hann afturat.
Leita eftir fígging
Hann sigur, at samstundis
eru tey farin at leita eftir
fígging til verkætlanina, og
at endamálið er, at sáttmálin
um arbeiðið, og sáttmálin
um fíggingina, skulu skrivast
undir at kalla samstundis,
síðst í oktober, ella fyrst í
november.
– Nú meiri kjøt er á verk
ætlanini ber av álvara til at
leita eftir fígging, og greiða
skal sjálvandi eisini fáast í
tí spurninginum, tá ið sátt
málin um sjálvt arbeiðið
verður skrivaður undir, sigur
hann.
Samstundis
fóru
tey
longu fyrr í ár at grava om
an av, bæði á Strondum og
á Hvítanesi, og at gera ar
beiðsvegir, umframt at skipa
arbeiðsplássið, og inntøkini
til sjálvar tunlarnar.
Á Hvítanesi er tað eitt
arbeiðið, J & K Petersen ger
fyri 11 milliónir krónur og
á Strondum er tað RTS –
Contractors, sum ger arbeiði
fyri 8,5 milliónir, so tilsam
ans kosta tey 19,5 milliónir
krónur.
– Tað hevur spart okkum
eitt hálvt ár í byggitíð, sam
stundis sum tað hevur givið
okkum eina nógv betri og
neyvari mynd av, hvussu
lendið er at bora og arbeiða
út undir moldini. sigur Teit
ur Samuelsen.
Samstundis fara tey nú
eisini at grava oman av í
Traðardali í Sandoynni, har
tunnilsmunnin skal vera,
fyri somuleiðis at fáa eina
heilt greiða mynd av, hvussu
lendið er, sum borast skal
ígjøgnum í Sandoynni.
Hann sigur, at samstundis
gevur tað so aftur byggifyri
tøkunum eitt nógv neyvari
grundarlag at rokna tilboðini
upp á arbeiðið út upp á.
Um ein mánað koma um
boð fyri byggivirkini, sum
eru við í útbjóðingini, so eis
ini til Føroya at síggja við
eygnum eygum, hvussu alt
sær út.
– Endamálið við øllum
hesum er minka um óviss
una, táið tilboðini skulu
roknast út, leggur hann aft
urat.
Liggur fast
Sostatt sigur Teitur Samuel
sen eisini, at tað liggur púra
fast, hvar tunnilismunnarnir
verða, eisini á Gomlu Rætt,
har ósemja annars var um
tunnilsmunnan.
– Har verður tunnils
munnin heilt niðri á bryggj
uni fyri at hallið skal vera so
lítið sum gjørligt, sigur hann.
Annars vildi Landsverk
hava munnan longur uppi
fyri at sleppa undan veg
num og svingunum oman á
sjálva ferjuleguna. Og sam
stundis vóru røddir frammi
í Tórshavnar Býráði frammi
um at Gamla Rætt mátti
varðveitast og at Tórshavnar
Býráð átti at yvirtikið havn
arlagið til ymisk endamál,
eitt nú í sambandi við ferða
vinnu.
Men verður tunnilsmunn
in niðri á bryggjuni, soleiðis
sum tunlafelagið ætlar, fer
tann møguleikin fyri skeyti,
halda tey í Tórshavnar Bý
ráð. Býráðið hevur heldur
ikki gjørt tað stóra við málið,
eftir tí, vit hava fingið upp
lýst, og tunlafelagið heldur
fram við arbeiðnum eftir
upprunaligu ætlanini.
Útlit fyri bíligari
fígging
Teitur Samuelsen sigur ann
ars, at hóast møguleikarnir
fyri fígging verða kannaðir
í løtuni, er tað enn ov tíðliga
at siga nakað um tann spurn
ingin.
Men fyrr í summar segði
Henrik Old, landsstýrismað
ur í samferðslumálum, at tað
er alt, ið talar fyri, at tað fer
at bera til at útvega lán yvir
15 ár til verkætlanina, við
eini rentu upp á bara 2,5 til
trý prosent um árið.
– Tað er avbera lág renta,
og tað verður ringt at fáa
lægri rentu og tí vil tunla
felagið eisini fáa tikið lánið
sum skjótast, segði lands
stýrismaðurin tá.
Teitur Samuelsen sigur í
dag, at hetta er á góðari leið
og at onki er broytt tí við
víkjandi, men at tað kortini
er ov tíðliga at siga nakað
um rentuna, so leingi lánið
ikki er tikið.
– Viðurskifti, sum broyta
støðuna, kunnu altíð stinga
seg upp. Rentan er avbera
lág nú, so vónandi heldur
hon sær, til avtala er gjørd
um fíggingina, sigur hann.
Minst 6000 bilar
Men ein fortreyt fyri at fáa so
bíligt lán, er, at landskassin
vil tryggja tunlunum eina
minstuinntøku, sum svarar
til, at tilsamans fara 6000
bilar koyra ígjøgnum báðar
tunlarnar um dagin.
Og tað samtykti Løgting
12. SEPTEMBER
Tilboðini upp á at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyar
tunnilin, skulu verða latin inn tann 12. september,
sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum
Eysturoyar- og Sandoyartunlar, sum er felagið,
ið stendur fyri at gera og reka tunlarnar
Enn eru ongar ábendingar
um nakað annað