mánadagur 1. august 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86
Vit mugu
halda fram
til Suðuroyar
Áki Bertholdsen
– Nú má stígur ikki koma
í ætlanirnar at gera undir
sjóvartunlar í Føroyum.
Tað sigur Henrik Old,
landsstýrismaður í sam-
ferðslumálum.
Sum tað sæst í hinari
greinini, skulu tilboðini
upp á at gera Eysturoyar
tunnilin og Sandoyartunn
ilin, vera inni tann 12. sep
tember.
Og er tað nakar, ið er
spentur upp á tað, er tað
Henrik Old.
Hann heldur, at tá ið
tær verkætlanirnar eru
fingnar frá hondini, er
neyðugt, at vit halda fram
og eisini knýta Suðuroy
upp í meginøkið við einum
undirsjóvartunli.
– Tá ið tilboðini eru
komin, hava vit eina góða
hylling á, hvat tað kostar at
gera undirsjóvartunlar nú
á døgum, og sostatt fæst
eisini ein greið ábending
um, hvat ein tunnil til Suð
uroyar hevði kostað, sigur
hann.
Og hann heldur, at mál
ið má vera ikki at steðga á,
men at fáa Suðuroy upp á
meginøkið eisini.
Tí heldur hann, at tað
er neyðugt at hava Suður
oyartunnilin í huganum
alla tíðina og at fara so
smátt undir at fyrireika
Suðuroyartunnilin.
Um 16 ár
Henrik Old sigur, at við
teimum
fíggingarmøgu
leikum, sum eru nú, kunnu
Eysturoyartunnilin
og
Sandoyartunlarnir, í besta
føri longu vera goldnir eft
ir 16 árum.
– Tí eigur ein Suður
oyartunnilin ikki at vera so
langt burtur, leggur hann
afturat.
Hann vísir á, at Smyril
er longu 11 ára gamalur, og
um 16 ár er hann 27 ár, og tá
er lítið gott eftir av honum.
– Tá er Smyril komin í
ein aldur, har hann fer at
krevja eina øgiliga stóra
játtan til ábøtur, og til
at halda trygdarkrøvini.
Samstundis veksa altjóða
krøv til útlát, dálking og
annað, alsamt, so tá verður
Smyril ein dýr søga fyri
landið, sigur Henrik Old.
– Men vit mugu aldin
koma í ta støðu, at vit fara
undir at byggja ein nýggj
an Smyril, tí tá ið hesin
hevur tænt fyri seg, má
undirsjóvartunnilin vera
komin.
– Tað má vera ein
treytaleyst, politiskt mál,
at hetta skal vera okkara
seinasti Smyril, tí tað er
púra vitleyst at byggja
eitt nýtt skip, sigur lands
stýrismaðurin.
UNDIRSJÓVARTUNLARNIR
Nú hevur tað týdning, at vit ikki steðga á, fyrrenn
eisini Suðuroy hevur fingið fast samband
IKKI STEÐGA Á
Nú Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin
eru fingnir frá hondini, má málið vera at fáa
Suðuroy upp á meginøkið eisini, sigur Henrik
Old, landsstýrismaður í samferðslumálum
Hetta skal vera
okkara seinasti Smyril
STA
ið, áðrenn farið var í summ
arfrí.
Henrik
Old
upplýsti,
at hetta merkir, at verður
ferðslan 5000 bilar um dagin
í miðal okkurt árið, fer tað
at kosta landskassanum 20
milliónir krónur, sum skulu
rindast í kassan hjá tunla
felagnum í trygd til lángev
ararnar.
Men
hann
sigur,
at
skipanin er so »genial«, at
koyra fleiri enn 6000 bilar
ígjøgnum
tunlarnar
um
dagin onkur ár, verður meir
inntøkan av tí sett til síðis
at hava at standa ímóti við
til okkurt vánaligt ár, har
ferðslan er minni enn 6000
bilar.
Henrik Old sigur, at tað
er ógvuliga varisliga mett,
at tað bara fara at koyra
6000 bilar um dagin, so hann
stúrir ikki fyri hesum.
Hann segði eisini, at tað er
alt, sum talar fyri, at kostn
aðarætlanin upp á tvær
milliardir fyri báðar tunlar
nar, fer at halda.
Og Teitur Samuelsen sig
ur, at enn eru ongar ábend
ingar um nakað annað.
Men hetta er fyri sjálvar
tunlarnar, og tá eru ikki veg
ir, og annað, uppi í, leggur
hann afturat.
– Men sum støðan er nú
bendir alt á, at ætlanin held
ur, sigur hann.
Hann heldur eisini, at
rentan er so lág nú, at hetta
er lagaliga løtan at fara undir
eina slíka verkætlan.
– Vit fáa fígging til báðar
tunlarar við grundarlagi í
ferðsluni ígjøgnum Eystur
oyartunnilin burtur av, tí
ferðslan í Sandoyartunnilin
verður so lítil, at hon ber
onga fígging, og langt frá tí,
sigur stjórin í tunlafelagnum.
Spurningurin er so, nær
tað verður koyrandi, men tað
dugir Teitur Samuelsen ikki
at meta um.
– Okkara endamál er
at gera sáttmálarnar um
bygging og fígging, tí so er
væntandi, at tey, sum skulu
gera tunlarnar, royna at gera
tað so skjótt, sum gjørligt.
– Men hvussu skjótt tað
er, veldst eisini um, hvussu
lendið er, tey skulu bora
ígjøgnum.
Men tað er í øllum før
um greitt, at eftir lógini skal
farast undir Sandoyartunn-
ilin í seinasta lagi 2018.
aki@sosialurin.fo
Vit miðja eftir at undirskriva
sáttmálan síðst í oktober, ella fyrst
í november